NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Betra um korini hjá talentunum!

17/8/2015

Comments

 
Picture
Alt ov leingi hava vit føroyingar hugt at, ímeðan tey mongu talentini vit hava í Føroyum - ikki fáa nóg nógvan stuðul fyri tað megnararbeiðið tey hava útint fyri okkara land. Her tosað vit bæði um tónleik, sjónleik, film, list osv.

Taka vit tónleikin sum dømið - so eiga vit í Føroyum heimsins bestu tónleikarar. Ongin ivi er um, men tað vísur seg, at vera trupult hjá einum tónleikara, at sláa ígjøgnum her í Føroyum og tískil so fara tónleikarar oftað aðra leiðir. Her kann ein fyrst & fremst hjálpa teimum, sum spæla hvørt vikuskiftið til dans við einum skattalætta - tí tað skal loysa seg at spæla tónleik fyri tey, sum skapa undirhald (nærum) hvørt vikuskiftið. Og tosað vit um fløguútgávu, so skuldi tað eisini verið gjørt soleiðis, at tónleikarin slapp undan at gjalda ov nógvar eykaútreiðslur til landið - tí hetta er ikki nakað, sum skal halda landi koyrandi. Nei, tvørturímóti - so eiga vit heldur, at hjálpa til, tá ið ástendur hjá einum tónleikara - tí sum sagt áður, so er tónleikur mentan og okkara mentan eiga vit at vara um. Har afturat - so skuldi tað almenna KVF eisini fingið eyka veiting til sjónbandaløg, sum gjørdu tað, at fleiri tónleikarar gjørdu sær deilt av hesum og fingu sett Føroyum meira sjónligt á heimskorti. Um ein tónleikari slær ígjøgnum um allan heim - so er tað sera umráðandi, at tann nú kendi tónleikari býr í Føroyum. Um eg sigi Bjørk & Ísland, so nýtist mær næstan ikki at siga meir ella nýtist mær yvirhøvur at fortelja tykkum hvørjum landi ABBA er frá ..?

Fólk sum tekna, mála og skriva hava tað eisini ringt við at fáa endarnir at røkka saman - og hesum fólkunum eiga vit so sanniliga eisini at stuðla. Og mangir eru mátarnir ein kann hjálpa slíkum talentum, men tað krevst fyrst & fremst, at ein lurtar eftir teimum og forstendur tey. Og tá ið ein sjálvur eisini teknar & skrivar - so er ongin annar betri enn eg at lurta & forstanda.

Tá ið vit tosað um aðra list enn tónleik, sum t.d. sjónleik & film - so eru hetta evnir, sum eg havi persónliga sera stóran áhuga fyri. Innan sjónleik røkkur nærum ongin stuðul og tað haldi eg vera trist, tí sjónleikur er so sanniliga eisini ein partur av okkara føroysku mentan. Eisini her eiga vit at traðka inn og veita stuðul og júst sum í tónleikinum, skuldi KVF fingið eyka veiting fyri at upptikið sjónleikir, so at sjónleikurin t.d. kundi fingið til keyps í handlum.

Og innan filmslist - so er onki at ivist í, at har eiga vit eisini mong talentir. Har burdi tað verið uppá sítt pláss, at Føroyar miðaði ímóti, at gjørt íhvørtfall ein spælifilm um árið. Tí vit vita, at filmarnir Ringanna Harri setti New Zealand aftur á heimskorti og er touristman totalt blóma - grunda av filmunum. Vit eiga lata talentini tala fyri seg sjálva og vera ein rødd fyri okkum uttan um heim - og sjálvandi skulu vit veita stuðul hesum viðvíkjandi. Hevði tað ikki verið fantastiskt, at ein føroyskur filmur setti Føroyar á heimskorti og touristman fór at blóma totalt í Føroyum - júst sum í New Zealandi ..?

Tá ið eg sigi, at slík talentir sum vit hava í Føroyum eiga, at fáa stuðul - so meini eg ikki við, at eitt projekt sum ein er í holt onki skal kosta fyri viðkomandi. Men vit muga síggja møguleikarnir fyri talentini og veita stuðul til tey, sum kunna bera tí føroysku mentanini víðari. Hartil, so meti eg ikki at nevndin hjá einum slíkum skal vera politisk - men heldur fólk við erfaring (innan ávís økið) eru í hesu nevnd, sum veita skula stuðul til hesu talent. Vit í Føroyum eiga at vera takksom fyri eldsálir vit eiga her á fold og eisini eiga vit at vísa takksemi fyri tey sum skapa undirhald hvønn dag fyri ongan pening.

Vit eiga eisini, at veita eyka stuðul til okkara KVF. Og tað sigi eg ikki bert, tí at tey gera knasandi góðar sendingar, men tí at vit kunna gera nógv fleiri undirhalds-sendingar enn hvat vit gera í dag - um vit bert vísa (aftur her) eitt sindur av "know how" hvussu tøknuliga tann heimurin er blivin. Og hyggja vit eftir pengapunginum hjá KVF - so síggja vit eisini, at har manglar í og vilja núverandi poltikara taka enn meira frá teimum. Hvussu kann man taka frá einum, sum onki hevur ?!? Tað krevst bert ein øðrvísis raðfesting til frá einum øðrum sjónvinkli - so hevur man knappliga pening til KVF. Latið okkum varðveita okkara føroyska sjónvarp og eisini vísa virðing fyri tey, sum har arbeiða. 


Velur tú meg 1. september, so fari eg arbeiða fyri, at vit betra um korini hjá teim mongu talentunum vit hava her í Føroyum. Tað er so mangt vit kunna gera, men ikki gera. Tað er tíð uppá eina broyting - sum veruliga kemur at seta Føroyar aftur á heimskorti. Eg eri ikki bangin at taka ímóti hesari avbjóðing og tað dragar seg í veruleikanum um at varðaveita okkara føroysku vældámdu mentan.

Jógvan á Høvdanum
- Valevni hjá Nýtt Sjálvstýri


Comments
Forward>>

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.