NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Vikuskiftislesnaður: John Mogensen

24/3/2018

Comments

 
Billede
John Mogensen varð føddur tann 5. mai 1928 og doyði tann 10. apríl 1977. Hann varð ein danskur sangari, sangskrivari og komponist.

Les eisini: Endiliga ein filmur gjørdur um John Mogensen

Í 1952 varð John Mogensen limur av sangkvartettini Blue Boys - men byrjaði seinni Four Jacks, saman við Poul Rudi, Otto Brandenburg og Bent Wether.

Bólkurin Four Jacks, sum hevði nøkur hits, gavst 1963 og tá fór John Mogensen at spæla sjálvur í teim vælkendu Oslo bátunum, til familjuveitslur og á smærri barrum.

Hann skrivaði eisini sangir til øðrin fólk og her kann nevnast at hann skrivaði Du ser mig når jeg kommer til Grethe Sønck og nakrar sangir til Jørgen Ingman. Tað varð í 1964, at John Mogensen gav sína fyrstu single út - men tað varð ikki tað, sum fór at gera hann kendan.

Við sanginum Der er noget galt i Danmark frá 1971 - tók solo karrieran skjótt dyg á seg og hann fekk eina kontrakt við Jørgen Kleinert. Har frá bleiv ein rúgvu av innspælingum gjørdar og ígjønum 70'ini varð John Mogensen eitt ordans hitt í Danmark. Hann vann í 1972 eisini Nikolaj prísin fyri sín orginalitet og sangevnum.

Billede
​John Mogensen dámdi sera væl radioprogrammi Dansktoppen og tað fekk hann eisini kritikk, sum hann legði líka í:

- Dansktoppurin eru tú og eg, tann deiligasti koppur av kaffi tu drekkur, og tað er alt og onki, sum hendir hvønn tann einasta dag.

Men John Mogensen hevði stórar trupuleikar við rúsdrekka - og tað sæst serliga í endanum á hansara karrieru, tá ið hann byrjaði at avlýsta fleiri og fleiri konsertir. Tað komst eisini av, at hann hevði trupuleikar við at standa á pallinum og oftað mátti John drekka sær eina kenning, áðrenn hann fór á pall. Sangirnir hjá honum vóru eisini oftað um, hvussu tað varð at liva sum bums og serliga sangurin Nede i møjet - gevur tær eina kenslu av tí.

John Mogensen dámdi best at spæla í barruni Færgegaarden - og tað varð eisini har - honum dámdi best at drekka. Tann 10. apríl varð seinastu ferð, at John Mogensen vitjaði hansara barr og her segði hann við barrtendarin Carsten Roslundh: 

Billede
- Old timer ... eg haldi sku', at eg eri liðugur! 

Og til hetta svaraði Roslundh:

- Guð ert tú so ... tú skalt bara heim til Ruth. 

Stutt eftir datt John Mogensen um, bleiv koyrdir heim til konuna og har doyði hann so av einum hjartasteðgi.

Fleiri av songunum hjá John Mogensen vera enn tann dag í dag - dagliga spældir í teim donsku útvarpunum, umframt at sangurin Så længe jeg lever (1973) er sera væl umtóktir í barrum og aðrastaðnis. Ígjøgnum 34 ár - so megnaði John Mogensen einans at skrivað áleið 30 sangir, men so skal eisini sigast, at teir allerflestu sangirnir hjá Harra Mogensen eru heilt ávorliga WELL.

JáH (y) 24.03.2018

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.