Orðstýrari varð Brandur Klettskarð í Kongsstovu og greiddi hann frá, hvat fyri týdning vatnið hevði at siga fyri fólk, sum búðu í Kunoynni. Brandur hevur fylgt væl við málinum og eisini hevði hann fingið innlit frá tí heila úr Klaksvíkar Kommunu.
Brandur varð eisini tann, sum byrjaði fundin og fortaldi hann ímillum annað, at Heimsins Størsta Smoltstøð hjá Bakkafrost fór at brúka 200 tons av vatni um tíman - og so nevndi hann eisini, at Kósin í Klaksvík brúkar einans 90 tons av vatni um tíman. Úr fundinum kom framm, at Bakkafrost hevði fingið gjørt avtalur við hagapartaeigarar heilt ókeypis, ongin avtala um at áirnar tárna upp og hetta bert vóru gitingar, tá ið tað kom til stykkis, vildi also Brandur vera við til.
Gunnhild Dahl Niclasen greiddi eisini frá, at alt ikki bert kann keypast fyri pengar og hvussu nógv nátúran hevur at siga fyri fólkið á bygd. Hon tók okkurt dømið úr Íslandi, sum vísti á, at industri'in mangan hevur latið nátúruna goldið ein stóran prís og hon vónandi ikki, at tað sama fór at henda fyri Kunoyggjuna.
Borgarstjórin úr Kunoy, Meiken Sólheyg Michaelsen greiddi eisini frá, at Kunoyar Kommunu hevur kravt, at vøtnini ikki skula tømast og kommuna nú hevur sett ein verkfrøðing at kannað málið, áðrenn tey fara víðari við tí heila.
Stjórin úr Bakkafrost, Regin á Bakka vildi gjarna vera við til henda fund, men slapp ikki - tí tá vóru fólkini handan fundin bangin fyri, at fólk ikki tordu at siga sína meining um tað heila. Men ein annar almennur fundir verður eisini í næstum, har Regin sjálvur væntandi verður við til henda fund. Meiken (Borgarstjóri í Kunoy) helt, at tað varð uppá sítt pláss, at skipa fyri einum almennum fundi, har Bakkafrost, Klaksvíkar Kommuna og Kunoyar Kommuna vóru til staðar á fundinum, so at ikki nakrar illgitingar vóru meira um málið.
JáH (y) 26.05.2016