NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Eitt ára projekti liðugt

4/2/2017

Comments

 
Billede
2. Februar 2016 bestemmaði eg meg til, at fara í holt við eitt ára tekniprojekt, sum gekk út uppá, at eg skuldi teknað eina tekning um dagin og síðan posta hesa tekning á Facebook o.a.

Eg eigi ikki sjálvur hugskotið til hetta projekt, men fekk hugskotið frá einum Ted Talks showið, har teknarin David Litchfield greiðir frá, hvussu tað broytti lívið hjá honum við at teknað eina tekning um dagin og síðan posta tekningarnir á teim sosialu miðlunum.

Hetta skuldi vísa seg, at vera sverari sagt enn gjørt - tí eftir at eg varð byrjaður uppá projekti, so byrjaði eg at hugsa: "Hvat tramin ert tú nú farin í holt við, Jógvan ..?" Og tað gjørdi tað heldur ikki betri, at Rás 2 ringdi til mín og vildi frætta nærri um mítt projekt. Men eftir at eg hevði havt eina samrøðu við teir úr Rás 2, so vildi eg ikki gevast - tí eg vildi ikki hava á mær, at eg skuldi blíva skýrdur sum ein persónur, sum gevst á hálvum gekki.

Billede
Tankin um at fáa kaldar føtir varð ikki ein møguleiki. So eg teknaði mínar strikur víðari og byrjaði at síggja, at fólk rundan-um høvdu áhuga fyri mínum tekningum. Eg royndi heldur ikki at hugsað um, hvussu eg skuldi megna at tekna 365 tekningar (faktist blivu tað til 370 tekningar), men heldur hvussu tekningin skuldi síggja út fyri dagin og at tekning altíð hevur verið ein partur av mínum lívið.

Serliga haldi eg tað vera stuttligt, at fleiri av mínum tekningum hava verið deildar víðari av mínum fjepparum og hetta gjørdi veruligu tað, at eg fekk mína teknigleði aftur í lívið hjá mær. Eg føldi og føli, at tað er ikki hvussu flott ein tekning er, men heldur tað, at tú tekur tær tíð at tekna - fyri síðan at fáa ta gleði, at hetta er nakað, sum tú hevur skapt. Ikki allar tekningarnir hava verið av teim flottastu - men eg megnaði tað eg setti og teknaði eina tekning um dagin í 365 ... faktist 370 dagar, sum sagt.

Júst sum David Litchfield greiðir frá á video'ini til vinstru, so byrjaði eg eisini at royna ymiskt, sum eg ikki hevði roynt áður. Eg byrjaði (sum sagt) at tosað við fólk, sum spurdi hvat eg dagliga gjørdi - at broyta mínar setningar soleiðis, at eg heldur setti meg sjálvan í ljósið sum ein teknara, ístaðinfyri at tosað um hvat arbeiðslívið fevndi um.

Billede
​Tekniprojekti hevði fingið sítt egna lív og eg gleddi meg faktist at teknað nakrar strikur um dagin og fáa ymiskar afturmeldingar av tekningunum, sum eg eisini havi fingið.

Hetta hevur eisini ført við sær, at eg ikki eri bangin longur at fara í holt við onnur projektir, sum eg eisini hava planir um at gera. Men hvat tað næsta projekti verður - er so ein heilt onnur søga, sum eg ikki komið nærri uppá beint nú í skrivandi stund.

Tað sum eftir er nú, er at hava eina framsýning av myndunum í eitt ára projektinum - við tí fyri eygað, at selja allar tær orginalu myndirnar. Men tann framsýningin verður so ikki enn, tí beint nú so brúki eg alla tíð & orku uppá sjónleikin Landastrokið, har eg spæli leiklutin Harra Skov.

Eg vil gjarna nýta høvið til at takka øllum, sum víst hava hesum Eitt Ára Projekti áhuga og eisini takka fyri øll tey rósandi orð, sum eg havi fingið ígjøgnum hetta eitt ára skeið. Sjálvandi skula tey, sum hava givið mær kritikk eisini hava takk, samstundis hugskotini, sum fólk hava givið mær. Tann seinasta tekningin er í dag av hesum projekti, men tað merkir absalutt ikki, at hetta er mín seinasta tekning. Soleiðis eg síggji uppá tað, so eri eg júst byrjaður mítt lív, sum ávíkavist teknari, sjónleikari ella tónleikari. Gleðin til at skapa er vunnin aftur - orsaka av hesum tekniprojekti. Vit síggjast og ímeðan tú bíðar, so kanst tú hyggja eftir teim 370 tekningunum, sum tað bleiv til niðanfyri ...

Jógvan á Høvdanum (yngr) Tann 5. februar 2017.

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.