Hetta vikuskiftið hevur tað verið ÚTSELT hjá Atlantis og fólk hugnaðu sær veruliga, sum komin vóru at hyggja eftir leikinum, sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag framførdi fyrstu ferð í 1979/80.
Hetta er ein sjónleikur, sum krevur sera nógv av høvuðsleikaranum Jákup Bernhard Brim Joensen, ið spælir landastrokið Frederik Flitt og tað uppgávuna megnar Bernie meistarliga til fullnar og nakað væl afturat. Ria Tórgarð, sum hevur leikstjórna henda leik, hevur veruliga rakt seymin í høvdið og megna at skapt ein stuttligan & vældámdan sjónleik, sum heilt sikkurt fer at vera ein fólkaogn hjá føroyingum.
Í stuttum er soleiðis sagt um leikin: Leikurin snýr seg m.a um ein ríkan mammubeiggja, ið hevur búð í Amerika í mong ár, og kemur at vitja skyldfólk í heimbýnum - borgarstjóran og hús hansara. Hann ætlar at koma forklæddur, sum eitt landastrok, tí hann vil fyrst kanna, um hesi skyldfólk hava uppiborið at arva milliónir hansara. Borgarstjórin fær frænir av vitjanini, og tá so eitt veruligt landastrok, um somu tíð verður handtikið, halda øll, at hetta má vera mammubeiggin, ið koma skal. Landastrokið fær kongaliga viðferð, men so kemur rætti mammubeiggin brádliga til býin ...
Klaksvíkar Sjónleikarafelag spælir eisini hetta vikuskiftið og hevur tú ikki sæð sjónleikin Landastrokið enn, so vilja vit á Norðoya Portali mæla til at leiðin gongur til Atlantis Bio fyri at hyggja eftir honum, tí hetta er ein sjónleikur, sum tú saktans kanst hyggja eftir "om og om igen". Men tað ræður um at skunda sær at ogna tær eitt atgongumerki, tí sølan av atgongumerkum - gongur sum heitt breyð.
Keyp atgongumerki til leikin á www.atlantis.fo
NP 06.02.2017