NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Dokumentarfilm, sum skaðar okkara mentan ?!?

3/8/2016

Comments

 
Billede
ØLL hava loyvið at hava sína egnu meining og tað respekteri eg ... men samstundis, so veit eg eisini - at Harra Paul Watson ikki respekterar meiningarnir hjá okkum føroyingum, tí ferð eftir ferð eru føroyingar við góðum meiningum blivnir blokkeraðir á hansara Facebook síðu, um nú teirra meiningar yvirkøva hansara mein-ingar.

So hví skula vit føroyingar blíva við, at góðtaka meiningarnir hjá Sea Shepherd viðhaldsfólkum, sum einans hava til endamáls at skaða okkara umdømið, so at vit gevast við at eta grind ..? Og tað tykist mær sera løgið, at Marna Frida Olsen, sum stendur á odda saman við Rúna Nielsen við dokumentar-filmunum: Grindahvalur - skal ganga turné runt Føroya land og líkasum vísa tað, at vit drepa grind - er nakað skeivt, ótespiligt og als ikki tíðarhóskandi. Leygardagin á sjálvum Summarfestivalinum, skal dokumentar-filmurin Grindahvalur vísast í Atlantis Bio og mín vón er, at ONGIN møtir upp til filmin, tí vit skula als ikki føla okkum illa fyri tann matna, sum Guð hevur givið okkum: nevniliga Grindina, sum smakkar so ómetaliga væl - at ikki kann hugsast annað enn, at hesin Grindahvalur er gjørdur til okkum menniskjur at eta. 

Billede
Sjálvur havi eg fingið nógvan kritikk, tí eg ætli mær í eitt beinleiðis kjak við Paul Watson um grind - men høvuðsendamálið aftanfyri hesum kjaki er at eg kann basa hansara lygnum og vísa heiminum, at vit føroyingar eru als ikki nakrir mordarar - fyri tað um vit eta grind, seyð, fugl og fisk. Um kjakið verður til nakað - er so ein annar spurningur, sum vit ikki fáa greiða á fyrr enn í August, tí tá koma KVF fólkini aftur úr feriu.

Marna Frida Olsen stendur eisini aftanfyri Facebook bólkin: Grindaboð.fo og eisini har vísur hon (eins hennara vinur Paul Watson) at einans hennara meining hevur nakað at siga og ikki tín. Tí hon (eins Watson) tveitur fólk út úr síðunum, sum hava góð argumentir fyri at drepa grind - har meiningarnir sum ikki eru eins hennara. So hví skula 99,9 % av fólkunum, sum góðtaka grindadráp - góðtaka filmin hjá Marnu ..? Eg veit fyri vissu, at eg fari so IKKI at hyggja eftir filminum, sum eg veit tekur útgangsstøðið at grindadráp er nakað ringt.

Men tað sum eg havi hug til er, at bjóða Marnu Fríðu Olsen til eitt beinleiðis kjak um Grind - har hon kemur við sínum meiningum og eg við mínum um grindadráp. Tí eg meti nevniliga, at argumentini hjá mær eru so mikið góð, at hon ongan kjans hevði ímóti mær - um so skuldi verið. Veit hvat Marna Fríða Olsen sigur til tað ..? Kanska hon og Watson kundi kjakast ímóti mær í senn ..? Hon kundi umsett hvat eg sigi til Watson ..!

Nåmen, Góðan Summarfestival, tit - og eg fari sjálvandi á Summarfestival, men skuldi ein Grind komið á leiðini, so er tað bara "Adios Summarfestivalurin" og "Hellow Grind !!!" (sum smakkar so heilt ónátúrliga væl, at ... halt kjaft ikki, havi longu sagt tað).

JáH (y) 04.08.2016

Comments

Tað stóð í Ð: Brekaðar søgur frá 2009!

2/8/2016

Comments

 
Billede
At Ð blaðið, sum kom út fyri seinastu ferð í ár 2009 - ikki varð eitt øðrvísi blað enn hini - er faktist synd at siga. Tí blaðið hevði sín heilt egna máta at skriva greinar uppá og hevði faktist ongan sjálvsensur og skuldi blaðið komið út aftur (sum tað kanska fer) so fer Ð blaðið heldur ikki at hava nakran sensur.

​So tað er við stoltleika at undirritaði fer at skanna síður inn og seta greinar frá Ð bløðunum á Norðoya Portal.

Hesa ferð hava vit skanna eina grein, sum Dann Winther meistarliga hevur skrivað í 2009 og skuldi hetta avgjørt verið ein góður lesnaður, mín kæri lesari ... Enjoy!

JáH (y) 03.08.2016
Comments

A very good read for the media and thanks for spreading the word, Megan Jerrard!

2/8/2016

Comments

 
Billede
WHALING IS CURRENTLY AN ISSUE OF HOT INTERNATIONAL DEBATE, and the whale hunts in the Faroe Islands are at the center of the controversy. (The Faroe Islands are a small archipelago in the North Atlantic Ocean, northwest of Scotland and halfway between Iceland and Norway).

The Faroese hunt pilot whales in a tradition known as the Grindadrap, (a.k.a the Grind); a non commercial whale hunt which occurs annually to provide a source of local food. However the international attention the nation has received has largely misrepresented the Faroese way of life, and many arguments made by protestors are often both incorrect and misleading.

Read more HERE

Jógvan á Høvdanum, junior
Source: http://matadornetwork.com/life/whale-hunting-faroe-islands-received-bad-reputation-heres-social-media-getting-wrong/

Comments

Vælkomin á Summarfestival

2/8/2016

Comments

 
Billede
Sum kommuna eru vit ómetaliga errin av at leggja gras og grús til stórsta tónleikatiltak í Føroyum, og í ár er onki undantak
​

Hetta vikuskiftið er tað serliga hugaligt at síggja festivalgestir í túsundatali hugna sær til tónleik í heimsflokki, nýta okkara mongu handils- og frítíðartilboð og frammum alt njóta samveruna við hvørjum øðrum.

Býurin og Summarfestivalurin mennast støðugt hvørt ár, og í ár eru fleiri sjónligar broytingar í býnum, sum samstundis eru við til at menna festivalin.

Húsvognabygdin á Sandinum er nú vorðin miðbýarøki í Klaksvík, og Nýggja Biskupstorgið við 30 íbúðum og hølum til annað virksemi er reist. Hetta hevur givið høvi til at flyta húsvognaøkið á Summarfestivalinum út í Klaksvíksgarðin, har festivalgestirnir fáa frálíkar umstøður til húsvognarnar, góðar handilsmøguleikar og samstundis hava góðar gongumøguleikar til sjálvt festivaløkið í miðbýnum. 

Harumframt er fríðkanararbeiði farið í gongd við Ósánna, har eitt nú hugnaliga gongugøtan tvørturum Akursmørk kann fríðka og hugna um gangandi ferðsluna ímillum pallarnar á Summarfestivalinum.

Tað er ein sannroynd, at Summarfestivalurin er eitt tónleikatiltak í heimsflokki. Ár eftir ár sleppa vit at hoyra heimshitt á Vágsbøi, og hetta er óivað ein orsøk til, at vit øll somul eru blivin so góð við Summarfestivalin. Lat okkum halda fram við tí og samstundis takka fyriskiparunum fyri tað rimmar arbeiði, tey leggja fyri dagin. 

Hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar á Summarfestival!

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

Comments

It's a MAYBE, Mr. Watson - but a BIG maybe !!!

2/8/2016

Comments

 
Billede
The faroese TV has talked about, if you, Mr. Watson and I should have an debate on faroese TV and they have answered me, that it is a maybe on their part, because most of the crewmembers are on Summer Holiday (hey, isn't that a Cliff Richard song, that will be playing in the Summer Festival this year ..? Quess the popstar knows a couple of things or two about Faroe Islands, and he still coming, Mr. Watson).

The faroese TV is going to talk about this on late august, so it should be possible, that this is going to be a debate (sometime) in september ... and Finnur Koba (also maybe - and he's also the polite faroese reporter, that asked you a couple of questions in 2014) is going to be the host, so that the debate dosen't go out of hand.

And thus - we have to wait, Mr. Watson and the debate is still on, if you are up to it - and I have to remind you, that I do NOT represent Faroe Islands and these are my own thought on the sustainable Pilot Whale harvest and there are plenty of other people, that think otherwise than I do - and I respect their point of view also.

Kind regards

Jógvan á Høvdanum (junior)

Comments
Forward>>

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.