Men tað hevur ikki verið ein loyna, at Cohen hevur havt tað ringt. Í oktober mánað segði Cohen við New Yorker:
- Eg eri til reiðar at doyggja. Eg vóni, at tað ikki verður ov strævið ... hetta er tað fyri meg, segði Cohen - men eftir hetta segði Leonard Cohen við aðrar fjølmiðlar:
- Nei, tvætl tit. Eg yvirdrívi bara ... eg ætli mær faktist at liva í allar ævir!
Sonur hansara, sum framleiddi albummi You want it Darker, sigur eisini við fjølmiðlarnir í dag, at pápi hansara, Leonard Cohen, veruliga varð "one of a kind" og ein fantastiskur skemtari.
JáH (y) 12.11.2016