NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Hvat gera føroyskar samkomur fyri at vaksa seg stórar og sterkar?

15/2/2018

Comments

 
Billede
Hvat gera føroyskar samkomur fyri at vaksa seg stórar og sterkar? Hví hevur tað týdning, at menniskju koma til persónliga trúgv á Jesus og leggjast afturat? Og í hvønn mun taka føroyskar samkomur støðu til aktuellar politiskar spurningar, sum eyðkenna okkara samtíð?

Í hesi fyrstu sendingini vitja vit Kelduna í Skálabotni, sum er ein tann størsta frísamkoman í Føroyum. Vit hitta eisini ein mann, sum einaferð var ungdómsleiðari í Kelduni, men sum tók seg úr samkomuni, tí hann var samkyndur. Hví gjørdi hann tað? Kann man ikki vera samkyndur og virkin trúgvandi í senn? Keldan er ein av trimum sonevndum karismatiskum samkomum í Føroyum.

​Tann karismatiska rørslan kyknaði í Føroyum sjeytiárunum, tá kirkjufólk rýmdu úr kirkjuni, tí tey tráaðu eftir einum øðrvísi kristindómi, sum ikki kundi rúmast í siðbundnu kirkjuni. Karismatiskar samkomur leggja stóran dent á, at hin trúgvandi kann uppliva heilaga andan persónliga. Læran um sonevndar náðigávur - t.d. tungutalu og grøðing - er sentral í karismatiskari gudfrøði. Hetta er tann fyrsta av seks sendingum, sum varpa ljós á føroyskan kristindóm í okkara samtíð.

Sjá sending hjá KVF HER

JáH (y) 16.02.2018
Kelda: KVF (Heini í Skorini)

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.