27 ára gamli piloturin Andreas Lubitz valdi at gera av við seg sjálvan og tók við sær í deyðan 149 menniskjur. Hann stongdi hurðina, so at hin piloturin ikki slapp aftur - eftir at hava verið á vesi og syrgi síðan fyri, at flúgvarin helt nærmast beina leið niður eftir.
Ídag kom tann endiliga rapportin um tí fatalu vanlukkuna, tá ið Germanwings 4U9625 datt niður í Alpunum tann 24. mars í fjør. Og í rapportini stendur annars skrivað, at piloturin Lubitz hevur verið sálarveikur og eisini áður havt tankar um sjálvmorð.
JáH (y) 13.03.2016
RSS Feed