Hon sigst vera tann farligasta gentan í øllum Svøríki, vil Aftonbladet also vera við til ...
Sjá dokumentar-filmin HER
JáH (y) 17.02.2017
Kelda: Aftonbladet
Svenska Aftonbladet hevur gjørt ein dokumentar-film um eina 14 ára gamla gentu, sum tey seinastu 13 árini hevur búð hjá 33 forsturforeldrum og øðrum støðum. Hon sigst vera tann farligasta gentan í øllum Svøríki, vil Aftonbladet also vera við til ... Sjá dokumentar-filmin HER JáH (y) 17.02.2017 Kelda: Aftonbladet Tað heldur Bárður Eklund, sum hevur lisið photojournalistikk og hevur drúgvar royndir í fakinum19. desember í fjør fór turkiski fotografurin, Burhan Ozbilici, á tíðindafund á listasavni í Ankara. Hann var á veg til hús, og tí var tað av tilvild, at hann steðgaði har. Tað vísti seg, at júst hesin tíðindafundurin varð sera dramatiskur. Russiski sendimaðurin í Turkalandi, sum helt røðu, bleiv skotin til deyðis. Les meira HER Spurningurin er so, um tað íordan, at ein slík mynd vinnur ársins pressumynd - tí sjálvt um myndin er sigandi, so er myndin eisini ræðandi. Sjálvur haldi eg, at tú kanska ikki lærir so nógv av myndini og enntá kanska eggjar øðrum ekstremistum at gera tað sama, sum maðurin á myndini, sum skjeyt russiska sendamannin. Hoyr hvat Bárður Eklund hevur at siga um tað á heimasíðuna hjá KVF leinkjuni omanfyri - og hvat heldur tú sjálv/ur ... er tað neyðugt ella uppiborið, at ein slík mynd vinnur prísin fyri at vera ársins pressumynd av World Press Photo Of The Year ?!? JáH (y) 17.02.2017 Kelda: KVF Ein pingvinir, sum bleiv stolin fyri fimm døgum síðani úr eini djórapark í býnum Mannheim, Týsklandi - er nú funnin aftur - hálshøgdir. - Vit eru øll í sjokk. Vit høvdu vónirnar til tað síðsta og eru tíanverri komin til hesa endastøð, sigur Alexandra Wind við teir týsku fjølmiðlarnir. JáH (y) 17.02.2017 So riggar aftur at keypa atgongumerkir til sjónleikin Landastrokið - har heimasíðan hjá Atlantis hevur verið óvirkin í eina tíð. Les: Tað bleiv sagt á facebook: Um Landastrokið Men eftir øllum á døma, so hevur sølan til vældámda skemtileikin ikki fingið alt ov nógvan skaða og longu nú sæst, at tað møguliga eisini nú verður ÚTSELT hetta vikuskiftið til vældámda leikin. Les eisini: Jubilæumsleikur í Klaksvík - Klaksvíkar sjónleikarfelag 40 ár! Hevur tú ikki keypt atgongumerki enn, so er tað at skunda sær - tí hetta ætlan, so fer Klaksvíkar Sjónleikarafelag bert at framføra Landastrokið februar mánað út. Les eisini: Landastrokið fær sera góð ummælir (Myndarøð) Keyp atgongumerki á www.atlantis.fo beinavegin í dag og fá eitt ordans látur í Atlantis. Vit gleða okkum til at síggja teg. JáH (y) 15.02.2017 Í Nysgjerrigper 1 - 2017 er grein um lomvigan, sum nærum hvarv í pørtum av Noregi, men nú er komin aftur. Her eru góð ráð um, hvussu til ber at læra mál uppá 1-2-3. Til ber at lesa um, hvat skýggj fortelja okkum og hvørjum krússi kakao smakkar best úr. Les meira HER JáH (y) 15.02.2017 Kelda: Gransking.fo Talsmaðurin hjá tí amerikanska Forsetanum Donald J. Trump, Sean Spicer dummaði seg eitt sindur undir eini fjølmiðlafráboðan ígjár, tá ið hann segði: - Donald J. Trump hevur tosað nógv við Forsætisráðharran úr Kanada, Joe Trudeau og teirra møtir hava verið sera framleiðandi ... Trupuleikin er bert tann, at Forsætisráðharrin úr Kanada ikki eitur Joe, men Justin Trudeau. JáH (y) 15.02.2017 Einaferð vóru bankafólk í bygninginum, síðani skúlanæmingar og nú savnast aldrandi fólk í Tórsgøtu í Tilhaldinum. Hósdagin 16. februar kl. 15 verða tríggir áhugaverdir fyrilestrar hildnir í Tilhaldinum við felagsheitinum “Frá banka til tilhald”. Fyrilestrarnir snúgva seg um bygningin, sum Tilhaldið í Tórsgøtu hevur hildið til í, síðani kommunan setti tað á stovn á vári 1998. Kommunan ognaði sær bygningin í Tórsgøtu og fyrrverandi skúlaheimið í Kongagøtu í makaskifti við Tekniska Skúla, sum afturfyri fekk hallirnar hjá kommununi í Smiðjugerði. Fyrsta fyrilesturin heldur Árni Hansen, og fyrilesturin ber heitið “Føroya Banki í mínari tíð.” Síðani fara Kamma og Jutta at greiða frá um “Føroya Bank sum lærupláss.” At enda heldur Katrin Dahl, fyrrverandi býráðslimur og táverandi forkvinna í sosialu nevnd, fyrilestur við heitinum “Frá bankabygningi til Tilhald.” Fyrilestrarnir um bankan, ið gjørdist tilhald, verða í Tilhaldinum hósdagin klokkan 15. Øll eru vælkomin. JáH (y) 14.02.2017 Kelda: Tórshavnar Kommuna Playboy tíðarritið hevur boða frá, at teir aftur fara at fáa naknar kvinnur í blaðið. Um mars/apríð mánað er tað júst eitt ár síðani, at Playboy valdi at kvinnurnar ikki skuldu vera naknar í blaðnum - men tað hevur ikki hóva mannfólkunum í Amerika og tískil, so hevur Playboy valt, at kvinnurnar aftur vera naknar í mars/apríl mánaði í ár. Men tað er nú ongin loyna, at SEX selur, right ..? JáH (y) 14.02.2017 Síðsta vikuskiftið - eins undanfarna vikuskiftið - varð tað útselt til skemtileikin Landastrokið, sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag stendur aftanfyri og Ria Tórgarð hevur leikstjórnað. Les eisini: Tað bleiv sagt á facebook: Um Landastrokið Og til hetta vikuskiftið eru fólkini longu byrjaði at keypa billettir til sjónleikin, sum verður spældur í Atlantis Bio í Klaksvík. Roknast kann við, at eisini hetta vikuskiftið verður tað útselt til skemtileikin, sum øll hava tikið so vælkomið ímóti. Landastrokið spælir aftur hósdagin 16.02., fríggjadagin 17.02., leygardagin 18.02. og sunnudagin 19.02 - øll kvøldini kl. 19.00. Billettir kunna keypast á: atlantis.fo/ JáH (y) 14.02.2017 Sjónleikarin Shia Lebeouf, sum vit kenna frá filminum Transformers - varð farin í holt við eitt projekt, har hann hevði sett eitt videotól á savni Museum of Moving Image í New York, har hann samstundis eggjaði fólk at rópa í videotólið: "He will not devide us" (Hann skal ikki skilja okkum sundir, Trump meinar hann við, red.) Men eftir at Shia opnaði hansara "live" upptøkur tann 20. januar - hava tey nú gjørt av, at stongja hansara "He Will Not Devide Us" útstilling - grundað av vold, deyðshóttanum og mongum øðrum tingum. Shia Lebeouf skrivar sjálvur á sínum Twitter: "Savnið hevur svíkt okkum!" og ikki lítið hóskandi er, at Lebeouf fer at finna upp okkurt annað tossutt, sum sikkurt eisini fær sítt pláss í tí almenna rúminum. JáH (y) 11.02.2017 |
Arkiv
April 2019
|