NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Ein Ókeypis Ferðaseðil um Árið!!!

21/8/2015

Comments

 
Picture
Mítt uppskot er, at føroyingar fáa ein ferðaseðil um árið - so at vit kunna samla okkum mót at vera verandi her. Líkasum fáa eitt sindur av sól frá øðrum londum - burdi ikki verið skaðiligt fyri nakran.

Grundin til at eg siga hetta her - kemst ikki av ongum grundum. Í einari myrkari bygd í
norður Noregi - gera tey nevniliga hetta her. Vegna veður, so fær fólkið sum har býr - ein ókeypis ferðaseðil til tað land, sum tey hava hug til. Og tá ið tey so koma aftur til bygdina eru fólkini fylt upp við gleði, sum eisini ger tað, at fólkið verur verandi har.

Eg og konan vóru ein gongutúr ein dagin, og tá fekk eg prát við ein miðal gamlan mann, sum gekk nógvar gongutúrar. Eg spurdi hann, um hann nakrantíð hevði upplivað eitt so vánaligt summar, sum í ár. Hann svaraði nei, ongantíð hevði hann tað og varð fullvísur í eina veðurlags broyting, sum vit føroyingar nokk ongantíð sleppa av aftur við.

Tí sigi eg eisini,  at vit føroyingar áttu at fingið ein ókeypis ferðaseðil - eina ferð um árið. Tað hevði ikki kosta landinum nógv og kundi tað eisini verið ein slags "skattalætti", sum Valevnir kring Føroya knøtt - brúka so dúgliga beint nú. Tann sálarveiki føroyingurin hevði fingið ágóða av hesum og eisini hevði tað lætt nógv um hjá mongum barnafamiljum, sum ikki hava ráð til ferðast hvørt ár.

Eg vil halda uppá, at ein & hvør hevði notið gott av at ferðast - har ein kundi fylt Lívs-bikarið av nýggjum upplivingum og hendinum kring allan heim. Og Atlantic Airways og Norrønu eiga vit føroyingar - so har nýtist ongin vandi at vera á ferð - viðvíkjandi tí hetta kemur at kosta landinum. Vit høvdu eisini verið við til at skapt okkurt nýtt í Føroyum - eitt nýtt, sum kanska onnur smálond eisini høvdu verið farin í holt við. Um eg verið valdur inn á Ting, so skal eg ikki beinleiðis lova tykkum, at hetta uppskot verður samtykt - men tað er í hvørtfall eina roynd vert, at prøva, isje sannheit.

So ynskir tú tær eina broyting - so hugsa teg um, tá tú fer á Val tann 1. september. Eg fari at arbeiða fyri tónleikinum, sjónleikinum og allari list. Eg fari at arbeiða fyri at beta um korini hjá Sjónmanninum, Krambakallinum og øllum teimum við erfaring, sum tjena alt ov lítið - í mun til, hvat alt kostar í dag. Eg fari at arbeiða fyri (og arbeiði fyri) at BANNA Sea Shepherd og samstundis, so vil eg betra um Ferðavinnuna. Ja, eg vil "branda" Føroyar av nýggjum og til tað, so havi eg also brúk fyri, at tú stemmar uppá meg tann 1. september. Vit hava brúk fyri skapandi talentfullum fólkið, sum ikki eru bangin fyri, at koma við einari nýhugsan.

Jógvan á Høvdanum
- Valevni hjá Nýtt Sjálvstýri











Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.