Ímillum 20 - 25 eigarar av seyðum vóru til staðar og talan er um 12 hagapartar, har 3 dómarar fara at meta um 40 seyðir.
Tað byrjaði í morgun kl. 10.00, har tað sum fastur táttur er, at morgunmatur verður etin í Bygdahúsinum í Haraldsundi av fólkið sum hava við seyðasýningina at gera.
Norðoya Portalurin tosaði við Brandur í Kongsstovu og hann lovaði okkum, at vit skuldu fáa at vita, nær Seyðasýningin varð liðug og hvør fór at vinna. Vinnarin verður helst funnin um 17.00 tíðina í dag.
JáH (y) 29.10.2016