NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Kunoyar Kommuna kann spara fleiri milliónir

7/2/2017

Comments

 
Billede
Kommunustýrislimirnir hjá Kunoyar Kommunu vóru bjóðaðir til fund við Klaksvíkar Kommunu og Bakkafrost um vælkenda vatntøkumálið, sum vit á Norðoya Portali hava skrivað so dúgliga um.

Á fundinum bleiv tosað um, at vatn ikki skuldi takast frá Haraldsundi, men at heldur skuldi takast frá vøtnunum Kunoyar megna. Umframt tað, so bleiv eisini staðfest at rørini blivu grivin 60 cm niður í Kunoyar-tunnil og at hesi rør allerhelst vóru liðug at grava niður um góðar 3 - 4 mánaðir. 

Eisini vóru ymiskar viðtøkur gjørdar av Friðingarnevndini, sum setti ymisk krøv til útgrevstur og bygging viðvíkjandi rørunum hjá virkinum hjá Bakkafrost: At áirnar  úr Kunoy (Heldarsáir og Hjarðardalsá) ikki vera tømdar, eftirlit verður hildið við teimum og enntá ein trappa gjørd til áina, so at sílini kunna ferðast upp til áina.

Billede
Kunoyar Kommuna kann spara fleiri milliónir

Umframt tað, so kom eisini framm í fundinum, at eitt rør kundi veitast frá Klaksvíkar Kommunu til rørini í Haraldsundi og er talan um ein kostnað uppá góðar 150.000 kr fyri rørini - men sostatt kann eitt heilt vatnverk sparast fyri Haraldsunds bygd, tí so sleppur bygdin nevniliga frá, at byggja eitt vatnverk, sum øllum kunnugt kostar fleiri milliónir at byggja. Tí umframt at eitt vatnverk skal byggjast, so skal ein vegur eisini byggjast til vatnverki, so í minsta lagið er ein sparing uppá tvær milliónir fyri Kunoyar Kommunu. Raksturin fyri vatni kom Klaksvíkar Kommunu eisini at taka sær av, tá ið vatni til Haraldsund skal koma frá Ánagerði. 

Nú manglar bert eitt byggiloyvi frá Kunoyar Kommunu

Sum mær kunnugt, so manglar bert eitt byggiloyvi frá Kunoyar Kommunu til at byggja tað, sum byggjast skal rundan-um áina og so kunna teir frá Klaksvíkar Kommuna fara í gongd at leggja rør tvørturum Kunoyar tunnil. Og eftir at vera kunnaði um, hvussu nógv vit úr Kunoy koma at vinna burturúr hesum, so trúgvi eg faktist ikki, at tað kann vera nakar, sum fær ilt í reyvuna av tí, at Bakkafrost letur upp heimsins størstu smoltstøð Yviri við Strond og samstundis fær heimsins besta vatn til smolti.

Hetta hevur verið eitt mál, sum hevur tikið drúgva tíð at viðgera - men nú sær loksins út til, at báðir partar (Klaksvíkar Kommuna og Kunoyar Kommuna) eru nøgdir við eina avtalu, sum eisini í framtíðini fer at gagna samstarvi ímillum kommurnar báðar.

Jógvan á Høvdanum (yngri)
- Kommunustýrislimur hjá Kunoyar Kommunu

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.