NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Húsið á Fornagørðum er úrslit av framúr góðum samstarvi

11/3/2016

Comments

 
Billede
- Tað er ótrúliga stuttligt sum borgarstjóri at uppliva, hvussu nógv skilagóð og framsøkin úrslit kunnu spretta burturúr góðum dialogi og konstruktivum samstarvi, segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, áðrenn hann handaði Mariu Matras, heilsufrøðingi hjá Gigni, lyklarnar til rúmligu og snotuliguj hølini í Húsinum á Fornagørðum, sum nú hýsir fleiri stovnum á trivnaðarøkinum.

Hósdagin 10. mars 2016 varð almenn móttøka í nýggju hølunum hjá Gigni í Klaksvík, sum nú er partur av Húsinum á Fornagørðum.

Í røðu sínari legði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, dent á, at Húsið á Fornagørðum – sum nú fevnir um stovnarnar: Barnaverndartænastan í Norðoyggjum, Námsfrøðiliga Ráðgevingin, Sernám og nú eisini Gigni – er úrslit av góðum samstarvi millum kommununa, privata vinnulívið, almennar stovnar og avvarðandi aðalráð í landsstýrinum.

- Eg eri bæði fegin og errin av, at vit nú enn einaferð savnast til móttøku fyri einum stovni, sum er fluttur inn her á Fornagørðum. 

- Tað eru bara 10 mánaðir gingnir, síðani vit seinast stóðu her og gleddust um, at Barnaverndartænastan, Námsfrøðiliga ráðgevingin og Sernám vóru flutt inn á ovastu hædd í bygninginum.

- Í dag legst so enn ein tænasta afturat hópinum, og eg vil beinavegin nýta høvið at ynskja tykkum hjá Gigna hjartaliga vælkomnum og til lukku við nýggju hølunum.

Klaksvíkar kommuna raðfestir børn og ung

Í røðu sínari legði borgarstjórin eisini dent á, at býráðið í hesum valskeiðnum hevur brúkt nógvan pening, tíð og orku til verkætlanir innan barna- og ungdómsøkið í Klaksvíkar kommunu.

- “Børn eru fátækra manna ríkidømi”. Hetta er eitt gamalt orðatak, sum ikki vildi sleppa mær aftur, tá eg hugsaði um, hvat eg skuldi siga til móttøkuna her í dag.

- Orðatakið sigur so nógv í sær sjálvum, haldi eg. Sum pápi lærir man skjótt, at børnini eru tað dýrabarasta, vit eiga; bæði sum foreldur, men eisini sum samfelag. Tí eiga vit sjálvandi at verja og hjúkla um hetta ríkidømi okkara.

- Og so er tað nokk ikki neyðugt hjá mær at greiða tykkum frá, hví vit seinastu árini hava brúkt so nógvan pening, tíð og orku til verkætlanir innan barna- og ungdómsøkið í Klaksvíkar kommunu. Verkætlanir sum til dømis nýggja skúlan, øktu barnaansingarplássini og so Húsið á Fornagørðum.

- Eg trúgvi, at tað er lætt at skilja, at vit gera hetta, tí vit sanna, at børnini eru okkara ríkidømi og okkara framtíð. 

Betri umstøður til fakfólk at veita enn betri tænastu

- Nú heilsufrøði til børn og ung eisini verður ein integreraður partur av Húsinum á Fornagørðum, so rúmar bygningurin eina veldiga tænastu til børnini í norðoyggjum og familjur teirra.

- Her eru sosialráðgevar, sálarfrøðingur, námsfrøðiligir ráðgevar, talilærarar og nú eisini heilsufrøðingar. Húsið á Fornagørðum er vorðið ein ordiligur depil, har ómetaliga nógv vitan er savnað á einum stað. Her hava vit nógv dugnalig fólk, við góðum arbeiðsumstøðum, sum bæði eru nútíðarhóskandi og liggja sentralt í býnum. 

- Hetta tryggjar borgarunum í kommununi eina fantastiska tænastu, og hendan tænastan er samstundis ein íløga í menningina og vælferðina hjá okkara børnum og ungu.

- Ein íløga í framtíðina, sum vit óivað fáa fleirfaldaða aftur, segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Hetta staðfestir, hvussu stóran týdning vinnan hevur í Klaksvík

- Tað serliga við hesum húsinum er eisini, at vit sum kommuna og land eru leigarar, ímeðan eigarin er at finna í privatu vinnuni. 

- Tað, at eitt so stórt felag sum Christian í Grótinum stendur sum eigari av húsinum og leigar tey út til hesar týdningarmiklu trivnaðareindirnar, prógvar tann risastóra týdningin, sum okkara vinnulív hevur fyri virksemið í Klaksvík yvirhøvur. 

- Og sum borgarstjóri fegnist eg sjálvandi stórliga, hvørjaferð aktørar úr vinnuni gera íløgur í okkara kommunu, og hetta er ikki minst galdandi her á Fornagørðum.

Tøkk til landsstýrið, Sernám og Gigni

- At enda vil eg eisini nýta høvið at takka avvarðandi landsmyndugleikum fyri tað fyrimyndarliga samstarvið, sum vit hava. Her hugsi eg bæði um Heilsumálaráðið, sum varðar av Gigna og Mentamálaráðið, sum varðar av Sernám.

- Tað er ótrúliga stuttligt sum borgarstjóri at uppliva, hvussu nógv skilagóð og framsøkin úrslit kunnu spretta burturúr góðum dialogi og konstruktivum samstarvi.

- Takk fyri, at vit saman kunnu gera so stórar íløgur í okkara børn og ungu.

- Og enn einaferð, hjartaliga til lukku við nýggju hølunum, segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, áðrenn hann handaði Mariu Matras, heilsufrøðingi, lyklarnar til hølini hjá Gigni í Húsinum á Fornagørðum, har Maria dagliga starvast saman við Karin Lassen, heilsufrøðingi.

Stjóri hjá Gigni er Bjarta Vilhelm, og varastjóri er Ingvør Justinussen, sum báðar eisini vóru við til móttøkuna hósdagin.

Kelda: Klaksvíkar Kommuna 11.03.2016

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.