Fantastiskur leikur, væl spældur og stuttligur
-
Hesin sjónleikurin 'Landastrok' er verdur at síggja, sum vit tískil hervið vilja viðmæla tykkum øllum, kring alt landið.
Stuttligur og sera væl spældur.
Vit takka fyri eitt sera gott upplivilsi/undirhald, og ynskja tykkum sjónleikarum blíðan byr framyvir.
Tit eru nakrir knassar, hóast vánaligar umstøður, hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag. Vit vóna, at tit skjótt fara at fáa betri umstøður, bæði til venjing og framførslu. Tað skal tó viðmerkjast, at Atlantis Bio var væl egna til hendan leik.
-
Flott Rólant. Var har í kvøld, tit vóru so dugnalig. Tummil upppppppp
-
OMG flenni enn!!! havi verið í Atlantis bio og sæð leikin " Landastrok". Ein sera vælspældur og stuttligur leikur,so um tit ikki hava verið,so vælsignaði fari tykkum ein túr,tit fáða eitt stuttligt kvøld og so er okkara Magni við og nógvar arðar supergóðir leikarar ... wohoo!
-
Takk fyri eitt avbera gott og skemtiligt kvøld
-
Alvorliga stuttligt og væl spælt eisini - túsund takk!
-
Ein frálíkur, sera skemtiligur og vælspælandi leikur! Eitt stórt herðaklapp til Klaksvíkar Sjónleikarfelag, fyrireikarar og leikarar
JáH (y) 11/02-17