NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Ð nr. 10 útaftur !!!

31/1/2015

Comments

 
Picture
Arbeitt verður støðugt nú, at fáa Ð nr. 10 út aftur á marknaðin. Sum øllum kunnugt, so gavst eg við at geva Ð blaðið í 2009 og altíð hevur tað verið eitt sindur strævið, at ein ikki megnaði at gevast við nr. 10.

Spurningurin er so - hvussu ein fær hetta at hanga saman fíggjarliga - tí fyrrverandi bløð hava also ikki givið tálg á nossini og kanska er tíðin búgvin, at blaðið verður selt via netið, tí tá nýtist man ikki hugsa um prent av blaðið, sum oftast hevur verið trupuleikin økonomiskt.

Ð bløðini hava selt sum so - og onkur av teimum hava enntá verið útseld. Og kanska er hetta eisini eitt serstakt høvið, at gera blaðið eitt sindur meira internatiónalt og skriva blaðið á enskum. Tí so kundi Ð blaðið jú verið selt via netið og kring allan heim (serliga her kundi hetta verið ein góð lýsing fyri Føroyar sum heild) - ein kann um ein vil, isje sannheit ..?

Samansetingin av tí nýggja blaðnum fer at vera A4 - so at ein sum keypt hevur blaðið via netið - eisini hevur møguleikan, at prenta blaðið út sjálvur. 

Greinarnar í blaðnum kunna gott vera sum so - tí ongin føroysk lóg verður brotin um vit velja eitt annað domain-navn enn .fo til blaðið. Tað sum hevur mest at siga er, at vit tora at gera greinar, sum tey vanliga ikki tora at gera greinar um í Føroyum - og eisini, at vit heldur halda okkum til tað óseriøsa - enn tað seriøsa.

Fleiri møguleikar nú enn fyrr

Nú vit øll eru meira ella minni online allatíðina - so skapar hetta eisini fantastiskar møguleikar fyri E-bløð og ikki nýtist tær at gjalda heili 50 kr fyri eitt blað longur. Tú kanst keypa tað nýggja blaðið fyri 10 kr (um so skal vera) og eisini fari eg í holt við at selja teknirøðina Totalt Langt Úti sum eitt E-blað (og tað blaðið kemur nokk at kosta áleið 8 kr) og kemur teknirøðin nokk bara at vera á føroyskum. Tað stuttliga við tí heila er - at nú kanst tú so keypa øll Ð bløðini sum E-blað (fyri ein slikk) og so kemur tú at eiga alla samlingina av Ð. Nice, hah ?!?

Ert tú kringur við tastaturi og heldur, at hetta er nakað - sum tú gjarna vilt vera partur av - so ert tú meira enn vælkomin at kontakta meg á email: [email protected] - tað er ein fyrimunir, at tú hevur stóran kunnleika til enskt og dugir væl at seta greinar saman. 

Vinarliga

Jógvan á Høvdanum (yngri)
Blaðstjóri (og eigari) á Ð

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.