Leiklistaskúlin byrjar mikukvøldið 13. mai kl. 19:00 og endar við sjónleikarsýningum sunnudagin 17. mai kl. 16:00. Undirvíst verður soleiðis:
· Mikukvøldið: Kl. 19:00 - 23:00
· Hósdag - leygardag: Kl. 09:00 - 18:00
· Sunnudag: Kl. 10:00 - 15:00
Skeiðini verða:
· Leiklist: Hanne Jørna.
· Leikstjórn: Sigrún Valbergsdóttir.
· At skriva til pall: Oddfríður M. Rasmussen.
Til skeiðið leiklist er pláss fyri 10 – 12 luttakarum, til leikstjórn í mesta lagi 10 luttakarum og at skriva til pall í mesta lagi 6 luttakarum. Gjaldið fyri undirvísing, kost og vistarhald er:
· Fyri limir í limafeløgum MáF’s: Kr. 1.500,-
· Fyri tey, sum ikki eru limir: Kr. 2.200,-
Áhugaði kunnu lesa meir um leiklistaskúlan og tekna seg elektroniskt inni á heimasíðuni hjá MáF www.maf.fo undir "Tiltøk". Skráseting er fyrst galdandi, tá ið goldið er á konto í Eik Banka: 185 132 4 íseinasta lagi 13. apríl 2015.
Les annars eisini greinina Bravissimo MÁF
JáH (y) 22.01.2015
Kelda: www.maf.fo