Góðu KÍ-arar
Eg havi sagt tað fyrr, og eg sigi tað aftur í ár. Eg haldi við tveimum fótbóltsliðum: KÍ og Liverpool. So eg eri vanur við hetta her við at hugsa og siga: Næsta ár verður tað!
Fótbóltur og politikkur hava nógv til felags.
Í báðum snýr tað seg um at vinna og vera spælstýrandi. Í báðum kemur tað meira enn so fyri, at spælarar skifta felag.
Har er fótbólturin so tað frammanfyri, at tit hava eitt transfer vindeyga, sum heldur eitt sindur av skili á nær fólk skifta felag.. hetta kundu vit kanska eisini brúkt í politikki.
Og so er tað hatta við viðmerkjarum og serfrøðingum. Bæði í fótbólti og politikki brúkar man serfrøðingar, eygleiðarar og viðmerkjarar. Fólk, sum vita nógv um evnið og spáa um framtíðina.
Til dømis hoyrdi eg um ein fótbóltsviðmerkjara, sum helt fyri, at hetta liðið, sum spældi, hevði vunnið 66 dystir.
Og tað serliga við teimum var, at liðið hevði skorað í øllum dystunum!
So lættur kann fótbóltur vera at skilja. Tú vinnur við at skora fleiri mál enn mótstøðuliðið. Men samstundis er fótbóltur ein heil vísund, sum nógvar og tjúkkar bøkur eru skrivaðar um.
Fótbóltur kann vera eitt ítriv og fótbóltur kann vera eitt starv. “Summi siga, at fótbóltur er ein spurningur um lív ella deyða. Hetta skuffar meg… tí fótbóltur er so nógv nógv meira enn tað.” Hetta er tiltikna Liverpool-legendan Bill Shankly víðagitin fyri at hava sagt.
Í Klaksvík er ongin ivi um, hvussu stóran týdning fótbóltur hevur.
Vit kenna øll stoltu søgu felagsins. Vit hava hoyrt um 66-liðið, greipuna í 99 og heimsins mest vinnandi fótbóltslið - KÍ kvinnurnar.
Og frá einum Liverpool-venjara til ein annan. Í gjár segði nýggi managarin Jürgen Klopp soleiðis í einari samrøðu: "History is only to remember. Now we have a chance to make it.”
Hetta farna kappingarárið er nú ein partur av søguni.
Besta mansliðið endaði á fimta plássi við 41 stigum. Hetta er eitt pláss upp í mun til í fjør og trý pláss upp í mun til fyrraárið. Hetta er ein framgongd, og framgongd kunnu vit altíð vera glað fyri.
Hendan framgongdin fer sjálvandi at blíva við, og so fái eg endiliga rætt í míni søk: NÆSTA ÁR VERÐUR TAÐ. Tað gleði eg meg til.
Í nógv ár hevur tað verið siðvenja at heiðra tykkum, KÍ kvinnur. Og í ár er onki undantak.
Enn einaferð ruddaðu tit alla mótstøðu av vøllinum. Og í dag tóku tit ímóti FM-steypinum 16. árið á rað.
Tað er ringt at finna uppá nýggj ting at siga við tykkum, so eg ljóði sikkurt eitt sindur sum ein endursending nú. Men líkasum tit ongantíð verða móðar av at vinna, so verði eg heldur ongantíð móður av at ynskja tykkum til lukku.
Tit gera framvegis skomm burturúr slagorðunum í tippireklamuni: “Der er så meget kvinder ikke forstår”. Enn einaferð staðfesta vit í Klaksvík, at jú: okkara kvinnur hava so í øllum førum skilt, hvat fótbóltur gongur út uppá. Tit eru fantastiskar!
Og tá tað kemur til tykkum, so haldi eg, at vit siga, at næsta ár, tá verður tað aftur.
Flaggskipini í Klaksvíkar ítrottarfelag eru Effo-liðið hjá monnum og 1. deildar liðið hjá kvinnum. Men vit mugu ikki gloyma restina av flotanum. Tað liggur eitt ómetaliga stórt arbeiði aftanfyri KÍ. Vit eru umboðaði í øllum ungdómsdeildunum, og úrslitini hava ofta verið imponerandi góð.
Í ár hava fleiri ungdómslið klárað seg ordiliga væl, og ungdómsarbeiðið hevur kastað av sær. Fleiri av liðunum hava vunnið medaljur í ár, og harafturat eru KÍ leikarar úttiknir til øll ungdómslandsliðini hjá FSF. Eg skal ikki siga, at Fótbóltssambandið hevði steðgað upp uttan KÍ, men tað er ongin ivi um, at Klaksvíkar Ítrottarfelag er ein stórur og týdningarmikil partur av føroyskum fótbólti.
Eitt dømi um hetta var, tá ið FSF og Rás2 herfyri kunngjørdu ársins leikarar. Tá vunnu Jóannes Bjartalíð og Maria Thomsen tittlarnar sum ársins ungu leikarar, og hetta var ein staðfesting av nøkrum, sum vit longu vistu: Vit eiga Føroya besta ungdóm! Vit eiga eisini Føroya besta málmann í kvinnudeildini! Vit eiga enntá Føroya besta dómara í kvinnudeildini!
Tá eg snakki um politikk, so snakki eg ofta um, at framtíðin er grøn. Men í kvøld skifti eg lit. Í kvøld sigi eg: framtíðin er blá!
Spælararnir eiga sjálvandi sín lut í góðu úrslitunum, men tað er onki at ivast í, at tað eisini krevur góðar venjarar og eitt gott felag at vinna dystir og meistaraheitir.
Í KÍ og í Klaksvík hava vit ómetaliga nógv heilhjartaði fólk. KÍ er størsta felag í landinum, og vit, sum búgva í Klaksvík, eru stolt av KÍ. Tað hava vit altíð verið. Og tað kunnu vit eisini vera framyvir, tí tað er ein errin innsatsur, sum liggur til grund fyri Klaksvíkar ítrottarfelag.
Vit kenna øll KÍ-søguna, og í kvøld gera vit enda á farna kappingarár. Eitt kappingarár, sum fer beint í søgu felagsins, saman við fleiri enn hundrað øðrum kappingarárum. Og sum Klopp segði tað so væl: Nú hava vit møguleika fyri at skapa nýggja søgu, sum framtíðin fer at minnast.
Góðu venjarar, samskiparar, hjálparfólk, nevndarlimir, stuðlar, fjepparar, foreldur. Góðu tit øll. Takk fyri tað, tit gera fyri KÍ.
Takk fyri.