NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Man verður ikki ríkur av at gera film í Føroyum!

28/8/2015

Comments

 
PictureFB mynd av Sakaris Stórá
Persónliga so haldi eg at tað stak synd, at filmurin hjá Sakaris Stórá møguliga ikki verur gjørdur í Føroyum. Stórá hevur annars fingið altjóða viðurkenning fyri stuttfilmin hjá sær fyri stuttari tíð síðandi og er ein maður fullur av talent. Men har manglar peningur í og uttan pening - ongin filmur. Vit á Norðoya Portali hava sett nakrar spurningar til Sakaris Stórá hesum viðvíkjandi:

1. Hvussu eru livikorini hjá einum leikstjóra í Føroyum ?!? 

Tað er ein spurningur sum eg ofta havi hugsa um. Man verður ikki ríkur av at gera film í Føroyum. Og defineraði eg livikorðini eftir inntøku, so høvdu tey veri undir fátækarmarkið. Men hinvegin, so er hetta ein lívsleið sum eg havi valt.
Eg havi bara gingið 10 ár í fólkaskúla. Eg treivst ikki í skúlanum. Síðani arbeiddi eg 3 ár á flakavirkið,men tað dugdi eg ikki, og tað tímdi eg heldur ikki, sjálvt um tað var munandi hægri lønt arbeiði enn filmur. So slapp eg á filmskúla, og tá føldi eg at eg hevði funni nakað sum eg dugdi og elskaði. Og tað er tað sum er drívmegin. Í so máta eru livikorini góð. Men eg vildi ynskt at fíggjarliga styrkin var betri, og at døgnið var longri, so eg kundi gjørt meira film, og brúkt meira tíð uppá tað.


2. Hvussu heldur tú, at tað átti at verið raðfest innan Filmsvinnupolitikk í Føroyum ?!?

Tað átti at veri skipa ein breið semja um ein Føroyskan filmspolitik, eina ætlan sum strekkjur seg longri enn eitt valskeið. Soleiðis at filmsmiðilin ikki blívur ávirkaður av teimum ymsu samgongusamansetingunum. Armslongdarprinsippi átti eisini at veri lógarfest, so politiska valdi ikki hevði møguleika at ávirka tað sum filmslistafólk skapa.
  Játtanin átti eisini at blivi økt munandi, so at vit lutfallsliga vóru á sama støðið sum grannalondini. Men hon burdi blivi økt stigvíst, so vit á vegnum lærdu okkum at umsita játtanina ordiligt. Eitt filmshús, kanska ein minni variantur av Danska filminstituttinum, burdi eisini veri sett á stovn, so at Føroyskir filmar blivu meira atkomiligir fyri fólkið, og filmsvinnan var betri samskipa.


3. Heldur tú, at tað er neyðugt, at vit føroyingar gera filmar ?!?

Ja, absolutt. Eitt og hvørt fólk, skal hava møguleika fyri at síggj sítt samfelag og sína samtíð á stóra løritinum. Føroyingar hyggja nógv eftir filmi, um tað so er fyri at fáa undirhald, fyri at taka ein steðg frá gerandisdegnum, fyri at víðka sjónarringin ella fyri at blíva hugtikin av sterkum søgum, so slepst ikki undan at filmur hevur veri ein stórur partur av okkara mentan í sera nógv ár. Men munurin á okkum og okkara grannalondum er at vit í Føroyum bara kunna síggja og endurspegla okkum í útlendskum filmum. Vit hava eitt ótal av søgum at fortelja, og vit hava eitt vakurt móðurmál.

4. Hvat vilt tú siga við komandi Løgtingsmenn ?!?

Føroyar er eitt ómetaliga ríkt land. Skapa tit røttu umstøðurnar til at gagnnýta bæði náttúrutilfeingi og tað ándsliga tilfeingi í Føroyasku fólkasálini, so hava tit skapt nakað sum bæði tit og tykkara eftirkomarar kunna vera stóltir av. Gjøgnum mítt arbeiði síggji eg næstan dagliga hvussu ómetaliga nógv evnarík fólk vit hava í Føroyum. Gevi teimum møguleika at menna seg og blóma. So skal tað nokk løna seg, bæði í pengum og ándsligum virðum.

5. Til endans, Sakaris. Er filmur ein betalandi vinna ?!?

Ja. Orsøkin til at filmur kostar so mikið nógv, er at pengarnir fara út til veitarir. Burtursæð frá teimum positivu lokalu ringvirkningunum sum filmur skapar, er tað Í grannalondunum eisini staðfest at hvør króna sum verður løgd í filmsvinnuna, kemur fleirfalda aftur til samfelagið. Og í Íslandi eru útlendskar framleiðslur. Tað eru ikki leikstjórar sum blíva ríkir av filmi, tað er búðskapurin og mentanin sum blíva rík. Vit sleppa bara at gera tað sum vit elska og egna okkum best til.

JáH (y) 28.08.2015

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.