Í Klaksvík er onki sjónleikarhús longur, men felagið hevur, í samband við jubilæumshaldið, leiga seg inn í Atlantis. Í Klaksvík gleða tey seg, til mentanarhúsið verður klárt um tvey ár. Og vónandi leggur tað upp til fleiri leikir av hesum slagi.
Klaksvíkar sjónleikarfelag er kent fyri at seta vælkendar skemtileikir upp. Í ár er onki undantak. Tað er góða gamla farcan ‘Landastrokið’, ið fyrstu ferð varð á palli í 1979. Otto Schwarts og Carl Matern hava skrivað leikin. Jógvan Eliassen umsetti. Ria Tórgarð leikstjórnar. Frumsýning er 03.02 kl 19.
Tað eru ung sum gomul, ið spæla við. Ein gamal kenningur, ið eisini var við í 79’ spøkir aftur.
Um leikin er at siga: Leikurin snýr seg m.a um ein ríkan mammubeiggja, ið hevur búð í Amerika í mong ár, og kemur at vitja skyldfólk í heimbýnum - borgarstjóran og hús hansara. Hann ætlar at koma forklæddur, sum eitt landastrok, tí hann vil fyrst kanna, um hesi skyldfólk hava uppiborið at arva milliónir hansara
Borgarstjórin fær frænir av vitjanini, og tá so eitt veruligt landastrok, um somu tíð verður handtikið, halda øll, at hetta má vera mammubeiggin, ið koma skal. Landastrokið fær kongaliga viðferð, men so kemur rætti mammubeiggin brádliga til býin.....
Her er lagt upp til eina skemtiliga løtu og láturkrampagaranti. So verið vælkomin í Atlantis hóskvøld til og við sunnukvøld kl 19. Atgongumerki eru at fáa á www.atlantis.fo
Skrivað hevur: Aðalbjørg Jógvansdóttir Linklett