Vit vita tó ikki um greinin hjá okkum hevur ávirka, at Gekkurin er blivin eitt sindur stuttligari at spæla nú. Les grein HER
Men um nú onkir eydnusamur vinnarin verður næstu ferð - so er tað sera harmuligt, at Gekkurin aftur endar á góðar 100.000,00 kr og harvið missir eina rúgvu av Gekka fjepparum - sum ikki tíma at spæla um "sølle" hundrað túsund.
Vit halda tó - at lúkarnar eru alt ov smáar enn og at um ein slapp inn til fyrsta spæl, so burdi ein vunnið 10.000,00 kr og 20.000,00 kr næsta spæl og 30.000,00 kr triðja spæl - nú soooo nógvur peningur er at vinna til fjórða spæl - nevniliga 1,7 milliónir krónir.
Ein fortaldi fyri okkum á Norðoya Portali at tað eisini hevði verið eitt gott hugskot hjá fólkunum handan Gekkin, at stíla fyri at ein kundi vinna eitt krov um ein kom ígjøgnum - sum eyka vinning.
Og hvat við at biðja Kim Hansen spæla næstu ferð ?!? Terja Rasmussen ?!? Ella hvat við Hanus G. Johansen ?!? Og hvat við at fáa Jákup Veyhe at fýra eina góða av ímillum vinningarnir ?!? Forrestin so smakkar KONFEKT ótrúliga væl - men onkuntíð kann tað vera strævið & óintersant at eta "konfekt" allatíðina, isje sannheit ?!?
JáH (y) 28.10.2014