Ymiskt verður á skránni - har ímillum annað skal veljast nýggj nevnd fyri felagið og so verður eisini høvið, at melda seg sum lim í felaginum.
Klaksvíkar Sjónleikarafelag arbeiðir við fullum trýsti, at fáa Norðoyastevnu Teitið uppá pláss og býr tað ein innari sjónleikari í tær, so er tað bert at møta upp í kvøld og gera teg galdandi á tí føroyska leikpallinum.
Vit gleða okkum at síggja teg og vóna, at sera mong fólk møta upp til árliga aðalfundin. Tað skal nokk vera ein stuttlig løta, vit fáa saman í kvøld.
JáH (y) 21.03.2018