NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Hvør stendur aftanfyri Infoportalin ?!?

25/6/2016

Comments

 
Billede
Vit á Norðoya Portali vilja meira enn gjarna vita hvør stendur aftanfyri Infoportalin, tí slíkt skemt sum fer framm har, er oftað sera ærumeiðandi fyri framstandandi persónar.

Infoportalurin hevur staðið aftanfyri greinar, sum fólk ikki ordiliga vita, um tey skula taka í álvara ella í skemti og eisini hevur Infoportalurin so dyggiliga gjørt "grin" burturúr okkara Løgmanni.

Greinarnar á Infoportalinum eru somikið væl skrivaðar, at tað ofta ikki sæst um talan er um veruleikan ella bert ein uppspunnin lygn - og júst tað ger ta, at greinarnar á Infoportalinum eru ærumeiðandi fyri persónar, sum tey skriva um.

Og eru greinarnar ærumeiðandi fyri persónar, so kann viðkomandi persónin fáa ein straff fyri hetta - og tí er tað eisini áhugavert, at vita - hvørjum endamál greinarnar á Infoportalinum gagna. Skula vit knappliga sleppa at skriva satiru/óndsinna skemt um onnur dulnevnd ..? So kunna vit øll bara fara í holt við ein Infoportal og skriva garrvillar greinar, sum onki hava við veruleikan at gera ..! Eru vit veruliga komin hartil, at ein uppspunnin lygn - kann tykjast at vera ein sannheit ..?

Men ongin veit hvør stendur aftanfyri Infoportalin og tískil so vilja vit á Norðoya Portali gjarna vita frá fólkið, hvør viðkomandi persónur (ella persónar)  er, sum stendur aftanfyri. Vita tit okkurt, so kunna tit saktans skriva okkum ein mail á mynameisjogvan@gmail.com og vit lova, at tey sum skriva inn til okkara vera dulnevnd og ikki nevnd í greinini, sum vit í framtíðini fara at skriva um Infoportalin.

JáH (y) 25.06.2016

Comments

Hví tora fólkini handan Infoportalin ikki at seta navn til teirra greinar?

25/6/2016

Comments

 
Billede
Persónliga so havi eg onki ímóti satiru, tí tað er nakað, sum eg havi gjørt í sera mong ár. Men eg havi altíð sett navn uppá tað, sum eg havi gjørt og ikki goymt meg undir nøkrum dulnevndum.

Eg kann gott siga tað, at eg haldi, at summar greinar hjá Infoportalinum eru stuttligar, ímeðan eg haldi, at summar greinar eru direkta óndsinnaðar og vilja bert skaða umdømið hjá fólkunum. Og tá ið ein er komin so langt, so haldi eg faktist ikki, at tað er so stuttligt longur.

Eg forstandi heldur ikki, at ein tímur at brúka so nógva tíð uppá skemt og ongin stendur aftanfyri skemti. Og er tað satira, tá ið sannleiki eisini er í greinunum ?!? Hvar er grensan ..? Fyri meg virkar tað sum um, at fólkini handan Infoportalin goyma seg handan pennin og velja ymisk framstandandi fólk at fara eftir - fyri síðani at knúsa teg sundir sálarliga og moralskt.

Men um hetta nú er so stuttligt og ongin tekur skaða av hesum - hví er tað so ongin á Infoportalinum, sum torir at standa framm og fortelja tað, at tað varð hann ella hon, sum skrivaði allar greinarnar ..? Um eg tosið fyri meg sjálvan, so tími eg ikki at brúka tíð og orku uppá greinar í Sosialinum, Dimmalætting ella Norðlýsinum, um skrivarin bert er ein dulnevndur persónir. Um greinar o.a. er alment, so meti eg persónliga, at viðkomandi persónur eigur at hava nossir nokk, at standa inn fyri tað ein ger og síðan skriva sítt navn undir ta grein, sum viðkomandi persónir hevur skrivað.

Men soleiðis er tað ikki á Infoportalinum og umframt at skriva skaðandi grein um Løgmann, so virkar tað sum um, at Infoportalurin fer eftir ávísum persónum - fyri at skaða teirra umdømið. Har eru milt sagt ongar grensir (sum eg onki havi ímóti, so leingi ein torir at standa inn fyri, hvat ein ger) og tó, so TORIR ongin á Infoportalinum at standa framm og siga: Hey, eg skrivaði allar greinarnar ... eri eg ikki stuttligir ?!?

Nåmen, hattar vóru bert nakrir tankar eg hevði um fólk, sum ikki tora at standa inn fyri tað, sum tey gera og vónandi er hetta eitt "wake up call" til ósinnaði fólk, ið annars hava til endamáls at skaða umdømið hjá øðrum.

To be continued, folk's !!!

JáH (y) 25.06.2016

Comments

So verður Menturnarhús ein veruleiki í Klaksvík

24/6/2016

Comments

 
Billede
So verður eitt Menturnarhús ein veruleiki í Klaksvík og vann Ósbjørn Jacobsen kappingina, tá ið Klaksvíkar Kommuna stílaði fyri eina kapping. Tríggjir aðrir vóru við í kappingini og tey vóru: FuglArk, Map Arkitektar og Arkitektar 99.

Og tað er sjálvandi tíð uppá, at Klaksvíkin fær eitt ordans Menturnarhús, tí hetta hevur absalutt verið ein mangulvøra í Klaksvík, so tað baskar eftir í. Sum amatør sjónleikari, so er undirritaði sera fegin um, at stig vera tikin, so at øll tey talentríku fólkini vera verandi í Klaksvík.

So eg vil fegin ynskja Klaksvíkar Kommunu hjartaliga tillukku við tí komandi Menturnarhúsinum, sum vónandi verður liðugt um stutta tíð. Niðanfyri kunna tit síggja hvussu gamla Posthúsið kemur at síggja út í framtíðini ... spennandi, sigi eg bara !!!

JáH (y) 24.06.2016

Comments

Brexit - avgerðin fellur ímorgin!

23/6/2016

Comments

 
Billede
Tað er talan um størstu avgerð, sum bretar koma at taka og støðan er nøkurlunda jøvn. Sjúrður Skaale tippaði, at 52 % fóru at stemma, at Bretland skuldi vera verandi í ES.

Lond, sosum Týskland og Amerika ávara Bretland um at taka seg burturúr ES og blaðið Bild er enntá komin við nøkrum skemtingarsamum boðum um, hvat týskarar eru villugir til at gera, um bert Bretland vil vera verandi í ES:

Vit skula lata vera við at gera gjøldur burturúr oyrunum hjá Prins Charles, vit fara at innføra "tea-time", vit fara at forbjóða øl-skúm og vit fara at lata vera við, at brúka sólcreme á strondini í solidaritet við tí sólbrendu húðini hjá bretum, skrivar týska blaðið Bild til stuttleikar.

John Oliver, sum sjálvur er breti - hevur eitt populert show í Amerika, sum kallast Last Week Tonight with John Oliver og eisini hann ger eitt sindur gjøldur burturúr tí heila, sum annars kann vera ein álvarsøk fyri restina av verðini. Sjá klipp niðanfyri:

Annars so kundu vit á Norðoya Portali ikki skitið meira á um Bretland er verandi í ES ella um teir vilja út og grundgevingin er sera einkul: Who cares ..? Nei, vit meina tað sku' - hvør leggur nakað í tað ..? Tað hevur í grundini onki at siga fyri okkum, um tey vera verandi ella ei - ella hvussu ..? Hvat er TÍN meining um tað heila ?!?

JáH (y) 23.06.2016

Comments

Ein syndarlig sjón í Tórshavn !!!

23/6/2016

Comments

 
Billede
Petur Mikkelsen varð sær ein gongutúr og sær hesa sjón, tá ið hann skuldi sær ein túr runt um Tinganes og varð sera harmur um støðuna hesir neyðars fuglar eru komnir í.

Vit á Norðoya Portali kontaktaðu Petur beinavegin fyri at lýsa um hesa dálking í fjørðinum í Tórshavn og eftir okkara tykki, so líkist hetta svartasta ongum.

Vónandi finna tey, sum skjótast útav - hvar hesin oljuleki (eftir myndunum at døma, so kundi her verið talan um ein oljuleka av grovasta slag) er, so at ikki alt av okkara vøkru nátúru fer í svart. Sjá annars myndarøð niðanfyri - har Petur tók nakrar myndir av teim neyðars likkunum ..! Vit takka eisini Peturi Mikkelsen, at vit kundu brúka hansara myndir til henda tíðindastubba, sum vit meta er sera umráðandi.

JáH (y) 23.06.2016

Comments

Byggingin av nýggja húsarhaldsskúlanum nærkast

22/6/2016

Comments

 
BilledeMánadagin 20. juni 2016 var fundur í Klaksvík millum Jógvan Skorheim, borgarstjóra, Jóhonnu á Tjaldrafløtti, skúlaleiðara, og Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í skúlamálum.
Tað gongur eftir ætlan við verkætlanini at byggja nýggjan húsarhaldsskúla í miðbýnum í Klaksvík.

Mánadagin 20. juni 2016 var Rigmor Dam, landsstýriskvinna í skúlamálum, í Húsarhaldsskúla Føroya og hevði ein stuttan fund við Jógvan Skorheim, borgarstjóra, og Jóhonnu á Tjaldrafløtti, leiðaran fyri skúlan, har víðari tilgongdin í verkætlanini varð løgd tilrættis.

Á fundinum varð staðfest, at arbeiðið við byggiverkætlanini gongur eftir ætlan, og væntandi kann farast undir ítøkiliga arbeiðið í 2017.

Klaksvíkar býráð hevur samtykt at bera helmingin av íløgukostnaðinum, staðsetingin í miðbýnum í Klaksvík er í tráð við miðbýarætlanina har, og nú hava nevnd og leiðsla fyri Húsarhaldsskúla Føroya gjørt avtalu við Klaksvíkar kommunu um at veita byggiserkøna ráðgeving og vegleiðing í sambandi við hesa stóru verkætlan.

Úrslit av samstarvi millum land og kommunu
Rigmor Dam, landsstýriskvinna, er ógvuliga fegin um, at byggingin av nýggja húsarhaldsskúlanum nú nærkast í stórum.

- Henda spennandi verkætlan er eitt úrslit av góðum samstarvi millum Føroya Landsstýri, Klaksvíkar kommunu og eina dugnaliga skúlaleiðslu, og eg síggi fram til, at vit skjótt kunnu seta hesa bygging í gongd.

- Tað er gott, at land og kommunur kunnu standa saman um slíkar verkætlanir, tí saman røkka vit fleiri málum, sum heilt víst gagna Føroyum sum land. Her hevur framtaksthugurin og váðafýsni í lokaløkinum stóran týdning, sigur Rigmor Dam.

Kelda: Løgtingið

Comments

Pisufundur í Syðrugøtu við Eivør og Niclas Hera

21/6/2016

Comments

 
Billede



Tíðindaskriv: 

​Mikudagin klokkan 17 verður pisufundur á Sandinum í Syðrugøtu. 

173 pisur, ið hava gingið á búskapar-, fyrireikingar-, hug- og náttúrubreyt, verða í hesum døgum klaktar á Miðnámi á Kambsdali. Mikudagin eru seinastu próvtøkurnar, og eftir tær er klárt til pisufundin.

Pisurøðurnar í ár halda Niclas Heri Jákupsson, fyrrverandi næmingur á Kambsdali, og Sunniva Waag Dam, núverandi næmingur á Kambsdali.

Tónleikur er sjálvandi á skránni ein hátíðardag sum hendan. Sum vanligt hevur verið í mong ár, spælir Fuglafjarðar hornorkestur, og í ár hava vit eisini stóra heiðurin at bjóða einum av fremstu tónleikarum okkara, Eivør Pálsdóttir,  at framføra á Sandinum í heimbygd síni, Syðrugøtu.

Billede
Comments

Amerikanski herflotaráðharrin á vitjan í Føroyum

21/6/2016

Comments

 
Billede
Hósdagin 23. juni kemur Ray Mabus, amerikanskur herflotaráðharri á vitjan í Føroyum. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum er vertur fyri vitjanini.

Fríggjadagin hevur ráðharrin fund við løgmann, Aksel V. Johannesen, Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum og Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum. Á fundinum við landsstýrið fara partarnir m.a. at umrøða viðurskifti og áhugamál í Arktisk.

Aftaná fundin verður kunning fyri fjølmiðlum í Salinum í Tinganesi fríggjadagin 24. juni kl. 12.
Miðlar, ið ynskja at luttaka skulu boða frá á palln@uvmr.fo ella tlf. 551028 í seinasta lagi hósdagin 23. juni kl. 13.

Á ferðini skal ráðharrin eisini hitta Løgtingsins Uttanlandsnevnd og vitja Arktisk Kommando.
Ráðharrin fer av landinum aftur sunnudagin 26. juni.

Kelda: Løgtingið

Comments

So fara vit í holt við Ð blaðið aftur !!!

17/6/2016

Comments

 
Billede
Tað eru nú nøkur ár, at Ð blaðið gavst - men tað merkir ikki tað, at blaðið ongantíð aftur verður at fáa. Uppá skrivandi stund verður tað arbeitt við at gera eitt nýtt Ð blað og staðfestingin er ógvuliga simpul:

- Ein kann ikki bara enda við einum ólíka talið, sosum 9 - sum Ð endaði við í 2009. Nei, vit vilja gjarna hava tað, at um vit endiliga skula enda, so skal tað vera við nr. 10, sigur Jógvan á Høvdanum (yngri) sum øll hesi árini hevur staðið aftanfyri Ð blaðið.

Um tit kvinnur hava hug, at vera modell í Ð blaðnum, sum sendi eina mynd av tykkum sjálvi á mynameisjogvan@gmail.com og so kontakta vit aftur. Um blaðið vera prentað ella givið út sum ein E-ávis kemur tíðin at vísa, men allerbest hevði verið, um vit megnaðu at prenta tað.

Myndirnar av modellunum vera tiknar hjá Per á Hædd, har Finnur Justiussen plagar at standa aftanfyri fototólið og soleiðis verður tað eisini hesaferð. Í blaðnum vera greinar, sum onnur bløð ikki plaga at skriva um og sjálvandi vera eisini tær vældámdu tekningarnir hjá Jógvan á Høvdanum (yngra) eisini at síggja í blaðnum.

Konsepti aftanfyri hetta blað, sum "møguliga" kemur út - er tað, at hetta verður eitt blað, sum ØLL kunna keypa og vit fara eisini at leggja ein dempara á, so at blaðið kemur at líkjast meira FHM enn M! blaðið og ØLL tey tingini, sum vit mannfólk halda vera áhugaverd - vera sjálvandi eisini við í blaðnum.

So er áhugi fyri hesum, so er at deila hesa grein, so oftað tit kunna og fortelja øllum kvinnum, at nú er møguleiki aftur at enda á Føroya frekastu festligastu forsíðu ... ever! Enn eina ferð - send mynd til: mynameisjogvan@gmail.com - um hetta hevur tín áhuga.

Vit gleða okkum longu - at koma ígongd.

Vh

JáH (y) 17.06.2016

Comments

Jógvan Eli er nýggji flogskiparin hjá Atlantic Airways

17/6/2016

Comments

 
Billede
Jógvan Eli á Høvdanum er júst blivin flogskipari hjá Atlantic Airways og vit á Norðoya Portali ynskja Jógvan Eli hjartaliga tillukku við tí nýggja heitinum - og eitt er so heilt vist og tað er at Atlantic Airways hevur fingið ein ordiliga fong við tær sum flogskipara.

Soleiðis skrivar Janus Rein, sum eisini eigur myndina omanfyri á sínum Facebook vanga: "Eftir venjing í fleiri mánaðir stóð Jógvan Eli Á Høvdanum í dag sítt endaliga linecheck. Hann kann nú kalla seg fyri veruligan Atlantic Airways pilot. Eg hevði æruna at vera skipari á túrðinum.
Hjartaliga tillukku vinurin"

JáH (y) 17.06.2016


Comments
<<Previous
Forward>>

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.