NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Nýggja nevndin hjá Kl. Sjónleikarafelag hevur skipað seg

23/3/2018

Comments

 
BilledeDurita Samuelsen, Emry Jo, Aðalbjørg Linklett, Jógvan á Høvdanum og Nicolina Rubeksen. Tey, sum mangla á myndini eru: Rólant R. Biskopstø og Jógvan Salemon
Nýggja nevndin hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag hevur skipað - eftir loknan Aðalfund mikukvøldið.

Heil fitt av fólkið vóru komin í tí Gomlu Brandstøð til Aðalfundin og greitt bleiv frá ymiskum tiltøkum, sum standa fyri framman hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag.

Skipað bleiv soleiðis, at Aðalbjørg J. Linklett bleiv afturvald til, at vera Forkvinna í felaginum, umframt at nýggji skrivari er Durita Samuelsen.

Emry Jo er framvegis Næstkvinna hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag og nevndarlimir eru Rólant R. Biskopstø og Jógvan á Høvdanum. Tiltakslimir eru Jógvan Salomon Joensen og Nicolina Rubeksen bleiv fyrst vald.

Í næstum verður skipað fyri Norðoyastevnu Teitinum og har fara allar kreftir (gamlar sum nýggjar) at spíla seg út og skipa fyri einum Teitið, sum seint verður gloymt. Ætlanin er at møtast aftur um Teitið tann 6. apríl Kl. 19.00 í tí Gomlu Brandstøðini - har Kl. Sjónleikarafelag í løtuni húsast og býr ein innari sjónleikari í tær, so ert tú meira enn vælkomin at møta upp tá.

JáH (y) 23.03.2018

Comments

Enn ein ráðgevi hjá Trump givið skarvin yvir

23/3/2018

Comments

 
Billede
Amerikanski forsetin, Donald J. Trump, hevur úr at gera - við at skifta fólk út úr tí Hvíta Húsinum.

Á Twitter hevur Trump skrivað, at hansara trygdarráðgevi H.R. McMaster verður skiftur út við John Bolton (á myndini).

John Bolton er fyrrverandi sendifólk hjá FN og tekur við tí nýggja starvinum tann 9. apríl.

Ongatíð áður hava so mong fólk verið skift út í tí Hvíta Húsinum og tað byrjar at líkast eini vánaligari sendirøð frá The Apprentice - har tann vanligi Donald J. Trump gav fólkum sekkin - um tey ikki gjørdu eitt gott arbeiðið fyri seg.

JáH (y) 23.03.2018

Comments

​Páskaguðstænasta fyri teimum yngstu í Klaksvík

22/3/2018

Comments

 
Billede
Christianskirkjan skipaði í morgun fyri eini serligari páskaguðstænastu fyri dagstovnunum og dagrøktini í kommununi.

Jólaguðstænastan fyri teimum yngstu børnunum varð í ár ávirkað av verkfallinum hjá Pedagogfelaganum. Tí hevur Hanus á Gøðrum nú bjóða øllum dagstovnunum og dagrøktini í kommununi til páskaguðstænastu.

Hóast illfýsið veður, so vóru nógv møtt til páskaguðstænastuna. Skúlakórið framførdi, og setti tað ein heilt serligan dám á hátíðarløtuna.

Her fleiri myndir, klikk her: "Páskaguðstænasta fyri teimum yngstu í Klaksvík".klaksvik.fo/news/151/paskagudstaenasta-fyri-teimum-yngstu-i-klaksvik

Kelda: www.klaksvik.fo

SáH

Comments

Álit um endurskoðan av lóg um gransking handað Rigmor Dam

21/3/2018

Comments

 
Billede
​Rigmor Dam, landsstýriskvinna í granskingarmálum, fekk í dag handað álit um endurskoðan av lóg um gransking.

Les álitið her.

Fleiri landsstýrisfólk varða av gransking, menning og nýskapan. Fleiri almennir stovnar hava gransking sum lutvísan ella umfatandi part av sínum virksemi. Eisini eru fleiri grunnar, sum veita stuðul til hesi endamál. Vísindaráðið mælti í 2011 til økt samstarv bæði millum granskingarstovnarnar og millum stuðuls­fyrisitingarnar. Lógin um gransking tørvar at verða endurskoðað og dagførd í mun til ta menning, sum hevur verið á økinum í Føroyum og úti í heimi síðani 2006.

Les meira HER

JáH (y) 22.03.2018
Kelda: Gransking.fo 21.03.2018

Comments

Zuckerberg: Vit hava gjørt ein feil

21/3/2018

Comments

 
Billede




Stjórin á Facebook, Mark Zuckerberg innrømmar, at fyritøkan gjørdi ein feil, tá ið Cambrigde Analytica fekk data frá 50 milliónir brúkararum.

- Vit hava eina ábyrgd at verja um títt data og megna vit ikki tað, so eiga vit heldur ikki at veita tær tænastu. Eg havi arbeitt við - hvat júst er hent og hvussu vit gera, at slíkt ongantíð hendir aftur, skrivar Zuckerberg á hansara Facebook vandamynd.

- Vit hava gjørt ein feil, nógv arbeiðið er fyri framman og vit muga taka okkum saman og fáa arbeiðið gjørt, sigur Zuckerberg at enda til sínar Facebook brúkarar.

JáH (y) 21.03.2018

Comments

Møguliga er bumbumaðurin í Texas skotin til deyðis

21/3/2018

Comments

 
Billede
Tær seinastu vikurnar hava fleiri bumbupakkar verið í umferð í Austin, Texas - har løgreglan har um leiðir hava leitað við øllum alvi eftir bumbumanninum.

Sjónvarpstøðin KVUE fortelur frá, at ein maður er skotin til deyðis og vilja tey vera við til, at talan er um bumbumannin, sum er skotin til deyðis.

Løgreglan úr Austin skrivar eisini á Twitter, at tað hevur verið ein skotbardagi í Texas. Men teir vilja ikki út við enn - um tað er tann veruligi bumbumaðurin, sum er skotin til deyðis.

JáH (y) 21.03.2018

Comments

Familjan má við í rúsviðgerð

20/3/2018

Comments

 
Billede
​Rúsviðgerðin gevur betri úrslit, um familjan er við

Norska Anne Schanche Selbekk, ph.d. innan evnið, skilir ikki, hví hetta hendir so sjálvdan, skrivar norska blaðið Rusfag.

– Tað kemur óvart á meg, at lopið er so stórt millum ástøði og gerð, sigur hon.

Les meira HER

JáH (y) 21.03.2018
Kelda: Blái Krossur Føroya

Comments

Aðalfundurin hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag verður í kvøld Kl. 19.00

20/3/2018

Comments

 
BilledeVenjing av leikinum Guitaristarnir
Aðalfundurin hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag verður í kvøld Kl. 19.00 í tí Gomlu Brandstøðini í Klaksvík.

Ymiskt verður á skránni - har ímillum annað skal veljast nýggj nevnd fyri felagið og so verður eisini høvið, at melda seg sum lim í felaginum.

Klaksvíkar Sjónleikarafelag arbeiðir við fullum trýsti, at fáa Norðoyastevnu Teitið uppá pláss og býr tað ein innari sjónleikari í tær, so er tað bert at møta upp í kvøld og gera teg galdandi á tí føroyska leikpallinum.

Vit gleða okkum at síggja teg og vóna, at sera mong fólk møta upp til árliga aðalfundin. Tað skal nokk vera ein stuttlig løta, vit fáa saman í kvøld.

JáH (y) 21.03.2018

Comments

Hawking skal jarðast í London

20/3/2018

Comments

 
Billede
Alisfrøðingurin Stephen Hawking skal jarðast við síðurnar av vísindamonnum Isaac Newton og Charles Darwin.

- Tað er uppá sítt pláss, segði dómpresturin í Westminster John Hall.

Nú undirritaði fer til London í september at læra innan Animatión, so er hetta heilt sikkurt ein grøv, sum ein fer at vitja.

JáH (y) 21.03.2018

Comments

Trump bleiv ávaraðu um, at siga tillukku við nývalda russiska forsetan

20/3/2018

Comments

 
Billede
Amerikanski forsetin Donald J. Trump bleiv ávaraður um, at hann ikki mátti ringja til russiska forsetan og ynskja honum tilllukku.

Men Donald J. Trump vildi ikki lurtað eftir sínum ráðgevum - ringdi álíkavæl og ynskti Putin tillukku við valinum.

Tá ið fjølmiðlar spurdi Trump um hetta, so svaraði hann aftur, at teir báðir høvdu eina góða samtalu saman. Hann segði eisini, at tey fara at loysa trupuleikarnir í Sýria, Ukraini og Norður Korea.

JáH (y) 21.03.2018

Comments
<<Previous
Forward>>

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.