Samgongu-stemmarar SNÝTA !!!
Vit hava eisini fingið eitt sindur av kritikki, sum skipar til, at ein kann stemma tvær ferðir á kanningini - men tað kann ein nevniliga ikki - tí vit síggja, hvør hevur stemmað fleiri ferðir á IP adressunum og har hava Samgongu-stemmarar roynt at "snýtt" fyri at fáa NEI stemmurnar at telja eitt sindur meira ... Fyfy og skammi tykkum, siga vit bara! (tit vita hvørji tit eru)
Ikki serliga populer Samgonga!
119 fólk hava at Samgongan skal halda áframm - ímeðan 302 fólk halda at Samgongan skal leggja frá sær og tað svarar til, at nærum 70 % av øllum Føroyum also vil hava, at Samgongan leggur frá sær. Grundin til, at fólk vilja hava at Samgongan leggur frá sær í stundini kann vera, at Samgongan hevur tikið frá pensjónistum, teim lesandi og sjófólkunum og tá kann ein ikki ordiliga vera populerur, isje sannheit ..?
Viðmerkingarnir á Norðoya Portali tala eisini fyri, at henda Samgongan skal leggja frá sær í stundini - og ongantíð áður hevur ein Samgonga havt so neiliga ávirkan á fólk, sum hendan hevur havt frá byrjan tíð av. So spurningurin er hvussu leingi tey fara at megna at halda áframm ella um tey heldur geva skarvin yvir til tey fólk, sum betur kunna reka okkara land ..! Vit á Norðoya Portali bíða í spenningi, Høgni ..!
JáH (y) 30.11.2015