NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Álit um filmshús handað landsstýrismanninum

21/10/2015

Comments

 
Picture
(20.10.2015) Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, fekk í dag handað álitið: "Filmshúsið - Føroyskur filmur á einum vegamóti." Klippfisk hevur gjørt álitið.
Sambært álitinum skal Filmshúsið at skapa eitt framhald, ið higartil ikki hevur verið í føroyskum filmi, so samanhangur fæst millum førleikamenning, framleiðslu og útbreiðslu av føroyskum filmi.
Filmshúsið fer at verða eitt savningarstað fyri filmsumhvørvið. Húsið skal stuðla filmsundirvísing og framleiðslu, og umsita Filmsgrunnin. Húsið skal kunna um føroyskan film uttanlanda, og menna samstørv og sambond við útlendskar framleiðarar. Harumframt skal Filmshúsið hava ábyrgdina av at savna allar føroyskar filmar í eitt filmsavn, so teir verða tøkir og kunnu koma øllum føroyingum til góðar.
- Samgongan hevur sett sær fyri at raðfesta føroyska filmsvinnu, sigur Poul Michelsen.
- Álitið um Filmshúsið er eitt áhugavert og ítøkiligt boð uppá hvussu vit kunnu skapa betri karmar fyri einari filmsvinnu. Landsstýrið arbeiðir við at gera politikk fyri skapandi vinnur, herundir film, og álitið verður partur av hesum arbeiði.
(Mynd: Pætur M. Dahl, Poul Michelsen og Jákup Veyhe.)
SÍ: Álitið: Filmshúsið - Føroyskur filmur á einum vegamóti.    

Comments

Málningaframsýning við Martin Joensen

21/10/2015

Comments

 
Picture
Martin Joensen letur upp málningaframsýning í Mentamálaráðnum hósdagin 22. oktober kl. 15.00.

Martin Joensen er føddur í Vestmanna 27. august 1953 og hevur útbúgving innan tekning og grafikk. Hann hevur verið virkin teknari og illustrator síðani loknu útbúgvingina í 1982. Umframt at hava gjørt permur og myndskrýtt fleiri bøkur hevur Martin seinnu árini lagt serligan dent á málningalistina. Tað verður eitt úrval av málningum, sum eru málaðir seinastu trý árini, ið verða at síggja í hølunum hjá Mentamálaráðnum á Hoyvíksvegi 72.

Martin Joensen er eisini ein av okkara fremstu tónleikarum og yrkjarum. Hann hevur givið nógvar fløgur út, bæði einsamallur og saman við bólki sínum Vestmonnum.
​
Martin Joensen varð heiðraður við Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1981 og við Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens í 2007.
Til ferniseringina verður tónleikur at hoyra, har Martin Joensen sjálvur syngur og spælir. Øll eru vælkomin.

Comments

Paul Watson vil hava passi aftur !!!

20/10/2015

Comments

 
Picture
Dupult Moralur Leingi Livi ..!

Liberali flokkurin í Kanada hevur vunnið Valstríði - og hervið so er Paul Watson ovurfegin - tí hin konservativi flokkurin vildi (ella vil) onki hava við Harra Watson at gera ...

Paul Watson skrivar á hansara Facebook síðu, at hann enn eina ferð fer at søkja um sítt kanadiska pass, sum stýri í Kanada tók frá honum, tá ið hann ikki vildi halda seg til Landsins lógir - har hann ferð eftir ferð breyt lógirnar og skrivaði sínar egnu reglar um lóg & landaskil - bert tí at Bucky (hansara einasti vinur og kelidjór) lat lív av eini djórafellu ...

Men onki bendir á, at Paul Watson fer at fáa sítt pass aftur í Kanada - tí maðurin hevur ført eitt persónligt kríggj ímóti landinum í áravís og spilt teirra góða navn út - einans tí at tey drepa kóp har. Hann hevur ført eitt somikið ógvusligt stríð ímóti Kanada, at flest øll fólk har - tola ikki gronina í manninum. So hetta má vera ein Dupultmoralur, so tað baskar eftir í - at hann brádliga aftur við hava kanadisk pass aftur - tí mannagongdin hjá Watson vísur seg altíð at hava ein dupultmoral aftanfyri seg. Kanska vil hann bert søkja um passi aftur, so at hann enn eina ferð kann sleppa at spilla sítt heimland út fyri verðini, tá ið tey noktað honum tað ..?

Tí er tað eisini sera undurnarvert, at Paul (om igen) søkir um sítt pass - til eitt land, sum hann í veruleikanum hatar. Kanska hevur maðurin ein heimlongsul yvir landið, sum onki vildi honum enn nakað gott ..? Men um tíðin er búgvin til tess, at hann sleppur at flyta heim aftur - er jú ein heilt annar spurningur, tí maðurin er eftirlýstur av Interpol kring allan knøtt (uttan Frakland & Týsklandi, sum halda hondina yvir honum).

​JáH (y) 20.10.2015

Comments

Hvør fortelur Sea Shepherd søguna ?!? (Who informs Sea Shepherd ?!? - Leak no. 9 - Translated article also)

20/10/2015

Comments

 
Picture
Tað er kanska sera áhugavert, hvør fortelur søgurnar fyri Sea Shepherd, tí tann føroyingurin má so sanniliga hava ein ringan smakk í munninum nú Sea Shepherd hevur elvt til stóran skaða í okkara umdømið og ferðavinnu.

Soleiðis skrivar Rosie Kunneke úr einum brævið frá 2014: "Karen frá Suðuroyar bólkinum hevur umsett eina online grein fyri okkum, sum staðfestur at Smyril fann grindina ..." og sjálvt maðurin, sum Rosie Kunneke býr hjá í 2014 er fjaltursstungin - tí soleiðis skrivar hon víðari: "Sjálvt Jóhan - eigarin av húsinum, sum eg búgvi í - segði, at hann er blivin fjaltursstungin, tí at vit búgva í hansara húsið (og tá ið hann bleiv spurdur, um vit ikki skuldu búgva har, so vildi hann at vit skuldu tað og at tað ikki órógvaði hann). Hann fortaldi eisini mær frá, at politikarar tosað um eina nýggja lóg, sum fer at gera tað at Sea Shepherd ikki longur sleppur inn í Føroya land - ikki at tað fór at henda beinavegin tær næstu vikurnar, men at teir fara at arbeiða við hesum, so at lógin kemur í gildi til næsta ár."

Tað er nú heldur ikki soleiðis, at eg persónliga IKKI gangi inn fyri talufrælsi - tí tað geri eg. Men eg gangi ikki inn fyri, at sjálvt um tær ikki dámar grind, so skalt tú fara uppí ein slíkan terrorist-bólk, sum Sea Shepherd í veruleikanum er. Og at tú so húsar fíggjindanum ella bjóðar út tín bil til tey - tað má so vera uppá tína egnu rokning, tí eitt er so heilt víst og tað er, at tey eru komin til Føroya land fyri at steðga grindadrápinum fyri ein & hvønn prís. Um tey sverta okkum út um allan heim - hevur onki at týða fyri Paul Watson & co., tí tað er júst tað tey liva av - og spurningurin er sjálvandi komin hartil, um tað er okay, at húsa Sea Shepherd, leiga bilin til Sea Shepherd ella umseta greinarnar fyri Sea Shepherd - so at tey skula blíva við, at gera lívið súrt fyri okkum føroyingar ..?

So mín meining er sera einkul: Um vit ikki kunna fáa ein fornuftigan dialog við tey - so er onki at gera - uttan at banna tey, at koma hertil. Tí at fara skriva enn fleiri Grindalógir - sømir ongum endamálið - tey betala ikki álíkavæl. Vit hava haldgóð prógv fyri, at tey eru komin til Føroya land við einum endamálið og tað er at bróta okkara lógir og oyðileggja okkara vakra umdømið. Og til tín - við tí ringa smakkinum - lat bara vera við at leiga títt hús út til tey ella for tann part skuld bil, tí eitt er so heilt sikkurt, at ferðavinnan er í ferð við at blóma og tín latur í, at ikki at leiga til tey - fer at gera sín part til, at nokk av ferðafólkið fara at leiga títt hús álíkavæl - og har afturat, so fáa vesirullurnar frið aftur í Føroyum.

Translated version below:

It would interresting to know - who informs Sea Shepherd in the Faroe Islands - because that faroese guy/girl must have some bad taste in his/her mouth, because Sea Shepherd has caused some bad reputation for Faroe Islands and sooner & later it's going to cost money, if we don't do anything about it ...

This is what Rosie Kunneke wrote in a email from 2014: "Karen from Suduroy team translated an online article for us about the attempted Grind Tuesday confirming the ferry spotted the pod ..." And even the man who owns the house, Rosie stays in - in Faroe Islands is afraid: "Even Johan (who’s house I stay in) said that he is getting increased animosity because we are staying in his house (when asked if we should rather not stay there, he insisted that it does not bother him). He also told me that the politicians are talking about passing a new law that will deny SSCS entry into the Faroe Islands - not going to be in the next few weeks but they are working towards having this in place for next year."

It is not so - that I don't like freedom of speach, because I do. Men I do NOT like, just because YOU don't like Grind - that you should join the terrorist-group Sea Shepherd. If you rent your car or house to Sea Shepherd - it is your problem, but know this: They come to Faroe Islands to stop the Grind - and it dosen't matter at what cost. They will continue to make Faroe Islands a bad name and make our lives a living Hell - because this is where Watson makes his money. The question is: Is it okay to rent houses & cars to Sea Shepherd, when you know by heart - that they will do everything they can, do make our lifes a living HELL ..?

So my conclusion is simple: If we can't talk to them with reason - then we have to BAN them. There's no reason to make more Grindlaws against them anymore ... they woun't pay anyhow. We have proof, that they only come to Faroe Islands to brake laws and destroy our good name. And to you with the bad taste in your mouth - Don't feel bad. Just don't rent your car & house to Sea Shepherd, if they should come back. You will have plenty of visitors from all over the world, that are NOT Sea Shepherd and these visitors will not take your toilet rolls.

Jógvan á Høvdanum (junior) 19.10.2015




Comments

Halt kjaft ikki - nú er heldur ikki loyvið at eta kylling longur!

18/10/2015

Comments

 
Picture
Eitt danskt par, Thomas og Lina koyrdu eina mynd út á Facebook - har tey høvdu gjørt ein kylling til reiðar - undir myndini stóð: "Uuuum - lekkur leygardags-kylling!"

Og so skuldi ein trúð - at tað varð ok, isje sannheit ..? Nei, men so skuldi ikki vera - tí knappliga byrjaðu fólk at skriva: "Skamma tit tykkum ikki, vemmuligu danskarar ..?" og onkur annar skrivaði: "Thomas og Line hava onga virðing fyri skapurnarverkinum osv."

Les alla greinina HER

Men spurningurin er hvørjum hetta enda skal við ..? Skula nú fólk, sum ikki atla sær at eta kjøt - nú knappliga bestemma hvat vit onnur atla okkum at eta ..? Nei, hetta er somikið langt úti í mínari verð, at eg bestemmaði til at teknað eina Totalt Langt Úti tekning, sum tú eisini kanst síggja niðanfyri:

​JáH (y) 18.10.2015 

Picture
Comments

Sunnudagstema: Søgan um Heimsins minstu kvinnu!

18/10/2015

Comments

 
Picture
Minsta kvinnan í verðini er 62,8 cm til hæddar. Hon eitur Jyoti Amge og er frá India. Í dag er Jyoti 22 ára gomul og er ikki voksin nakað sum helst, síðan hon varð barn.

Sjá niðanfyri dokumentar-sending av Jyoti Amge, har eitt av ynskunum hjá henni longu er blivi uppfylt. Jyoti ynsktu nevniliga í sendingini at vera ein stjørna innan filmsheimin og tað er hon longu blivin - nú hon spælir í røðini American Horror Story: Freakshow.

JáH (y) 18.10.2015

Comments

Funnið nýggja mynd av Billy The Kid

15/10/2015

Comments

 
Picture
Hann varð ein sera farligur maður, at fylgast við - men opinbart so dámdi Billy The Kid eisini sera væl at spæla krokk. Nýggja myndin bleiv keypt sera bíliga - men kann vera verd fleiri milliónir ...

Tann nýggja myndin av Billy The Kid er keypt fyri góðar 13 krónir av samlaranum Randy Guijarro. Og er hetta tann ektaða myndin av Billy The Kid, so hevur henda myndin virði uppá góðar 13 milliónir. Myndin bleiv keypt í einum "genbrugs-handli" í Fresno, Amerika. 

Myndin vísur Billy The Kid og hansara banda spæla krokk í Lincoln County, New Mexico - seint um summarið 1878.

Leingi hava granskarar víst á - at niðanfyri standandi mynd varð tann einasta myndin, sum tikin bleiv av Billy The Kid - men nýggja myndin av Billy sigur also nakað annað. Myndin (t.v.) er longu tryggja fyri 32,5 milliónir krónir.  Myndin niðanfyri annars bleiv keypt í 2011 fyri 5,3 milliónir krónir av milliarderinum William Koch.

JáH (y) 15.10.2015

Picture
Comments

Framtíðin er blá

14/10/2015

Comments

 
Picture
Leygarkvøldið helt Jógvan Skorheim, borgarstjóri røðu á ársveitsluni hjá Klaksvíkar ítrottarfelag. Røðan er endurgivin í greinini.
Góðu KÍ-arar

Eg havi sagt tað fyrr, og eg sigi tað aftur í ár. Eg haldi við tveimum fótbóltsliðum: KÍ og Liverpool. So eg eri vanur við hetta her við at hugsa og siga: Næsta ár verður tað!

Fótbóltur og politikkur hava nógv til felags.

Í báðum snýr tað seg um at vinna og vera spælstýrandi. Í báðum kemur tað meira enn so fyri, at spælarar skifta felag.

Har er fótbólturin so tað frammanfyri, at tit hava eitt transfer vindeyga, sum heldur eitt sindur av skili á nær fólk skifta felag.. hetta kundu vit kanska eisini brúkt í politikki.

Og so er tað hatta við viðmerkjarum og serfrøðingum. Bæði í fótbólti og politikki brúkar man serfrøðingar, eygleiðarar og viðmerkjarar. Fólk, sum vita nógv um evnið og spáa um framtíðina.

Til dømis hoyrdi eg um ein fótbóltsviðmerkjara, sum helt fyri, at hetta liðið, sum spældi, hevði vunnið 66 dystir.

Og tað serliga við teimum var, at liðið hevði skorað í øllum dystunum!

So lættur kann fótbóltur vera at skilja. Tú vinnur við at skora fleiri mál enn mótstøðuliðið. Men samstundis er fótbóltur ein heil vísund, sum nógvar og tjúkkar bøkur eru skrivaðar um.

Fótbóltur kann vera eitt ítriv og fótbóltur kann vera eitt starv. “Summi siga, at fótbóltur er ein spurningur um lív ella deyða. Hetta skuffar meg… tí fótbóltur er so nógv nógv meira enn tað.” Hetta er tiltikna Liverpool-legendan Bill Shankly víðagitin fyri at hava sagt.

Í Klaksvík er ongin ivi um, hvussu stóran týdning fótbóltur hevur.

Vit kenna øll stoltu søgu felagsins. Vit hava hoyrt um 66-liðið, greipuna í 99 og heimsins mest vinnandi fótbóltslið - KÍ kvinnurnar.

Og frá einum Liverpool-venjara til ein annan. Í gjár segði nýggi managarin Jürgen Klopp soleiðis í einari samrøðu: "History is only to remember. Now we have a chance to make it.”

Hetta farna kappingarárið er nú ein partur av søguni.

Besta mansliðið endaði á fimta plássi við 41 stigum. Hetta er eitt pláss upp í mun til í fjør og trý pláss upp í mun til fyrraárið. Hetta er ein framgongd, og framgongd kunnu vit altíð vera glað fyri.

Hendan framgongdin fer sjálvandi at blíva við, og so fái eg endiliga rætt í míni søk: NÆSTA ÁR VERÐUR TAÐ. Tað gleði eg meg til.

Í nógv ár hevur tað verið siðvenja at heiðra tykkum, KÍ kvinnur. Og í ár er onki undantak.

Enn einaferð ruddaðu tit alla mótstøðu av vøllinum. Og í dag tóku tit ímóti FM-steypinum 16. árið á rað.

Tað er ringt at finna uppá nýggj ting at siga við tykkum, so eg ljóði sikkurt eitt sindur sum ein endursending nú. Men líkasum tit ongantíð verða móðar av at vinna, so verði eg heldur ongantíð móður av at ynskja tykkum til lukku.

Tit gera framvegis skomm burturúr slagorðunum í tippireklamuni: “Der er så meget kvinder ikke forstår”. Enn einaferð staðfesta vit í Klaksvík, at jú: okkara kvinnur hava so í øllum førum skilt, hvat fótbóltur gongur út uppá. Tit eru fantastiskar!

Og tá tað kemur til tykkum, so haldi eg, at vit siga, at næsta ár, tá verður tað aftur.

Flaggskipini í Klaksvíkar ítrottarfelag eru Effo-liðið hjá monnum og 1. deildar liðið hjá kvinnum. Men vit mugu ikki gloyma restina av flotanum. Tað liggur eitt ómetaliga stórt arbeiði aftanfyri KÍ. Vit eru umboðaði í øllum ungdómsdeildunum, og úrslitini hava ofta verið imponerandi góð.

Í ár hava fleiri ungdómslið klárað seg ordiliga væl, og ungdómsarbeiðið hevur kastað av sær. Fleiri av liðunum hava vunnið medaljur í ár, og harafturat eru KÍ leikarar úttiknir til øll ungdómslandsliðini hjá FSF. Eg skal ikki siga, at Fótbóltssambandið hevði steðgað upp uttan KÍ, men tað er ongin ivi um, at Klaksvíkar Ítrottarfelag er ein stórur og týdningarmikil partur av føroyskum fótbólti.

Eitt dømi um hetta var, tá ið FSF og Rás2 herfyri kunngjørdu ársins leikarar. Tá vunnu Jóannes Bjartalíð og Maria Thomsen tittlarnar sum ársins ungu leikarar, og hetta var ein staðfesting av nøkrum, sum vit longu vistu: Vit eiga Føroya besta ungdóm! Vit eiga eisini Føroya besta málmann í kvinnudeildini! Vit eiga enntá Føroya besta dómara í kvinnudeildini!

Tá eg snakki um politikk, so snakki eg ofta um, at framtíðin er grøn. Men í kvøld skifti eg lit. Í kvøld sigi eg: framtíðin er blá!

Spælararnir eiga sjálvandi sín lut í góðu úrslitunum, men tað er onki at ivast í, at tað eisini krevur góðar venjarar og eitt gott felag at vinna dystir og meistaraheitir.

Í KÍ og í Klaksvík hava vit ómetaliga nógv heilhjartaði fólk. KÍ er størsta felag í landinum, og vit, sum búgva í Klaksvík, eru stolt av KÍ. Tað hava vit altíð verið. Og tað kunnu vit eisini vera framyvir, tí tað er ein errin innsatsur, sum liggur til grund fyri Klaksvíkar ítrottarfelag.

Vit kenna øll KÍ-søguna, og í kvøld gera vit enda á farna kappingarár. Eitt kappingarár, sum fer beint í søgu felagsins, saman við fleiri enn hundrað øðrum kappingarárum. Og sum Klopp segði tað so væl: Nú hava vit møguleika fyri at skapa nýggja søgu, sum framtíðin fer at minnast.

Góðu venjarar, samskiparar, hjálparfólk, nevndarlimir, stuðlar, fjepparar, foreldur. Góðu tit øll. Takk fyri tað, tit gera fyri KÍ.

Takk fyri.


Comments

Playboy droppar naknar kvinnur!

12/10/2015

Comments

 
Picture
Playboy blaði hjá Hugh Hufner plagdi at selja 5,6 milliónir eintøk hvørja ferð í Amerika - men tey nýggjastu sølutølini vísa, at nú selja tey "bert" 800.000 hvørja ferð. Til at samanlíkna - so seldi danska M! blaðið einaferð 600.000 eintøk hvørja ferð og Se & Hør hevur enntá selt yvir milliónina.

Ein av sølustjórunum hjá Playboy, Scott Flanders sigur, at nú eru fólk bert eitt klikk frá naknum kvinnum og at tey á Playboy muga also fara aðra leiðir fyri at selja sítt blað.

Men tó so fer ein kvinna at prýða mannfólkablaði við ymiskum provokerandi tekstum afturvið - lova tey á Playboy. Playboy varð stovna í ár 1953.

​JáH (y) 13.10.2015

Comments

Sea Shepherd members enjoy their donated vacation (Video)

11/10/2015

Comments

 
Picture"Piss off - you ..!"
A faroese guy just asks some Sea Shepherd members - why they are playing soccer - instead of saving the life of Pilot Whales ... and it's a great question to ask them - because they did'nt save any Pilot Whales this year. In fact - Sea Shepherd was a complete joke this year - and thank you very much, Bjørn Poulsen for posting this video - I had a blast ..! See exellent video below:

​JáH (y) 11.10.2015

Comments
<<Previous
Forward>>

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.