NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Jubilæumsleikur í Klaksvík - Klaksvíkar sjónleikarfelag 40 ár!

3/2/2017

Comments

 
Billede
Í Klaksvík spíla tey seg út, nú Klaksvíkar sjónleikarfelag hevur 40 ára jubilæum. Tað var í 1977 at ein bólkur av sjónleikaráhugaðum norðoyingum, endurstovnaðu felagið. Felagið hevði tá ligið í dvala nøkur ár. Eftir endurstovnanina var í nógv ár leikur á hvørjum ári, ofta meir enn ein. Tá fór hvørt mansbarn av húsum til sjónleik.

Í Klaksvík er onki sjónleikarhús longur, men felagið hevur, í samband við jubilæumshaldið, leiga seg inn í Atlantis. Í Klaksvík gleða tey seg, til mentanarhúsið verður klárt um tvey ár. Og vónandi leggur tað upp til fleiri leikir av hesum slagi.

Klaksvíkar sjónleikarfelag er kent fyri at seta vælkendar skemtileikir upp. Í ár er onki undantak. Tað er góða gamla farcan ‘Landastrokið’, ið fyrstu ferð varð á palli í 1979. Otto Schwarts og Carl Matern hava skrivað leikin. Jógvan Eliassen umsetti. Ria Tórgarð leikstjórnar. Frumsýning er 03.02 kl 19.

Tað eru ung sum gomul, ið spæla við. Ein gamal kenningur, ið eisini var við í 79’ spøkir aftur.

Um leikin er at siga: Leikurin snýr seg m.a um ein ríkan mammubeiggja, ið hevur búð í Amerika í mong ár, og kemur at vitja skyldfólk í heimbýnum - borgarstjóran og hús hansara. Hann ætlar at koma forklæddur, sum eitt landastrok, tí hann vil fyrst kanna, um hesi skyldfólk hava uppiborið at arva milliónir hansara
Borgarstjórin fær frænir av vitjanini, og tá so eitt veruligt landastrok, um somu tíð verður handtikið, halda øll, at hetta má vera mammubeiggin, ið koma skal. Landastrokið fær kongaliga viðferð, men so kemur rætti mammubeiggin brádliga til býin.....
​
Her er lagt upp til eina skemtiliga løtu og láturkrampagaranti. So verið vælkomin í Atlantis hóskvøld til og við sunnukvøld kl 19. Atgongumerki eru at fáa á www.atlantis.fo

Skrivað hevur: Aðalbjørg Jógvansdóttir Linklett

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.