NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Gamlir gjaldsterminalar skulu skiftast út

27/3/2018

Comments

 
Billede
​Á nýggjárinum gekk trygdargóðkenningin út til nógvar gjaldsterminalar. Hetta hevur havt við sær, at fleiri føroyskar fyritøkur hava fingið bræv frá Verifone, ið framleiðir terminalar, har tey boða frá, at gjaldsterminalar uttan neyðugu trygdina verða læstir tann 25. mai og skulu tí skiftast.
 
Talan er um gjaldsterminalar av slagnum Xenta, XentaSpin og Xentissimo. Sonevnda PCI trygdargóðkenningin er krav frá innloysarum av gjaldskortum so sum Dankort, VISA og Mastercard, og hon heldur vanliga í nøkur ár. Hetta er fyri at forða fyri sviki og misnýtslu av gjaldskortum.
 
- Trygdin má fylgja við tøknimenningini, og tí krevja innloysarar eina dagførda trygdargóðkenning til gjaldsterminalar, ið taka ímóti teirra kortum, sigur Jógvan Kruse, stjóri á Terminal.fo. Tað snýr seg sostatt um at tryggja bæði eigara av gjaldsterminali og endabrúkarar ímóti misnýtslu. Manglar trygdargóðkenningin, kann eigarin av terminalinum hefta fyri møguliga misnýtslu og fáa bæði endurgjaldskrav og bót.
 
Verifone vísir á, at tey hava sæð dømi um hacking og misnýtslu, har kortnummur og aðrir upplýsingar um korteigara verða stolnir og eftirfylgjandi seldir og brúktir á útlendskum heimasíðum.
 
Tí heitir Verifone staðiliga á, at fyritøkur skifta terminalar út, sum ikki hava neyðugu trygdargóðkenningina – bæði so fyritøkan og endabrúkarin eru tryggjaði fyri misnýtslu.

JáH (y) 28.03.2018
Kelda: Tíðindaskriv

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.