NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Bravissimo MÁF

2/6/2014

Comments

 
PictureMyndatakari: Oddfríður Marni Rasmussen
Ein varð kanska eitt sindur skeptiskur, tá ein hevði melda seg til skeiðið hjá MÁF (Meginfelag Áhugaleikara Føroya) sum bar heitið: "Leiklistarskúli" og varð hetta eitt skeið, sum vardi í 5 samdøgur.

Hvat skuldi ein rokna við ..? Og hvussu nógv kundi ein forlanga fyri so bíligan pening, tí skeiðið kostaði einans 1.250,00 kr (um tú varð limur í einum sjónleikarafelag) ella 2.000,00 kr (um tú IKKI varð limur í nøkrum sjónleikarafelag) ..?

Men tað varð 110 % peningin vert og tú fekk nógv meira enn tað, sum tú hevði goldið fyri. Tað varð hart (men samstundis) stuttligt arbeiðið, har tú ordiliga slapst at liva sum eitt barn aftur, og spæla sjónleik til fulnar. Tú hevði eina kenslu av, at her býr okkurt gott í tær - og at tú kanst, um tú vilt eftir skeiðið.

Ein og hvør luttakari livdi seg 100 % í tað rollu, sum ein einaferð hevði. Um tú so spældi sjónleik, skrivaði sjónleik, leikstjórnaði ella smíðaði pall - so fekk hvør tann einasti av okkum so almikið fyri skeiðið, at tað næstan ikki kann setast orð, hvat fyri kenslu ein situr eftir við. Men vit kunna byrja við at skriva eitt sindur um - hvat skeiðið snúði seg um og eitt sindur um hvør varð har ...

PictureMyndatakari: Oddfríður Marni Rasmussen
Eitt sindur um hvør varð har:

Scenografi. Lærari: Sámal Blak býr og arbeiðir í Onglandi. Sámal er scenografur og arbeiðir við verkætlanum í altjóða høpi við at sniðgeva bæði pallmyndir og búnar, eina mest til opera og sjónleik. Hann læs Design for Performance á Central Saint Martins College of Art and Design, London. Eftir lokna útbúgving í 2009 vann hann viðurkenda Linbury Prize fyri pallmyndir til operuna ”Otello” eftir Verdi.

Leikstjórn. Lærari: Sigrun Valbergsdóttir arbeiðir sum freelance leikstjóri og leiklistar­pedagogur. Hon tók sjónleik­araprógv frá þjóðleikhúsinum í Reykjavík í 1970, las leikhúsfrøði í Køln 1975-78 og var leik­hússtjóri í Alþýðu­leik­húsinu 1980-82.

Leiklist.  Lærari: Áugústa Skúladóttir er virðisløntur leikstjóri í Íslandi, har hon arbeiðir við bæði áhuga- og yrkisleikarum, á íslendska tjóðpallinum og íslendsku operuni.

Skriva til pall. Lærari: Oddfríður Marni Rasmussen er rithøvundur. Hann hevur givið út fleiri yrkingasøvn, og er saman við Arnbirni Ólavsson Dalsgarð ritstjóri á skaldskaparritinum Vencli. Oddfríður gekk frá 1998 – 2000 á rithøvunda­ skúlanum í Keypmannahavn. Oddfríður hevur havt fleiri skriviskeið

Ein fantastisk uppliving !!!

Fyri tey sum høvdu melda seg til "Leiklist" snúði tað seg um, at koma í kontakt við tín innara sjónleikara og at tora at folda teg út. Lærarin vit høvdu varð Áugústa Skúladóttir, sum annars leikstjórnar einar 4 sjónleikir um árið í Íslandi.

Og tú slapp eisini veruliga at prøva teg sjálvan av. Áugústa vistu okkum á, at tað er íordan at gera feilir og at vit ikki máttu gloyma, at hava tað stuttligt, ímeðan vit spældu sjónleik.

Hon lærdi okkum, hvussu vit skuldu spæla rottur, hundar, "fix-point" og eisini hvussu vit skuldu spæla saman, sum ein eind. Eisini fingu vit ein smakk av "Melodrama" og hvussu vit kundu brúka tað á einum palli. Og í hesari stuttu læruprosessini, so vit fingu vit eisini ALT fyri pengarnar. 

Men tað varð nú ikki bara spæl og fjas fyri fjøldini, hon leitaði eftir. Áugústa leitaði eftir tínum innara barnið, sum spældi sjónleik við dukkum ella action figurum. Hon fekk teg, at føla teg væl til passar og at kenslan av, at tað er einans tú, sum skapa kann tað vakra á pallinum - og eisini tað, megnaði hon at fáa fram úr tær. 

Teir fyrstu dagarnir vóru at koma í kontakt við tín innara sjónleikara, tí endadagin, so skuldi tú spæla sjónleik fyri fjøldini. Eisini her, megnaði stórsligna kvinnan Áugústa tað til fulnar, tí sjónleikirnar sum blivu spældir á tí seinasta degnum á skeiðnum vóru hvør sum fantastiska góðir sjónleikara, har hvør sum ein sjónleikari gav seg 110 % í tí sum ein spældi. Og kann eg eisini leggja afturat, at leikritini sum skrivaði vóru - vóru eisini avbera góð.

PictureMyndatakari: Oddfríður Marni Rasmussen
4 sjónleikir blivu spældir sunnudagin fyri fjøldini

Tað vóru 4 sjónleikir spældir sunnudagin, har hvør leikur varð heilt meistarliga skrivaðir, sera vakurt pallsmíð, brilliant leikaðir og sera gott instrueraður. 

Tað stuttliga við hesum varð, at leygarkvøldið fingu vit manuskripti og byrjaðu at venja til leikin sunnumorgun kl. 10.00 - har vit skuldu framføra leikin kl. 15.00. So alt gekk sera skjótt fyri seg, og eftir tað tíð sum vit fingu at venja í - so megnaðu vit øll uppgávuna til fulnar.

Tað varð pláss fyri bæði skemt og alvára í sjónleikunum - og fjøldin varð sera glað fyri framførslurnar. Sjálvur fekk eg eitt klemm frá einum gomlum manni, sum hugt hevði eftir leikinum "Bobluplast". Tann sjónleikurin varð um ein gamlan dementan mann, sum av nýggjum varð vorðin forelskaður í konuni aftur og varð hesin leikur meistarliga skrivaður av Kristinu Joensen.

Har varð ein leikur hvussu tveir menn á café um nútímans viðurskifti & politikk og eisini varð tað ein skemtingarsamur leikur um, hvussu irreterandi børn kunna vera og ein sigandi leikur um hvussu "professinónell" tey kunna vera í einum røktarheimið.

Ja, orð eru fátøk eftir eina slíka uppliving, og eg vil gjarna takka MÁF, Hilmar og Gunnvør og øllum teim, sum vóru við, fyri eina serstakiliga góða & gevandi uppliving á ársins Leiklistarskúla og til næsta ár ..?
  Ja, latið okkum bara siga, at Kristi Himmalsferð dagur hevur fingið ein heilt annan týdning fyri meg. Og Hilmar: Skriva meg uppá listan til næsta ár - eg komið aftur ... 101 % sikkurt.

Enn eina ferð - takk fyri, tit ... øll somul.

Hygg eftir meira myndum niðanfyri:

JáH (y) 02.06.2014 



Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.