Nú landið brúkar fleiri milliardir uppá tunnlar kring Føroya knøtt og einans eru játtaðar ein millión til byrgingina tvørturum Haraldsund - har byrgingin eisini er ein deyðsfella - so vil undirritaði gjarna vita, nær vit kunna rokna við - byrja verður uppá hesa góðu byrging.
Ikki einans lýsir Landsverk við, hvussu tryggur ein skal ferðast kring landið - men ikki er tað serliga trygt, at ferðast um hesa byrging, sum mangan er so mikið farlig, at bilar gjarna kunna vera skolaðir av í illveðrinum.
Tá ið ein hevur játtað seg til, at gera í stand eina so farliga byrging sum tann um Haraldsund er - so má eisini takast til hugs, at hetta ikki skal vera nakað fyribils, men gjarna halda í nøkur ár, so at eisini vit á bygd fáa somu sømdir sum tey fáa aðrastaðnis í Føroyum.
Við vón um skjótt svar
Jógvan á Høvdanum (yngri) 07.02.2017
- Kommunustýrislimur hjá Kunoyar Kommunu