NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Soleiðis stovnar tú ein flokk

21/2/2015

Comments

 
Picture
Fyri einari tíð síðani, so skrivaðu vit til Føroya Løgting, har vit spurdu um, hvussu tú stovnar ein flokk til næsta val. Vit fingu síðan at vita, at vit skuldu skriva til Almannamálaráðið - og nú hava vit fingið svar hvussu ein berur seg at við at stovna ein flokk.

Hvussu verður farið fram, tá nýggjur flokkur skal fráboðast, er ásett í Løgtingsvallógini § 15. Stk. 3-5, ið eru soljóðandi:


“ Stk. 3. Tá ið val til Løgtingið skal fara fram, boðar løgtingsformaðurin skjótast til ber og í seinasta lagi eina viku eftir, at val er útskrivað, landsstýrismanninum frá, hvørjir flokkar við seinasta løgtingsval fingu umboðan á tingi og framvegis eru umboðaðir har. Í seinasta lagi kl. 18.00 dagin eftir, at valið er útskrivað, kunnu í minsta lagi 800 veljarar boða landsstýrismanninum frá stovnan av nýggjum flokki, sum tekur lut í valinum.

Stk. 4.  Við fráboðanini av nýggjum flokki skulu fylgja dagfestar og undirskrivaðar váttanir frá øllum veljarum, sum fráboða flokkin og váttanirnar skulu vera undirskrivaðar av avvarðandi kommunum, um at viðkomandi er á vallista. Váttanir, sum eru eldri enn 1 ár frá fráboðanardegnum, kunnu ikki góðkennast. Veljarin skal vera lýstur við navni, føðingardegi, bústaði, dagfesting og undirskrift.

Stk. 5. Fráboðan um stovnan av nýggjum flokki er galdandi til fyrstkomandi val fer fram, tó í minsta lagi í eitt ár frá fráboðanardegnum.”

Nåmen, soleiðis sum eg havi lisið tað - so er tað møguliga forseint at stovna ein flokk til komandi val í November - men kanska havi eg lisið omanfyri-nevnda skriva skeivt.

Men her er tað so, tit !!!

Tað fyrsta, sum skal til er eitt gott navn til tín nýstovna flokk. Sjálvur havi eg í huganum tveir flokkar: 

"Sjóvinnuflokkurin" - sum hevur til endamáls, at føroyskir sjómenn fáa betri kor at arbeiða í. Og f. eks, so vildu vit gjarna at ein sum fiskar við Línu í minsta lagið fær somu løn, sum ein í ALS.

"Ð flokkurin" - sum hevur til endamáls, at vera nýskapandi og kanska nema við ting, sum aðrir flokkar ikki tora at nema við. Her eru tað nemliga mong evnir, sum tey tingvaldu ikki tora at nema við.

Tað er eisini sera umráðandi, at tú ikki einsamallur fer í hernað ímóti Løgtinginum - men kanska at tit eru fleiri, sum áhuga hava innan politikk. Tí vilja vit mæla til, at í minsta lagi 6 persónar eru í tínum flokki ella meira ... og sjálvandi er tað eisini umráðandi, at tú velur teir røttu persónarnir inn í tín flokk. Velur tú at gera ein "Sjóvinnuflokk", so er tað umráðandi at tú velur sjómenn (við erfaring) inn í tín flokk. Velur tú hinvegin okkurt provokerandi heitið til flokkin, so er tað samstundis umráðandi at tú velur provokerandi (og kanska skemtilig) fólk á tín lista.

Eftir tað, so er tað sjálvandi tað við tí, at tú verður noyddur at savna 800 undirskriftir inn - áðrenn november 2015 (eri tó ikki heilt vísur í, um tað er forseint í ár). Men tað burdi ikki verið ein trupuleiki, tí tað einasta tú í veruleikanum skal gera, er at banka uppá hjá fólkum og spyrja um eina undirskrift við navni, føðingardegi, bústaði og sjálvandi dato.

Síðan so er tað bara at brúka nokk Facebook og koma við skilagóðum meiningum - og ikki brúka alt ov nógva pening uppá tín flokk - tí føroyingar eru nokkso vanabundnir - so fyri alt stríðið er nú ikki sikkurt, at tú sleppur inn.

JáH (y) 22.02.2015

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.