NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Billy Graham er deyður - 99 ára gamal

21/2/2018

Comments

 
Billede
Tann kendi amerikanski kristni leiðarin Billy Graham er deyður -  99 ára gamal.

Fyrrverandi baptistapastorurin er sagdur at vera tann kristni predikantur, sum hevur havt mest ávirkan í 20. øld.

Graham svav stillisliga í deyðan í heiminum hjá sær í North Carolina mikudagin.

JáH (y) 22.02.2018

Comments

Trump heitur fyri at lærarar bera vápn

21/2/2018

Comments

 
Billede
Eftir at amerikanski forsetin Donald J. Trump hevði tosað við foreldur at børnum úr Florida, so varð Trump heitur fyri at lærarar og venjarar úr skúlum skuldi sleppa at vera vápn, í vón um at slíkir tilburðir sum tann í Florida, ikki henda aftur.

Men um tað er rætta loysnin hjá Amerika er kanska ein spurningur, sum ein kann loyva at seta sær sjálvum.

JáH (y) 22.02.2018

Comments

Hann hevði minnislepa við sær

21/2/2018

Comments

 
Billede
Sum tú sær á myndini til vinstru, so hevði amerikanski forsetin Donald J. Trump ein minnislepa við sær, tá ið hann skuldi tosað við foreldur og tey, sum yvirlivdu skottilburðin í Florida í tí Hvíta húsinum. Á lepanum stóð ímillum annað:

"Hvat vilt tú hava meg mest at vita um tíni upplivilsir?" og "Eg hoyri tykkum"

Og hetta hevur so sjálvandi skapt stórar yvirskriftir hjá teim amerikonsku fjølmiðlunum, sum allerhelst ikki fara at sleppa hesum enn á sinni.

JáH (y) 22.02.2018

Comments

- Eg eri stoltur av konu mínari

21/2/2018

Comments

 
BilledeAnnbjørg á veg umborð á Pison at kanna manning
Eg má bert byrja hesa grein við at siga, at eg eri sera stoltir av konu mínari, Annbjørg S. á Høvdanum, sum fer sín túr nr. 16 til skips, har hon kannar møðið hjá sjómonnum á teim smærru bátunum.

Hon ferð henda túrin við Pison og verður hon góðar tvær vikur vekk hesaferð - har hon testar manning umborð, mátar rull og ljóð og tá ið hon kemur heim aftur, so verða hesar mátingar settar saman soleiðis, at ein nágreiniliga fer at síggja hvussu sjómenn hava tað umborð á línubátum, garnabátum og smærri trolararum.

Um eg hyggi uppá myndina, sum hon er - so er konan hjá mær - tann einasta, sum hevur gjørt sítt PDH innan møðið hjá sjómonnum, sum sigla við smærri bátum og tað sigur mær ógvuliga nógv, tí tað er also ikki ein og hvør, sum setir seg føran fyri at gera slíkar kanningar, sum hon er farin í holt.

Hetta er nakað serstakt og serliga gott fyri bæði sjómenn og reiðarí, sum fara at síggja úrslit av kanningum hjá Annbjørg S. á Høvdanum í næstum og fer hetta heilt sikkurt at vera við til at betra um korini hjá sjómonnunum á teim smærru bátunum.

Eg fari at ynskja tær og manning umborð á Pison eina sera góðan túr, elskaða og má Guð vera hjá tykkum øllum umborð. Enn einaferð - eri stoltur av tær og elski teg.

Heilsan

Maður tín

Jógvan á Høvdanum (yngri) 21.02.2018

Comments

Clooney gevur 3 milliónir til strangari vápnakontroll

20/2/2018

Comments

 
Billede
Sjónleikarin George Clooney og kona hansara Amal Clooney hava givið 3 milliónir krónir til eina kampagnu, sum hevur til endamáls at gera eina strangari  vápnakontroll.

Clooney familjan sigur at tey hava latið seg inspirera av teim ungu fólkunum, sum standa fyri tiltakinum March for our Lives, sum verður ein mótmælisgonga frá Washington og fleiri øðrum býum tann 24. mars. Fyrireikarnir av mótmælisgonguni eru skúlanæmingar og studentar, sum ætla sær at leggja størri trýst á politikarar fyri at gera eitt strangari vápnakontroll í Amerika - eftir skúlaskotbardagan í Florida í farnu viku.

Fleiri aðrar stjørnur hava eisini donera til hetta sama tiltak og tær stjørnurnar eru ímillum annað: Oprah Winfrey, Steven Spielbert og Jeffrey & Marilyn Katzenberg, sum eisini donera 3 milliónir í part.

JáH (y) 21.02.2018

Comments

Filmur um Utøya komin út

20/2/2018

Comments

 
Billede
Filmur um syrguligu hendingina í Utøya er komin út og er tað Erik Poppe, sum stendur aftanfyri filmin U-July 22.

Spurdir um tað ikki er ov tíðliga at gera ein slíkan film um syrguligu hendingina í Utøya í 2011 - svarar Poppe soleiðis:

- Eg havi tosað við tey ungu, sum yvirlivdu hendingina á Utøya og tey meta ikki, at tað er ov tíðliga at gera ein slíkan film. Hinvegin haldi eg, at ávirkar filmurin teg slett ikki kensluliga, so er tað longu ov seint at gera ein slíkan film og er hetta ein partur av grøðing hjá teim avvarandi.

Filmurin snýr seg um fiktivu Kaja, sum rennur ígjøgnum skógin fyri lívinum og er hetta ein sera intensur filmur, sum sikkurt fer at gera teg bangan og óðan samstundis. Filmurin hevur júst havt frumframførslu í Berlin Festivalinum og har vóru áskoðarnir pillastill til sýningina av filminum.

Netflix hevur annars fingið kritikk kring allan heim, tí tey hava planir um at gera eina røð um Anders Breivik, ið fer at minna um røðina Manhunt: Unabomber, har FBI royndi at fanga terroristin Ted Kaczynski.

JáH (y) 20.02.2018

Comments

Norðoya Portalurin hugsar um tey gomlu

19/2/2018

Comments

 
Billede
Norðoya Portalurin hugsar um tey gomlu og hevur sett "links" til allar heimasíður, sum eru verdar at vitja - um ein hevur áhuga fyri tíðindum o.a. Skrolla bert niðast á okkara heimasíðu og finn útav hvussu nemt alt kann vera.

Eisini er Norðoya Portalurin í holt við at seta ymisk leinkir til ymiskar hentleikar (sosum Facebook, Nummar.fo osv.), so at tað verður nemmari hjá tær at finna, tá ið tú einaferð fær brúk fyri tí.

Vit kallað tað fyri "Nemt skal tað vera" og er niðast á síðuni hjá www.nordportal.net og nakað, sum fer at gera tað munandi lættari hjá tær at nýta - sjálvt um tú ikki ert gamal.

Meiningin við tí er sjálvandi at gera tað nemmari hjá tær at brúka og at ferðingin skal vera enn størri - enn hvat hon higartil hevur verið. Í stuttum er hetta ein service, sum tú dagliga kanst gera tær gagn av, um tú byrjar við at lesa tey feskastu tíðindini á www.nordportal.net

Tú ert bert eitt klikk á veg inn í heimin innan tøkni - og ongantíð hevur tað verið lættari enn tað sama. 

JáH (y) 20.02.2018

Comments

Nú ber til at søkja inn á gymnasialt miðnám og yrkisnám 2018

19/2/2018

Comments

 
Billede
​Nú ber til at søkja inn á miðnámsútbúgvingarnar, sum byrja eftir summarfrítíðina í 2018.
Tú kanst søkja við talgildum umsóknarblaði her: www.innskriving.fo.

Talgilda umsóknarblaðið er knýtt at sama dátugrunni, sum skúlar skráseta støðu- og próvmet í. Brúkar tín skúli dátugrunnin, heintar skipanin tí sjálv persónsupplýsingar, støðu- og próvmet fram í umsóknarblaðið. Talgildað umsóknarblaðið er lættasti vegur at søkja, og leiðbeining sæst á heimasíðuni.

Til ber eisini at søkja við pappírsútgávuni, sum tú kanst taka niður her:

  • Umsóknarblað til miðnám 2018
  • Vegleiðing til umsóknarblað 2018

Kunningarfaldarin um gymnasialu breytaskipanina liggur her.

Kunningarfaldarin um yrkisnám liggur her.

Umsóknarfreistin er 15. mars 2018

JáH (y) 20.02.2018
Kelda: Mentamálaráðið

Comments

Sly svarar aftur: Nei, eg eri ikki deyður

19/2/2018

Comments

 
Billede
Sjónleikarin Sylvester Stallone hevur staðið fyri skotum í seinastuni í alnótini, har tað hevur verið sagt, at maðurin er deyður og hesum svarar Sly so aftur á Twitter:

- Verið so góð og hyggi vekk frá slíkum tíðindum. Eg eri á lívið, havi tað gott og eri glaður og sunnir!

71 ára gamli Sylvester Stallone er í góðum formi og ger enn tann dag í dag - actionfilmar, sum ongin annar!

JáH (y) 20.02.2018

Comments

Tvørkynd kvinna gevur barninum bróst

18/2/2018

Comments

 
Billede
Fyri fyrstu ferð í søguni kann hetta lata seg gera at ein maður megnar at geva barninum bróst ...

Ein 30 ára gomul tvørkynd kvinna fór í sjúkrahús í New York, sum eru serkøn í medisin og skurðviðgerð av tvørkyndum og her byrjaðu læknarnir uppá eitt medisin, sum ímillum annað broytti uppá Domperidon, Østradiol og Progesteron hjá tí tvørkynda.

Eftir ein mánað av medisin viðgerð, so kundi tann tvørkynda kvinnan framleiða nakrar dropar av bróstarmjólk um dagin, men eftir tríggjar mánaðir - so kundi kvinnan framleiða heili 237 millilitar av mjólk um dagin.

Les meira HER

JáH (y) 19.02.2018
Kelda: EB

Comments
<<Previous
Forward>>

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.