
Og sjálvandi skal eg eisini umrøða filmin, sum vit føroyingar hava bíða við spenningi eftir.
Filminum sum er 1 tíma og 20 minuttir til longdar og viðgerð evnir, sum vit mangan hava ilt við at tosað um. Hann snýr seg í grundini um eina regliøsa familju og eina minni regliøsa familju, har vit síggja tvey fólk knýta saman vinarbond.
Hetta er ein filmur, sum er meistarliga samansettur við fáum orðum og ein varnast ikki fyrr enn filmurin er liðugur. Tí evnini alkoholisma og trúgv er ein cocktail av evnum, sum ein sjálvdan verður troyttur at hoyra um. Har er sjálvandi eisini vakrar myndir úr Sandoynni, sum ein býtir merki við - men tíbetur stjelur hetta ikki fokus av filminum - tí søgan í sær sjálvum er berandi ígjøgnum allan filmin.

Alt í alt, so varð hetta ein avbera góður filmur, sum lýsti eina søgu av tveimum vinkonur, hvat teirra lív hevði at innibera og hvat í ein maður úr Skopun megnar at gera, um hann bert fær loyvið at folda út síni talentir via eitt kamera.
Við hesum filmi, so hava Sakaris Stóra og Igun í Skrivarastovu sett hol á føroyska filmslist og vónandi vera tað so fleiri um boðið, har vit í Føroyum kunna gleðast yvir føroyska filmsframleiðslu, sum saknur hevur verið í. Filmar kunna í stóran mun seta Føroyar á heimskorti og gera sítt til, at kreativ fólk vinna sær pening til nakað, sum allur heimurin kann vinna sær gleði av.
So takk fyri, tit - fyri eina avbera góða løtu í Norðurlandahúsinum og góðan byr framyvir. Vónandi fara øll fólk úr Føroyum at hyggja eftir hesum filmi og sjálvandi eisini siga sína hugsan um filmin.
Keyp atgongumerkir til filmin á www.bio.fo
JáH (y) 10.09.2017