Eisini bleiv spurt um asvaltering av Kunoyar vegi, umframt nakað verður gjørt við Byrgingina um Haraldssund.
Svarið frá Landsverk er soljóðandi:
Arbeiðið í Kunoyartunlinum er nærum liðugt. Landsverk er liðugt við at skróta og arbeiðið við vatnveitingini er komið so væl áleiðis, at teir fyrireika asfaltarbeiðið, sum verður gjørt í næstum.
Pengar eru settir av til at asfaltera Kunoyarvegin í ár, men fyrst skal vegurin umvælast har riðið er undan autoverjuni, so vegurin verður ikki asfalteraður samstundis sum tunnilin, men verður gjørdur seinni í ár. Komandi ár er ætlanin at seta nýggja autoverju upp.
Játtan er ikki á fíggjarlógini fyri 2018 til Byrgingina um Haraldsund.
Nær ein kann vænta at arbeitt verður við Byrgingini - er so ein heilt annar spurningur, sum undirritaði fer at pressa upp undir til Samferðslumálaráðið, sum ikki tykir at hava nakrar sum helst trupuleikar at játta tunlar fyri milliardir - men trupuleikar við at hæðka um trygdina av elligamla infrakervinum kring Føroya knøtt, sum saktans seta trygdina hjá menniskjum í lívsvanda.
JáH (y) 18.02.2018