NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Landastrokið fær sera góð ummælir (Myndarøð)

5/2/2017

Comments

 
Billede
Landastrokið, sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag framførir í Atlantis Bio fær sera góð ummælir og fólk eru komin streymandi runt úr øllum Føroyum, at hyggja eftir hesum skemtileiki.

Hetta vikuskiftið hevur tað verið ÚTSELT hjá Atlantis og fólk hugnaðu sær veruliga, sum komin vóru at hyggja eftir leikinum, sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag framførdi fyrstu ferð í 1979/80.

Hetta er ein sjónleikur, sum krevur sera nógv av høvuðsleikaranum Jákup Bernhard Brim Joensen, ið spælir landastrokið Frederik Flitt og tað uppgávuna megnar Bernie meistarliga til fullnar og nakað væl afturat. Ria Tórgarð, sum hevur leikstjórna henda leik, hevur veruliga rakt seymin í høvdið og megna at skapt ein stuttligan & vældámdan sjónleik, sum heilt sikkurt fer at vera ein fólkaogn hjá føroyingum.

Í stuttum er soleiðis sagt um leikin:  Leikurin snýr seg m.a um ein ríkan mammubeiggja, ið hevur búð í Amerika í mong ár, og kemur at vitja skyldfólk í heimbýnum - borgarstjóran og hús hansara. Hann ætlar at koma forklæddur, sum eitt landastrok, tí hann vil fyrst kanna, um hesi skyldfólk hava uppiborið at arva milliónir hansara. Borgarstjórin fær frænir av vitjanini, og tá so eitt veruligt landastrok, um somu tíð verður handtikið, halda øll, at hetta má vera mammubeiggin, ið koma skal. Landastrokið fær kongaliga viðferð, men so kemur rætti mammubeiggin brádliga til býin ...

Klaksvíkar Sjónleikarafelag spælir eisini hetta vikuskiftið og hevur tú ikki sæð sjónleikin Landastrokið enn, so vilja vit á Norðoya Portali mæla til at leiðin gongur til Atlantis Bio fyri at hyggja eftir honum, tí hetta er ein sjónleikur, sum tú saktans kanst hyggja eftir "om og om igen". Men tað ræður um at skunda sær at ogna tær eitt atgongumerki, tí sølan av atgongumerkum - gongur sum heitt breyð.

Keyp atgongumerki til leikin á www.atlantis.fo

NP 06.02.2017

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.