
Peter Bang – ella “Manden med arret”, sum donsku miðlarnir hava eyknevnt hann – vaks upp uttan umsorgan og uppmerksemi. Hetta førdi hann á heilt ungum árum út á eina lívsleið, har rúsdrekka, rúsevni, harðskapur og brostverk settu dagsskránna.
- Søgan um Peter er ein søga um, hvussu langt eitt ungt lív kann fara av sporinum, tá ið skeivu avgerðirnar hópa seg upp. Tí hevur tað stóran týdning, at vit sum kommuna, stovnar, foreldur og samfelag sum heild eru varug at við læra okkara børn og ungu at taka ábyrgd og sunnar avgerðir, og tað kann hansara søga tæna sum ein góð áminning um, sigur Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini Børn og Ung.
Trivnaðardeildin hjá Klaksvíkar kommunu bjóðaði saman við Skúlatrøð til fyrilesturin, sum varð hildin í stóra sali í KFUM & K. Við søgu síni hugtók Peter Bang bæði næmingar, lærarar og starvsfólk á Trivnaðardeildini, sum eisini vóru til fyrilesturin, og hetta kann koma øllum pørtum til góðar, heldur Beinta Klakstein.
-Barna- og ungdómsvirðini hjá Klaksvíkar kommunu leggja upp til eitt samstarv, har foreldur, børn og samfelagið í felag geva okkara børnum og ungdómi bestu møguleikar fyri at trívast. Hetta kenna vit millum annað frá SSP-arbeiðnum, har sosialir myndugleikar, skúli og politi virka í felag, og tiltøk sum hetta eru partur av eini størri heild av fyribyrgjandi arbeiði. Eisini verður í løtuni arbeitt við at greina nýggjastu úrslitini av ungdómsgranskingini, og har fáa vit ítøkiligar ábendingar um, hvussu stóran týdning sambandið millum foreldur og børn hevur, eisini tá ið tað snýr seg um eitt nú rúsdrekka og rúsevnismisnýtslu. Tí var tað gevandi at hoyra Peter fortelja sína lívssøgu, og eg ivist ikki í, at tey ungu lærdu nakað av fyrilestrinum, sigur Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini Børn og Ung.
Kelda: www.klaksvik.fo
SáH