NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

3.688.012 fólk hava sæð hetta filmsklipp síðani nýggjárið

15/1/2015

Comments

 
Picture
Lívið er ikki altíð lætt at liva. Hesir báðir tvillingarnir høvdu stórar trupuleikar av, at siga við pápa sín, at teir vóru báðir av hinum slagnum, men pápin tók tað við upprættaði pannu og segði við báðar synirnar, at teir skuldi "liva sítt lív" og báðir blivu sera glaðir, sjá filmsklipp herundir ella klikk á myndina:

SáH

Comments

Chilismakkiroynd við Chili Klaus og Dan Rachlin

15/1/2015

Comments

 
Picture
Her sendingin við Chlil Klaus og Dan Rachlin, har Dan var við at svíma, sjá filmsklipp herundir:

SáH

Comments

Tann "gloymdi" Satiru-teknarin !!!

13/1/2015

Comments

 
Picture
Ja - nógv hevur í seinastuni verið tosað um skotbardagin í Fraklandi, har nógvir satiru-teknara lótu lív. Og tá prátið hevur fallið inná føroyskar satiru teknarar, so verður bert Óli P nevndur - og føroyskir fjølmiðlar vita sær ikki meira enn tað bert er Óli P. sum teknar satiru. Fakta er tvørturímóti ...

Men tað er onki nýtt í tí - tí ongin føroyskur fjølmiðul vakti nakran sum helst ans yvir, tá Jógvan á Høvdanum (yngri) gav teknirøðina "Totalt Langt Úti" fyri einum góðum árið síðani.

Satira er eitt vítt begreb - og kann tulkast uppá ymiskir mátar og har meti eg sjálvur, at eg havi eitt størst forstand yvir hvat er hvat. Eg skal ikki koma og siga, at eg (uppá nakran sum helst máta) eri betri enn Óli P. Men eg og Óli hava hvør sín stíl - hansara stílur er bara at kallað til øll og mín stílur er kanska meira til tey, sum ikki hava sartar nervar (dømið um tað niðanfyri).

Picture
Í 90'inum teknaði eg fast fyri Dimmalætting og varð teknirøðin dúgliga lisin av teim ungu. Teknirøðin "Totalt Langt Úti" varð ein fastur teigur í tillagsblaðnum Krydd og fekk eg sekkin, tá teknirøðin bleiv í so fúl.

Men í ár 2000 - so góvu eg og vinmaður mín, Jógvan Svabo Samuelsen eina teknirøð út - og eisini her bleiv teknirøðin sera væl móttikin, sum eisini varð tann fyrsta av sínum slag, sum absalutt ongar grensur hevði. Og tað hevur teknirøðin heldur ikki í dag - tó eg ikki sjálvur vil teknað profetin Muhammed, tí eg meti at tað er ikki tað vert at vera hóttir við lívinum - restina av lívinum. Stutt sagt, tað er lívið alt ov stutt til.

Eg haldi, at tað er sera løgið av KVF ikki spyr meg um hvat eg haldi um satiru og nær ein grensa er nádd. Hvussu ber tað til, at ein sum teknar teknirøðir - ikki sær nær grensan er nádd. Ístaðin verður ein sum lesur um satiru spurdir til ráðs - men ikki ein sum dagliga teknar hana verður spurdir. Havi eg kanska sett pissi í kók hjá onkrum starvsfólki í KVF ..? Ja - tað er væl møguligt ...

Picture
Hvat er so munurin av mær og Óla P ?!?

Jú síggja tit - Óli P teknar politiskar teknimyndir og eru tekningarnir nokkso fittar. Hann teknar ikki óhøvuskar myndir og hevur tískil ein breiðan lesara-skara.

Eg - hinvegin - tekni sera oftað teknimyndir, har fólk kunna føla seg stoytt av tekningunum. Eg føli, at jú meira fólk øsa seg - jú betri arbeiðið havi eg gjørt. Tískil so havi eg ikki so breiða lesara-skara sum Óli.

Seinasta tekningin eg teknaði varð av einum hvítum manni, sum skeldar ein muslim út og heldur hann í einum Charlie Hebdo blaðið. Muslimurin hugsar um ein hvítan Breivik - ímeðan hann skeldar. Hvat tú so fær burturúr tekningini - má so vera upp til tín sjálvan, men kanska hon sær sett nakrar tankar í gongd. Eru vit kanska nógv betri enn muslimarnir ?!?

Nåmen - nú havi eg so sagt mína meining um hvat eg haldi um tað, at vera settur í "gloymibókina" av KVF og øðrum fjølmiðlum. Tað varð kanska eisini ein satira í sær sjálvum, at skriva hesa grein - men sum ikki einaferð, so skíti eg faktist á tað - og fjølmiðlarnir um tað. Bu fucking Hu, sum eg sjálvur plagi at siga, right ?!?

JáH (y) 13.01.2015

Comments

Barni fekk ein lærupening, men tað skuldi verið mamman

11/1/2015

Comments

 
Ein maður í stóð í køðini fyri at gjalda í einum supermarked, men fekk ikki frið fyri einum lítlum dreingi, sum ferð aftaná ferð, rendi innkeypsvognin
á mannin og tá ið mamman ikki fekk skil á dronginum, ja, so tók maðurin sakina í egna barm og drongurin fekk sín væl uppibornan lærupening,
hygg hvat hendi her við at klikka á myndina.

SáH
Comments

Læra børn um sex, tá tey eru 3 ára gomul ?!?

10/1/2015

Comments

 
Picture
Í Svøríki hava tey gjørt eitt barnaprogramm, sum eitur Bacillakuten - har ein sangur eitur Snoppan och Snippan" ...

Onki merkiligt við tí, hah ? Ella jú - eitt sindur merkiligt er tað, tá sangurin snýr seg um ein murt og eina fisu, sum "hygga" sær og syngja karaoke saman. Og barnaprogrammi er ætlað til børn um aldurin 3 - 6 ár. Nógvar deildar meiningar eru um sangin, sum hevur til endamáls, at foreldur skula hava tað eitt sindur nemmari, at tosað verður um sex. Spurningurin er so - um tað ikki er ov tíðliga, at byrja læra børnini í sooo ungum aldri. Hvat heldur tú ..? Sig tína meining á FB.

JáH (y) 11.01.2014

Comments

Det' bare URIN !!!

6/1/2015

Comments

 
Picture
Ja - tað er nokkso stuttligt (halda vit), at so mong orð í Føroyum oftað enda við "urin". Ella hava vit bara alt ov nógv tíð til yvurs.

Klassikarin er sjálvandi okkara tíðindablað, sum eitur Sosialurin og danskarar standa sum kánus, tá ið teir lesa: "Sosial-Urin" ... "Kan man virkelig købe et sådant blad på Færøene ..? Føj for fanden ..!"

Og so hava vit eisini funnið okkum framm til: Maturin - sum á donskum kann síggja út sum: "Mat-Urin" og tá er maturin knapt so tespiligur, isje sannheit ..?

So kunna vit líka so gott fara víðari við: Banditurin og tað kann so jú mistulkast uppá tað aller fúlasta á donskum: "Bandit-Urin" og knappliga so hava vit also eitt illaluktandi føroyskt sprog á donskum.

Hevur tú fleiri "URIN" so send til okkara á [email protected] 

JáH (y) 06.01.2014

Comments

Et fisk og tú kemur at hoyra betri

4/1/2015

Comments

 
PictureTilvildarlig mynd
Um tú etir fisk - so fer hoyrnin ikki at blíva verri - ímeðan etir tú junk-food - so fer hoyrnin spákuliga blíva verri - vísur ein nýggj kanning úr universitetinum í Gøteborg.

Les meira HER

JáH (y) 05.01.2014
Kelda: Dagens.dk

Comments

Lýs á Norðoya Portali fyri einans 100 kr ella 50 kr um mánaðin

3/1/2015

Comments

 
Picture
Nú so nógvir Portalar eru í Føroyum - so vilja vit í hvørtfall gera okkara til, at lýsingarprísurin fer niður í botn.

Um tú lýsir á okkara portali - so loyva vit lýsingar fyri einans 100 kr um mánaðin. Tekur tú t.d. lýsingina (til vinstru) so fær tú hana fyri einans 100 kr og fer tú longur niður eftir heimasíðuni - so fær tú hana fyri einans 50 kr um mánaðin.

Norðoya Portalur er ein portalur, sum er sera nógv vitjaður og eitt nú gjørdu vit tað, at tað nýggja dansistaðið í Klaksvík Ásgarð fekk sera nógva vitjan Nýggjársaftan ... gratis enntá. Við at vit skrivaðu um tiltøk, sum vóru har - bæði 2. Jólakvøld og Nýggjársaftan.

Dýrasta lýsingin, sum tú kanst fáa á Norðoya Portali er "Header-lýsingin" sum kostar 500 kr um mánaðin og skal eisini upplýsast, at allir prísur eru við mvg. So tað er at skunda tær, at skriva til okkum - tí vit taka bert ávísa nøgd av lýsingum á okkara portal. 

Um hetta hevur tín áhuga - so ert tú vælkomin at skriva til [email protected] ella [email protected] og frætta nærri um pláss av júst tínari lýsing. Okkara felags áhugi er at tú kemur, at selja meiri av tínari vøru og at tín handil kemur at blomstra í framtíðini.

Kærar heilsur

Vit á Norðoya Portali

Comments
Forward>>

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.