"So hava vit verið til ein avbera stuttligan og svartan sjónleik. Halt kipp hetta var eitt gott kvøld"
"Eg var í gjár, og eg atli mær umaftur!"
"Ein sera coolur sjónleikur, kann sterkt viðmælast"
Og sjálvur Borgmeistarin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, lat eisini væl at tí stuttliga svarta sjónleikinum:
"Vit hava júst verið til eina framúr góða framførslu í Spaniastovu, har hesi fýra spældu, hugtóku, skemtaðu, skapaðu sær, sungu, trampaðu, flentu ... Sera dugnalig fólk, ið framførdu ein leik, ið bæði var stuttligur og gav okkum áhoyrarum nakað at hugsa um. Flott Klaksvíkar Sjónleikarafelag!"
Snorri Brend varð eisini og hugdi at leikinum og hetta er tað, hann hevur at siga um leikin:
"Mítt besta viðmæli ... Eri júst afturkomin úr Spaniastova, har eg og konan hava sæð henda ótrúliga væl spælda leikin. Tær 4 typurnar og teir 4 leikararnir spæla so væl, og duga so væl at lýsa seg sjálvan, - ja, at eg eru simpelthen troyttur í láturmusklunum: Tað krevur sín mann at skula flenna í samfullar 90 minuttir, men soleiðis var tað bara. Leikurin verður spældur aftur fríggjakvøldið kl. 21:00. Vilt tú síggjan góðan sjónleik, so: FAR!!!"
Klaksvíkar Sjónleikarafelag letur heilsa og sigur, at atgongumerkir til sjónleikin Guitaristarnir kunna keypast á www.atgongumerki.fo ella ein tíma undan sýning í Spaniastovu. Hesar sýningar eru annars eftir:
Fríggjakvøldið kl. 21.00
Leygadagin kl. 18.00 og kl. 21.00
Sunnudagin kl. 18.00
NP 28.01.2016