NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

7 góð ráð til iPhone brúkarar

16/2/2015

Comments

 
Picture
Snildfonir hava fleiri møguleikar, enn flest okkara geva okkum far um. Fleiri okkara brúka snildfonina til at halda skil á okkara gerandisdegi, undirhalda okkum sjálvi við spølum, reika á Facebook, lesa tíðindi og senda teldubrøv. Vit hava samlað nøkur góð ráð til tín, sum brúkar eina iPhone í gerandisdegnum.


Les meira HER

Comments

Svar frá Løgtinginum (so to speak)

16/2/2015

Comments

 
Picture
Í morgun skrivaðu vit til Føroya Løgting - um hvussu vit skula bera okkum at við at stovna ein nýggjan flokk og vit fingu hetta frá teimum: "Almannamálaráðið umsitur lógina um val til Løgtingið."


So vit senda bara brævið víðari til Almannaráðið og liva í vónini um at Landsstýriskvinnan Annika Olsen verður so beinasom og svarar okkum uppá sama spurning, sum vit sendu Løgtinginum ... vit bíða enn spentir ..!


JáH (y) 16.02.2015

Comments

Breaking NEWS: Tað er gott veður í dag

15/2/2015

Comments

 
Picture

Comments

At stovna ein nýggjan flokk og skora kassan !!!

15/2/2015

Comments

 
PictureStovnan av nýggjum Flokki: Tann 13 lærusveinurin ?!? Nah, vit finna okkurt frægari navn, folkens ..!
Ja, hvat skal til fyri at stovna ein nýggjan flokk - nú valið verður í november mánað í ár.

Fyri at finna útav hesum, so hava vit valt at skriva til Løgtingið - fyri at finna útav hvat skal til fyri at stovna ein flokk ...

Tað skula sjálvandi nakrar undirskriftir til (tað vita vit) men hvussu nógvar og ber tað til, at stovna ein flokk uttan undirskriftir ?!? Tað ber jú altíð til at spyrja ... tað er tó ikki sikkurt, at ein fær svar. Men vit hava so skriva niðanfyri-standandi skriv til Føroya Løgting og spennandi verður um hesaferð fara at fáa nakað svar frá teimum (onki svar fingið uppá Porno fyrispurning enn - so tað er ikki sikkurt, at vit fáa nakað svar uppá henda fyrispurning).

Góðan morgun, Løgtingi
 
Vit á Norðoya Portali vilja gjarna vita hvat skal til, at stovna ein nýggjan flokk ?!? Hvussu nógvar undirskriftir skula til - hvat fyri reglugerð skula vit halda okkum til ? osv. osv. Hava tit nakað skjal á tykkara heimasíðu, sum vit so kunna prenta út - og fara í holt við at stovna ein flokk ?!?
 
Vinarliga skriva sum skjótast til okkum aftur - tá valið jú verður í november í ár ... vit bíða spentir !!!
 
Vinarliga
 
Jógvan á Høvdanum (yngri)
Eigari av Norðoya Portali


JáH (y) 16.02.2015

Comments

SJOKK: Jenis av Rana svarar okkum !!!

10/2/2015

Comments

 
Picture© Miðflokkurin
Fyri einari góðari viku síðani - so settu vit 10 irreterandi spurningar til Jenis av Rana (Les HER) - og ikki í okkara villasta fantasi høvdu vit rokna við, at fáa svar frá Jenisi - men tað hava vit so fingið ...

1: Hvønn flokk heldur tú, at Jesus hevði valt ?!

Svar: Jesus valdi neyvan nakran flokk, men (og her endurgevi eg úr einum sangi hjá Kristinu Bærendsen, sum eg viðmæli lesaranum at lurta eftir á You Tube):

” Hann valdi meg, sum sítt barn,
hvør stórbart at vita tað hvønn dag
hvørt fótafet er trygt í hesi vón
Ja, Framtíðin er tryggjað við at líta á Hansar blóð”


2. Sleppur nakar giftur samkyndir í Miðflokkin ?!?

Ongin er samkyndur! Men summi lata seg lokka av mótstøðumanni Skaparans at liva móti náttúruni! Gjørdist ein slík (ur) limur í Miðflokkinum, vildu vit hjálp honum/ henni at skilt hetta og biði Jesus um at umbroytt seg.

3. Hevur tú nakratíð roykt eina feita ?!?

Sjálvandi ikki! Tað er feitt ikki at roykja!

4. Um tú skuldi givið Anniku Olsen úr Fólkaflokkinum 1 til 10 - hvat hevði tú givið henni ?!?

Eg hevði givið henni 10, tí hon er í serklassa, eins og tú og eg. So serstøk, at Gud lat son sín doyggja fyri hana- og teg og meg!

5. Kanst tú fortelja eina skitna joke ?!?

... ”Eingin ólíklig tala komi tykkum av munni, nei, slík, sum góð er til uppbygging”.

6. Varð tú til Summarfestivalin síðsta ár og head-bangaði til Twisted Sister ?!?

Nei, eg var í Suðri tað vikuskiftið- og har er ikki neyðugt við head-banging fyri at fáa høvdið at virka.

7. Hatar Guð politikk ?!? Og um ikki - hví hatar Guð ikki politikk ?!?

Gud hatar ongan, Hann elskar øll:  ”Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív”.

8. Heldur tú, at strip-tease burdi verið loyvið í Føroyum ?!?

” Teir limir á likaminum, sum vit ikki halda vera so miklan heiður við, klæða vit við tess meiri heiður, og teir limir, ið vit blúgvast við, fjala vit tess sámiligari”.


9. Um tú ikki hevði valt Miðflokkin - hvønn flokk hevði tú tá valt ?!? Come on, be honest ..!

1. Eg velji fyrr Jesus enn gull og fæ,
nógv betri er hann enn øll ogn í dag.
Eg velji fyrr hann og um lívsins lond
at leiðast av hansara særdu hond,
enn eitt kongadømi at eiga her,
hvar ið syndin valdið vann.
Eg velji fyrr Jesus enn alt, ja, alt,
sum verðin bjóða kann.

2. Eg velji fyrr Jesus enn heiður mans,
nógv størri er æran at vera hans.
Eg velji fyrr hann og tann dýra frið,
sum kennist, har Frelsarin fylgist við,
enn at njóta syndina stutta tíð
og ta fragd, hon veita kann.
Eg velji fyrr Jesus enn alt, ja, alt,
sum verðin bjóða kann.

3. Eg velji fyrr Jesus, tí um eg skal
ígjøgnum deyðskuggans dimma dal,
so verður júst hann, sum eg valdi her,
mín keppur og stavur og við mær fer
inn í lívsins æviga, ljósa stað,
til tann bústað, hann mær vann.
Eg velji fyrr Jesus enn alt, ja, alt,
sum verðin bjóða kann.


10. Keypti tú nakratíð Ð blaðið ella Totalt Langt Úti teknirøðina, tá tað á sinni kom út ?!? Um ikki - hvat er so tað frekasta blaðið, sum tú nakrantíð hevur keypt ?!?

Nei, hví skuldi eg tað?

Vit á Norðoya Portali vilja gjarna nýta høvið - at takka Jenis av Rana, at hann tímdi svara øllum teim 10 irreterandu spurningunum - sum hóast alt - vóru rættiliga nærgangandi (summir av teimum).

JáH (y) 10.02.2015

Comments

Valentines dagurin verður næsta leygardag tann 14. februar

6/2/2015

Comments

 
Picture
Her ein filmur um Valentines dagurin, sum verður tann 14. februar.

Vit mannfólk hava nógv at læra :)

SáH

Comments

10 irreterandi spurningar til Jenis

3/2/2015

Comments

 
Picture© Miðflokkurin
Ja, tað er ein persónur í politikki, sum ongantíð áður hevur verið á Norðoya Portali - og tað gera vit sku' okkurt við - og tískil so hava vit spurt Jenis av Rana 10 irreterandi spuringar:

1. Hvønn flokk heldur tú, at Jesus hevði valt ?!?

2. Sleppur nakar giftur samkyndir í Miðflokkin ?!?

3. Hevur tú nakratíð roykt eina feita ?!?

4. Um tú skuldi givið Anniku Olsen úr Fólkaflokkinum 1 til 10 - hvat hevði tú givið henni ?!?

5. Kanst tú fortelja eina skitna joke ?!?

6. Varð tú til Summarfestivalin síðsta ár og head-bangaði til Twisted Sister ?!?

7. Hatar Guð politikk ?!? Og um ikki - hví hatar Guð ikki politikk ?!?

8. Heldur tú, at strip-tease burdi verið loyvið í Føroyum ?!?

9. Um tú ikki hevði valt Miðflokkin - hvønn flokk hevði tú tá valt ?!? Come on, be honest ..!

10. Keypti tú nakratíð Ð blaðið ella Totalt Langt Úti teknirøðina, tá tað á sinni kom út ?!? Um ikki - hvat er so tað frekasta blaðið, sum tú nakrantíð hevur keypt ?!?

Hetta eru so spurningarnir, sum vit hava sent Jenis av Rana - og spurningurin er so - um vit fáa svar. Vit bíða spentir !!!

JáH (y) 04.02.2015

Comments

Onki svar frá Bjørn Kalsø & co

3/2/2015

Comments

 
Picture© Mentamálaráðið
Tann 30. inda Januar gjørdu vit eina grein um Porno - og áðrenn tað, so spurdu vit eisini tykkum um tað skuldi vera loyvt, at selja pornobløð í Føroyum - har tey allerflestu svaraðu ja, at tað skuldi tað og tað í stundini.

Les greinina Ja til Porno í Føroyum 

Síðan sendu vit nakrar spurningar til Mentamálaráðið viðvíkjandi tí - men enn hava vit ongan response fingið frá Bjørn Kalsø og co. Og júst tað halda vit vera ógvuliga merkiligt.

Vit kundu um ikki annað fingið eitt svar frá Mentamálaráðnum - um hví tey ikki kunna svara okkum ella eina tilvísing um, hvønn vit skula spyrja fyri at fáa eitt svar, isje sannheit ..?

So hvat skal man so gera - fyri at fáa svar. Jú, vit skriva bara til Føroya Løgting og bíða síðan spentir, um nakrar av teimum hevur tíð at geva okkum svar ...

Soleiðis hava vit orðført við Føroya Løgting: "Hey Føroya Løgting Vit skrivaðu bræv til Bjørn Kalsø og Mentamálaráðið, men vit hava onki svar fingið frá honum. Kunna tit fortelja okkum - hvar vit kunna fáa svar uppá spurningarnir ?!? Vinarliga Norðoya Portalurin"

To be continued, folk's ..!

JáH (y) 04.02.2015

Comments

Benjamin sleppur ikki at eita Superhero

1/2/2015

Comments

 
PictureMyndaánari: Facebook/Benjamin
Mynduleikarnir í Danmark vilja ikki tað at 26 ára gamli Benjamin Preisler Herbst sleppur at broyta sítt eftirnavn til Superhero.

Men nøvn sum Ninja, Legolas og Gandalf úr Lord og The Rings filmunum er ok - men ikki Superhero. Benjamin følir seg skuffaðan yvir, at teir donsku mynduleikarnir ikki vilja tað, sum er í hansara vilja: "Eg skilji væl, at foreldur ikki sleppa at geva teirra børnum bítt nøvn - men tá tú ert 18 ára gamal, so haldi eg at tú skalt sleppa at eita tað tú hevur hug til ..."

Hvat heldur tú ?!? Svara niðanfyri:

JáH (y) 02.02.2015

Svara
Comments
Forward>>

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.