NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Nakrar grundir hví TÚ skalt velja meg!

26/8/2015

Comments

 
Picture
Nú tað stundar til Løgtingsvalið, ynski eg at siga frá, hvat liggur mær nærmast at hjartanum, og hvat eg lovi at arbeiða fyri.

Banna Sea Shepherd

Mítt fyrsta mál, er at Banna Sea Shepherd. Mín meining er tann, at vit ikki eiga at lata okkum kúga av einum slíkum felagsskapi sum Sea Shepherd og tí fari eg at skjóta upp beinavegin, um eg komið á Ting, at banna tey. Sea Shepherd vil okkum bara ringt - og vilja tey broyta um okkara aldar gomlu føroysku mentan. Tað kunna vit ikki loyva teimum, og mín meining er, at tað einasti rætta, er sjálvandi at banna tey. Teir arbeiða ikki bara í føroyum, við at leggja uppí grindadrápini, men stórsta hóttanin í móti okkara landi, fer fram á alnetinum og í fjølmiðlum kring heimin, har teir brúka allar miðlar til at oyðileggja okkara umdømi. Tí muga teir bannast, og ongantíð ov skjótt,- so at teir ikki oyðileggja okkara vinnu, og serliga ferðavinnu meira, enn hvat teir longu hava gjørt. Hettar verður kanska ikki nøkur løtt uppgáva - men eg trúgvi, at tað ber til við rætta viljanum, og hann havi eg.

Betra um korini hjá Ferðavinnuni

Eg ynski eisini at betra um korini hjá Ferðavinnuni. Ferðavinnan í Føroyum blómar, og trúgvi eg, at um teir røttu karmarnir vera givnir, og forðingar, eitt nú Sea Shepherd verða fjernaðar - so kunna vit fáa ferðavinnuna at blóma enn meira - enn hvat hon ger í dag. Møguleikarnir innan Ferðavinnuna eru óendaligir og eitt nú nakað, sum ikki hevði kosta Landinum ta stóra - varð at seta skeltir (við myndum) kring Føroya land, sum greiddi frá ymiskum Søgnum & hendingum. Soleiðis at ferðafólkið fekk eina enn størri uppliving av okkara vakra Føroya landi. Sjálvandi skula vit eisini "branda" okkum sjálvi nógv meira úti í heim - so at ØLL verðin kemur at kenna okkara friðarliga vakra land.

Betra um korini hjá Sjómanninum

Eg ynski eisini at betra um korini hjá Sjómanninum. Ongin ivi er í, at minsta lønin hjá sjómanninum skal vera størri. Sjómaðurin er tann, sum heldur Føroya landi uppi, og eg haldi, at tað er undir lágmark, at hann/hon skal tjena minni um mánaðin enn hvat ein t.d. ger í ALS. Eg havi sjálvur siglt og fingið minstu løn, og eg veit hvussu tað følist. Eisini haldi eg, at allir mans umborð hava líka stórt virðið, og at tann royndi sjómaðurin, tí eisini skal fáa pappír uppá teir førleikar hann/hon hevur nomið sær ígjógnum arbeiðslívið - tað kundi t.d. verið pappír uppá, at hann/hon er góður trolmaður/kvinna, ella t.d. við Línuskipi, at hann/hon dugir at standa við splittaran, greiða út, kasta miður, standa við rulluna, kryvja ella er gott lastafólk ella hvat tað nú skal vera. Eingin keta er sterkari enn veikasta liði, og eitt skip har allir mans standa á brúnni, ella í maskinrúminum, dregur ikki nógv til mans.

Tað skal loysa seg at hava Erfaring

Allir postar hava týdning, og skulu hesi fólk tí eisini verða vird. Í Danmark gera tey longu hetta her - og sjálvandi skula vit eisini gera tað sama og blíva við at menna tað góða sjófólki, sum vit hava í Føroyum. Tað skal eisini loysa seg at hava royndir Um tú tekur eina sjúkrasystir, sum skal arbeiða baði í skiftivaktum, og í vikuskiftum, ella ein krambakall sum dømið - so er lønin ikki serliga nøktandi. Eg havi sjálvur verið limur í S & K sáttmálanum og tann sáttmálin er als ikki nakað at reypa av. Tí fari eg at skjóta upp, at fólk sum hava arbeitt í sama starvi í mong ár, fáa munandi hægri løn enn hvat tey fáa í dag. Tað er ikki serliga eggjandi, at ein persónur sum hevur brúkt minimum 2 ár uppá at nema sær útbúgving innan faki, eftir 14 ár, ikki er komin uppá 25.000kr sum er toppurin. Hendan lønin er als ikki samsvarandi við kostnaðarstøði í dag. Her krevjast ábøtur í stundini, so at krambafólk kring Føroya land, ið enntá sum regul arbeiða annan til triðja hvønn leygardag, og sum ofta arbeiða yvir, tá onnur velja at avspáka, ella geara niður (t.d um jóltíðir) skulu fáa betri sømdir & løn enn hvat tey fáa í dag.

Betra um korini hjá Talentunum

Síðst men ikki minst, so ynski eg at betra um korini hjá Talentunum. Tað er ongin loyna, at tað er sera trupult hjá einum Listamanni/kvinnu at klára seg í Føroyum. Og tá ið eg tosið um List, so tosið eg um alla List: Sjónleik, Tónleik, Film, Skriva, mála osv. Vit muga skapa tryggar karmar fyri Listamannin/kvinnuna sum býr í Føroyum og syrgja fyri, at tey fáa so góðar og virðiligar treytir at liva undir, sum yvirhøvur gjørligt. Og nakað sum vit heilt klárt skula stremba eftir - er at í minsta lagi ein føroyskur spælifilmur verur gjørdur um árið. Um eg verið valdu inn á Ting - so fari eg at arbeiða fyri listafólkini. Eg fari at lurta eftir - hvat tey hava uppá hjarta.

Eg ynski at skapa karmar fyri menning til føroyska fólki og landið vit liva í. Um tú vilt hava eina broyting - so er tað nú tú skalt gera hana. Vel rætt tann 1. september. Vel mannin, sum bert vil Føroya landi gott.

Jógvan á Høvdanum
Valevni hjá Nýtt Sjálvstýri.



Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.