Trý fólk royndu at órógva grindina ífjør og hava eftir øllum at døma fingið 25.000,00 kr í part og so hevur ein einkultur S.S'ari fingið 12.500,00 kr í bót - so íalt ljóðar rokingin til Sea Shepherd í Hollandi uppá góðar 87.500,00 kr.
Sea Shepherd hevur allatíðina hildið uppá, at fólk vóru har frívilluga - men av tí, at vit á Norðoya Portali høvdu víst nøkur dokumentir frá fyrrverandi limur, sum prógvaði tað øðrvísi, so kann Sea Shepherd ikki longur koma við einum uppástandi, at fólk vóru her frívilluga í hvørki 2015 ella 2014 - tí tey dokumentini vístu klárt, at Rosie Kunneke varð leiðari í Føroyum og at hon eggjaði fólkið at gera ónáðir og enntá elva til kaos, um tað skuldi verið - fyri at bjarga nøkur hvalum.
Eitt annað rættarmál kemur eisini ímóti Sea Shepherd nakað skjótt, tí tá royndi ein skjótgangandi bátur hjá teimum, at forða fyri veiðu av grind, men endaði við at saksa hvalarnir sundir & saman. Eisini varð hesin bátur ein stórur vandi fyri fólkini, sum rikið grindina.
JáH (y) 18.03.2016