NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

KVF skal hava betri sømdir!

21/8/2015

Comments

 
Picture
Mangan havi eg siti frammanfyri sjónvarpi og banna & blóta. Serliga tá ið okkurt politiskt hevur verið á skíggjanum. Men tað merkir ikki tað, at eg haldi sendingarnir hjá KVF eru vánaligar ... nei, tvørturmóti. Mær dámar væl, at skræða meg um ymisk politisk viðurskifitr.

Men tað er ikki lætt hjá KVF fólkunum, at gera so góðar sendingar fyri so lítlan pening. Og vilja politikara eisini minka um teirra sáttmála ... ár eftir árið.

Persónliga so eri eg slett ikki einigur við hesum. Eg meti, at KVF skal hava nógv betri sømdir tey hava í dag. Og tað merkir so eisini, at vit raðfesta okkara lokala sjónvarp & útvarp eitt sindur meira - enn hvat vit gera í dag. Eitt nú - hevði tað verið stuttligt, at vit føroyingar fingu Prix Føroyar aftur á skránna, sum jú varð við til at skapa tann tónlistarliga meistaraverk - eitt nú kann nevnast Finnur Koba, sum vit kenna frá Páll Finnur Páll. Hann ger í dag framúr góðar sendingar - bæði til Útvarp og Sjónvarp.

Men peningaligi korini hjá KVF minkað fyri hvørt valskeið - kanska tí at politikara føla seg hóttan. Um so er - so er ein farin í skeivt arbeiði, tí KVF eigur at vera kritiskt. Eg haldi sjálvur, at um vit seta meira pening av til tí kreativu leiðsluna hjá KVF, so fáa vit tað eisini aftur. Tí hetta kann vera við til, at seta Føroyar á heimskorti og skapa ótømandi møguleikar, at selja sendingarnir víðari út í heim.

Vit mangla satiru/skemtisendingar í KVF og ongantíð for skjótt, at vit fingu Pipar & Salt aftur á skránna. Slíkar sendingar, sum hesar (og aðrar) vóru við til at skapa eina føroyska mentan - og verur tað tosað enn tann dag í dag um tær sendingarnir. Um eg verið valdu á Ting - so fari eg at lurta eftir leiðsluni hjá KVF og heldur enn at vera ágangandi ímóti teimum, so fari eg at vera fyrikomandi & spyrjandi. Tí tað kemur ein nógv longri við.

Eg veit hvussu tað kostar, at gera sendingar - men eg veit eisini, at vit saktans kunnu tjena teir pengarnir inn aftur. Tað krevst ein politiskur vilji til, at skilja støðuna hjá KVF og tann vilja havi eg. Eg vóni, at framtíðar karmarnir vera bjartar hjá KVF - tí tað hava tey so sanniliga uppiborið. Fyristilla tær hvussu stuttligt tað hevði verið, um knappliga ein føroysk sending vann fleiri altjóða viðurlønir - og ferðafólk knappliga komu streymandi (enn meira enn í dag) til okkara vakra deiliga land? Jú, vit eiga at varðveita KVF og skapa trygga karmar rundan-um tey, sum har arbeiða. Vit eiga arbeiða ímóti, at gera enn fleiri føroyskar sendingar - enn hvat vit gera í dag. Tí (sum sagt) hetta er okkara mentan og hana skula vit vera góð við!

Jógvan á Høvdanum 
- Valevni hjá Nýtt Sjálvstýri 

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.