- Tað er ein formur fyri altjóða sjálvrannsakan ... fyri ikki at siga skuldarkenslum. At ein ongatíð virdi prins Henrik meira og at man ikki nóg mikið tók mannin í álvara í mun til hansara dygdir.
Les meira HER
JáH (y) 19.02.2018
Kelda: BT
Kendi danski presturin Anders Gadegaard sigur við einari samrøðu við TV2 um deyðan hjá prins Henrik: - Tað er ein formur fyri altjóða sjálvrannsakan ... fyri ikki at siga skuldarkenslum. At ein ongatíð virdi prins Henrik meira og at man ikki nóg mikið tók mannin í álvara í mun til hansara dygdir. Les meira HER JáH (y) 19.02.2018 Kelda: BT 190 kvinnuligir sjónleikarar frá Stórabretlandi hava skrivað undir eitt bræv - har tær krevja ein enda á seksuellum ágangi innan filmsarbeiði. Sjónleikarnir skrivað, at tær vilja forandra hvussu samfelagi sær uppá kvinnur og vísa til amerikanska Time's Up - har kvinnur úr Amerika vilja tað sama. Tær sum hava skrivað undir eru ímillum annað: Kate Winslet, Emma Thompson, Claire Foy og Saoirse Ronan. JáH (y) 19.02.2018 Ein fyrrverandi leiðari fyri hjálparfelagskapin Oxram hevur keypt sær sex í Haiti. Tað stendur í einum skrivi frá 2011, sum tíðindastovan Reuters hevur fingið hendur á, veit NTB at siga frá. Avleiðingar fyri leiðarin fáa stórar fylgir, tí Oxram varð sent til Haiti at hjálpa - og ikki at stuttleika sær sjálvum í 2011. JáH (y) 19.02.2018 - Tað er lættari at sameina samkyndleika og eitt virkið trúðarlív uttanlands, sigur Sonja Jógvansdóttir, ið hevur verið deknur í Skotlandi Í gjárkvøldið vísti Krignvarpið fyrsta part av sendingini Gud Signi Føroyar. Millum annað sóu vit, at tað ikki altíð er eins lætta at samantvinna tað at vera samkyndur persónur og hava eitt andaligt heim. Men tað ber til at vera samkynd og samstundis vera rættiliga virkin í trúðarlívinum. Í hvussu so er uttanlands. Les og hoyr meira HER JáH (y) 18.02.2018 Kelda: KVF 16.02.2018 Føstan nemur myrkar blettir og varpar skuggar til jarðar. Ikki einans tað góða og vakra eyðkennir trúnna. Tað er merkisvert, at so nógv ónt fylgir í kjalarvørri teirra kristnu. Vit mega taka ábyrgd og viðurkenna, at tað, ið átti at verið gott, mangan er myrkt og ræðandi. Vit mega taka frástøðu frá tí neiliga og ikki verja framd mistøk. Standmyndin av kristniboðara Føroya, Sigmundi Brestisson (961-1005), ið stendur sum listarligt prýði í nánd av Vesturkirkjuni, heldur eina sannførandi prædiku, at svørðið hongur við vinstru lið. Hóast tað er í slíðranum, vita vit, at harðrend framferð – ja, enntá kríggj – er nýtt í kristnum verki, hóast Kristus er friðarhøvdingin. Svørðið týnir lív. Øll kúgan av menniskjum er í ætt við óndskap. Lívið er heilagt, tað er okkum givið av Guði. Les meira HER JáH (y) 18.02.2018 Kelda: Jógvan Fríðriksson, biskupur Undirritaði hevur í longri tíð nú spurt Landsverk, hvussu langa tíð tað fer at taka at gera Kunoyartunnil lidna og hevur undirritaði loksins fingið svar frá Landsverki. Eisini bleiv spurt um asvaltering av Kunoyar vegi, umframt nakað verður gjørt við Byrgingina um Haraldssund. Svarið frá Landsverk er soljóðandi: Arbeiðið í Kunoyartunlinum er nærum liðugt. Landsverk er liðugt við at skróta og arbeiðið við vatnveitingini er komið so væl áleiðis, at teir fyrireika asfaltarbeiðið, sum verður gjørt í næstum. Pengar eru settir av til at asfaltera Kunoyarvegin í ár, men fyrst skal vegurin umvælast har riðið er undan autoverjuni, so vegurin verður ikki asfalteraður samstundis sum tunnilin, men verður gjørdur seinni í ár. Komandi ár er ætlanin at seta nýggja autoverju upp. Játtan er ikki á fíggjarlógini fyri 2018 til Byrgingina um Haraldsund. Nær ein kann vænta at arbeitt verður við Byrgingini - er so ein heilt annar spurningur, sum undirritaði fer at pressa upp undir til Samferðslumálaráðið, sum ikki tykir at hava nakrar sum helst trupuleikar at játta tunlar fyri milliardir - men trupuleikar við at hæðka um trygdina av elligamla infrakervinum kring Føroya knøtt, sum saktans seta trygdina hjá menniskjum í lívsvanda. JáH (y) 18.02.2018 Amerikanski forsetin Donald J. Trump hevur enn eina ferð sett FBI í ringt ljós. Hesa ferð skrivar Trump á Twitter, at hann heldur tað vera harmuligt, at FBI ikki tók mannin nóg seriøst, tá ið hann fleiri ferðir hevði hótt við at gera um seg í Florida. - Tað hava brúkt ov nógva tíð og orku at finna útav russiskar innblandan av valinum og har er ongin russisk innblandan, skrivar Trump á Twitter. JáH (y) 18.02.2018 Nú fyrsta sending av sendirøðini Guð signi Føroyar hevur verið og er hetta ein sendirøð í seks partum - er lítið at ivast í, at henda sending hevur skapt mikla øsing kring Føroya land. Sosialir miðlar sosum Portalurin hevur skrivað nakrar greinar um júst tað sama - og har eru meiningarnir hjá fólkunum heldur ikki mjúkar. Eisini Facebook hevur man lisið meiningar hjá fólkum, sum kunna tykjast sera ógvusligar. Les grein og meiningar hjá fólkum úr Portalinum HER Fyrra sending varð um Keldulívið og hvat kann henda um ein er samkyndur har. Seinni sending verður um børnini og tey ungu, sum ganga í Zarepta og Nesvík. Her verður tað tosað um, tað er so sunt fyri børnini hjá okkum - at tey vera hótt við at enda í Helviti, um tey ikki fara á legu ella møtið og ymiskt annað. Eitt er so heilt sikkurt - at skapti fyrra sending hjá KVF mikla øsing, so er lítið at ivast í, at næsta sending sikkurt fer at skapa enn størri øsing. Spennandi verður tað í hvørtfall at fylgja við, tá ið Heini í Skorini fer at viðgera hesi evnir í næstu sending, sum verður komandi hósdag í KVF. JáH (y) 18.02.2018 Hvat gera føroyskar samkomur fyri at vaksa seg stórar og sterkar? Hví hevur tað týdning, at menniskju koma til persónliga trúgv á Jesus og leggjast afturat? Og í hvønn mun taka føroyskar samkomur støðu til aktuellar politiskar spurningar, sum eyðkenna okkara samtíð? Í hesi fyrstu sendingini vitja vit Kelduna í Skálabotni, sum er ein tann størsta frísamkoman í Føroyum. Vit hitta eisini ein mann, sum einaferð var ungdómsleiðari í Kelduni, men sum tók seg úr samkomuni, tí hann var samkyndur. Hví gjørdi hann tað? Kann man ikki vera samkyndur og virkin trúgvandi í senn? Keldan er ein av trimum sonevndum karismatiskum samkomum í Føroyum. Tann karismatiska rørslan kyknaði í Føroyum sjeytiárunum, tá kirkjufólk rýmdu úr kirkjuni, tí tey tráaðu eftir einum øðrvísi kristindómi, sum ikki kundi rúmast í siðbundnu kirkjuni. Karismatiskar samkomur leggja stóran dent á, at hin trúgvandi kann uppliva heilaga andan persónliga. Læran um sonevndar náðigávur - t.d. tungutalu og grøðing - er sentral í karismatiskari gudfrøði. Hetta er tann fyrsta av seks sendingum, sum varpa ljós á føroyskan kristindóm í okkara samtíð. Sjá sending hjá KVF HER JáH (y) 16.02.2018 Kelda: KVF (Heini í Skorini) Tað er til at fáa vaml av, at danskir fjølmiðlar nú heiðra Prins Henrik, sum fyri kortum fór frá okkum ... Tá ið maðurin varð á lívið bleiv hann spottaður av teim donsku fjølmiðlunum dagliga - og nú heiðra hesi somu fjølmiðlarnir mannin ..? Vit á Norðoya Portali spyrja bara - hvar grensan gongur ..? Les eisini: Prinsurin vildi ikki jarðast við Margrethu Tað bleiv dúgliga gjørt grin burturúr hansara dialekt og eisini hansara meiningum. Maðurin bleiv ongantíð tikin seriøst av teim donsku fjølmiðlunum og altíð blivu tað skrivaðar neiligar greinar um mannin, sum bleiv koyrdir í eitt sera ringt ljós - so kanska er tað eisini satt at siga, at vit ongantíð hava kent føroyingavinin Prins Henrik, sum nú er farin frá okkum. Men tað er heldur ikki ókent, at vit menniskjur eru serkøn í at spotta fólk út, ímeðan tey eru á lívið og so vera hesi somu fólk heiðraði, tá ið tey nú einaferð eru farin herfrá. Høvdu vit so kunna lært av hesum ... men tað gera vit menniskjur neyvan ..! JáH (y) 16.02.2018 |
Arkiv
April 2019
|