Tá ið maðurin varð á lívið bleiv hann spottaður av teim donsku fjølmiðlunum dagliga - og nú heiðra hesi somu fjølmiðlarnir mannin ..? Vit á Norðoya Portali spyrja bara - hvar grensan gongur ..?
Les eisini: Prinsurin vildi ikki jarðast við Margrethu
Tað bleiv dúgliga gjørt grin burturúr hansara dialekt og eisini hansara meiningum. Maðurin bleiv ongantíð tikin seriøst av teim donsku fjølmiðlunum og altíð blivu tað skrivaðar neiligar greinar um mannin, sum bleiv koyrdir í eitt sera ringt ljós - so kanska er tað eisini satt at siga, at vit ongantíð hava kent føroyingavinin Prins Henrik, sum nú er farin frá okkum.
Men tað er heldur ikki ókent, at vit menniskjur eru serkøn í at spotta fólk út, ímeðan tey eru á lívið og so vera hesi somu fólk heiðraði, tá ið tey nú einaferð eru farin herfrá. Høvdu vit so kunna lært av hesum ... men tað gera vit menniskjur neyvan ..!
JáH (y) 16.02.2018