Men heilt erligt - er tað ikki meira, sum skal til, at tey ungu fara at festa sær í eina sigarett fyri fyrstu ferð ..? Sjálvur royki eg sum ein dampari og tá ið eg stillaði upp til Løgtingsvalið 2015, so vildi eg (eins Tobbi) gjarna hava eina sigarett í kjaftinum til valmyndina, tí tað er soleiðis fólk kenna meg best. Hetta varð ikki at lokka nakran sum helst, at roykja - men bert ein staðfesting av mær sjálvum sum persóni, at eg royki og tað fari eg also ikki at fjala fyri nøkrum sum helst.
Ræðslulýsingar hava víst seg slett ikki at rigga og tey ungu roykja enn líka illa, sjálvt um sigarettirnar eru blivnar so svínadýrar. Ein kann næstan siga, at mítt yvirforbrúk av Prince - nærum heldur Landinum uppi, isje sannheit ..? Men hvat riggar so ..? Eitt sum vísur seg at rigga, er at foreldur tosað við síni børn um tað (eisini tey foreldur, sum roykja) og kanska kundi skúlarnir gjørt meira við trupuleikan enn hvat tey í dag gera. Og so skal ein heldur ikki "ovgera" tað, tí knappliga so kann tað blíva KUL at roykja aftur.
Eg sjálvur eri í tí óhepnu støðu, at eg royki og eg megni ikki at leggja av. Eg brúki eina asens rúgvu av pengum uppá sigarettirnar, tí Landið heldur tað, at júst tað - fer at gera tað, at fólk fara at leggja av. Og hesum eri eg also totalt ósamdur í - tí eg festi mær í, um so sigarettin varð ein túsund-krónu seðil og grundin til, at eg geri tað - er sjálvandi tí, at eg eri eitt nikotinvrak, avhangigur og eg megni ikki at leggja av. Og spurningurin hjá mær er síðan: Skal eg so straffast - fyri tann eg eri ..?
Nei, eg vil nú ikki koma við nøkrum jaligum um sigarettirnar, tí øll vita at sigarettir ikki eru góðar fyri tína heilsu, men eg vildi bert koma við einari viðmerking til innslagi um Tobba í Dagur & Viku, tí sjálvur meti eg, at eitt ball í kjaftinum hjá Tobba - er ein lýsing av Tobba, eins ein Prince er ein lýsing av mær og tað skal also nógv meira til, at ein byrjar at roykja.
JáH (y) 20.05.2016