NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Sjálvboðin úr mongum londum til arbeiðis á Klakki

17/4/2019

Comments

 
Billede
15 útlendsk sjálvboðin ferðafólk fara í døgunum 26. og 27. apríl at arbeiða við at gera eina gøtu niðan á Klakk.

Tey sjálvbodnu koma til Føroya í sambandi við menningar og marknaðarátakið Preserve Faroe Islands. Átakið byggir á sokallaða Voluntourism, har sjálvboðið arbeiði og ferðavinna verða samantvinna, og er eitt samstarv ímillum Visit Faroe Islands, kommunur og kunningarstovur í Føroyum.

Klakkur er ein av best umtøktu gongutúrunum í Norðoyggjum – bæði hjá ferðafólki og ímillum Norðoyingar, og dagligi streymurin av gongufólki hevur sett síni spor í lendið. Tísskil er stórur tørvur á at byrja arbeiðið við at gera eina gøtu. Í samráð við hagan verður gøtan leidd frá byrgingini, og so langt niðan, sum náast kann uppá tveir dagar. Eisini verður eitt skeltið sett upp, sum lýsir túrin og minnir ferðafólk á góðan atburð í haganum – eitt nú at lata portrið aftur, og at fylgja gøtuni.

Úr heimsins herðashornum niðan á Klakk
Olivia Døgg Fríðfinsdóttir, samskipari á Norðoya Kunningarstovu, greiðir frá, at talan er um ein samansettan hóp, sum fer til arbeiðis á Klakki. Yngsti luttakarin er 18 ára gamal, og hin elsti er 58, og hevur drúgvar royndir við náttúruvarðveitan. Hartil eru luttakarar úr Meksiko, Bulgaria, Lettlandi, Noregi og Finnlandi, og eisini føroysk sjálvboðin vera við í toyminum. Tey sjálvbodnu fara at arbeiða saman við Hans Hjalta Skaale, býargartnara, sum hevur drúgvar royndir við at gera gøtur í føroyskum lendi. Fyrireikingarnar til arbeiðið eru longu í gongd, og ein partur av tilfarinum verður flogið niðan við tyrlu seinni í dag. Hartil verða veitir gravaðar frammanundan, so lendið er drenað og klárt at arbeiða við.

Klaksvíkar kommuna stuðlar átakinum
Í Norðoyggjum er tað Klaksvíkar kommuna, sum stuðlar verkætlanini m.a. við tilfari og arbeiðsmegi. Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini, fegnast um at Klaksvíkar kommuna er við í átakinum.

– Hetta er eitt átak, har privat, land og kommuna taka eitt felags tak fyri at styrkja ferðavinnuna í Føroyum. Tí eru vit væl nøgd við, at ein týdningarmikil partur av hesum átaki fer fram í Norðoyggjum, har vit sum kommuna sjálvandi geva okkara íkast, sigur Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini.

At arbeitt verður á Klakki 26. og 27. apríl merkir at leiðin niðan á Klakk verður stongd fyri vanligum ferðafólki hesar dagar, men longu 28. apríl verður latið uppaftur, og um alt gongur sum ætlað, so verður longu tá gangandi eftir fyrsta parti av gøtuni niðan á Klakk.

Kelda: klaksvík.fo

Comments

So er tað í kvøld, at ballast skal fyri allar pengarnir, folkens ..!

25/12/2018

Comments

 
Billede
Tað er í kvøld - nevniliga 2. Jólakvøld, at tað ballast skal fyri allar pengarnir. Barrurnar kring alt Føroya land gera seg til reiðar, at taka ímóti fullum nissum og fullum Jólamonnum.

Les eisini: Stress, stress, stress … Puha, so vóru jólini aftur her!

Tað roknast við - at onkur dettur av og onnur enda í rok, ímeðan fólk sikkurt fara at hava ein ella annan trupuleika at fáa fatur í einum taxa heim.

Les eisini: Er jólatunglyndi eitt nýtt phenomen?

Alt saman gongur í eina hægri eind, tí Jólini skula gjarna enda við einum ordiligum endabresti, isje sannheit?

Men tað hevur sína frágreiðing um - hví er so statt, tá ið ballast verður til "den lyse morgen" 2. Jólakvøld og fyri tað fyrsta, so er tað kalt í veðrinum - sum gjarna ger tað, at ein drekkur ov nógv og kroppurin ikki ordiliga megnar at fylgja við tí stóra inntakinum av alkoholinum.

Síðan er tað hjartasorgir, arbeiðsviðurskiftir, trúðarviðurskiftir og familjutrupuleikar, sum skula takast uppá banan, tá ið drukkið verður og mangan elvir slíkt til eitt allertiders rok - har boða verður frá løgregluni og viðkomandi endar í fullu-brummu í Klaksvík (ella onkra aðrastaðnis). Jólatunglyndi eru tað mong, sum lýða av - og tað sæst oftað best í barrum og dansistøðum 2. Jólakvøld, tá ið tosað verður við fólk.

Billede
Kanningar vísa á - at tað er oftast á Jólum, at nevin er uppi í loftinum og nógvar skaðar koma eisini av, at tað kann vera hált á vegnum - har full fólk detta og sláa seg í.

Løgreglan plagar at boða frá 3. Jóladag, at tað hevur verið sera nógv at gjørt í støðini og at mong eru tey, sum hava ligið avdottin uttanfyri í kuldanum, sum forrestin slett ikki er heilt ófarligt. Vit á NP hava eisini tosað við ein løgreglumann um tað sama - og hann segði frá, at fólk muga ansa sær 2. Jólakvøld, tí at tað er so skjótt at okkurt kann enda galið. Drekki við máta og hugni tykkum, segði ein heldur fryntligur løgmaður við undirritaði uttanfyri FK herfyri.

Men ein siðvenja er ein siðvenja - og tí skal tað ballast fyri allar pengarnir 2. Jólakvøld. Vit á NP vóna, at tit fara at hugna tykkum í kvøld og royni nú at lata vera við at tosað um arbeiðið, politikk ella trúgv, tí tað elvir mangan til - at nevin endar uppi í loftinum og heilt erligt: Tað er Jól, forfanin - tak tað róligt. Hugna tær og kom sikkurt heim ..! Lat nú ikki tína vreiðu - oyðileggja alt fyri hini fólkini, sum eru komin út at hugna sær.

JáH (y) 26.12.2018

Comments

Nú er skjótt liðugt við 2018 - hvat við 2019 ..?

25/12/2018

Comments

 
Billede
Nú er skjótt liðugt við 2018 og vit fara at byrja uppá 2019 - ein av spurningunum kundi verið um Løgmaður fer at skriva út Nýval í januar, 2019 - men tað fer hann ivaleyst ikki at gera eftir at Fólkaflokkurin stendur seg so væl eftir teim seinastu meiningakanningunum.

Síðan er tað Glasir - fer skandalan at blíva við at halda áframm ella fer Løgtingsmaðurin Heðin Mortensen at lata nøkur høvd rulla afturat ..? Hvussu fer endaúrsliti at síggja út fyri tann dýra stásiliga bygningin ..?

Ferðavinnan er blomstandi og ferðafólk kunna simpelten ikki fáa nokk av Føroya landi. Fara vit at duga betri, at útnytta Ferðavinnuna í 2019 ..? Tað ber altíð til - at liva í vónini, sum man plagar at taka til.

Fiskivinnan elvir til mangt eitt kjak ímillum føroyingin og spennandi verður tað hvussu tað nýggja árið fer at síggja út fyri okkara fiskivinnu. Fer at ganga betri ella verri ..? Vit sum eru í læru - kunna einans bíða við spenningi ...

Og líkamikið hvussu vit venda og draga tí heila - so SKAL veljast næsta ár og spurningurin er hvat fyri avleiðingar tað fer at fáa fyri landið ella um tað einans verður betri ..? Ongin veit um framtíðina at spáa og tað sær longu út til - at 2019 verður eitt spennandi ár fyri Føroya land, sum vit á Norðoya Portali longu gleða okkum til.

JáH (y) 26.12.2018

Comments

Lopez: Tað varð, tá eg bleiv singul - at eg fann útav hvør eg veruliga varð

25/12/2018

Comments

 
Billede
Sjónleikarin og sangkvinnan Jennifer Lopez hevur mangan fingið kritikk - at hon hvørki dugir at syngja, dansað ella spæla sjónleik. Men hóast kritikk - so megnar henda kvinnan seg sera væl og tað varð júst í tí singla lívinum - at songkvinnan lærdi eina rúgvu um seg sjálva:

- Eg visti ikki, hvat eg vildi. Eg arbeiddi allatíðina og gekk frá tí eina forholdinum til tað næsta. Og tað varð fyrst, tá ið eg stegðaði á og tók mær tíð til at vera áleina - at eg fyri álvara fann útav, hvør eg varð, segði 49 ára gamla Lopez við People Magazine.

Jennifer Lopez hevur verið skyld tríggjar ferðir og gongur nú saman við fyrrverandi basballstjørnuni Alexander Rodriguez og sigur hon, at um tíðin er har til staðar - so kann tað gott vera, at hon giftir seg fyri fjórðu ferð, men beint nú, so hastar tað ikki.

JáH (y) 26.12.2018

Comments

Teir bestu filmarnir í 2018 - sum tú ivaleyst IKKI hevur sæð (Video)

25/12/2018

Comments

 
Billede
Her er ein listi yvir filmar frá 2018 - sum tú sikkurt IKKI hevur sæð, men sum tú burdi farið og hugt eftir.

Sjá listan niðanfyri:

JáH (y) 26.12.2018
Kelda: Looper

Comments

Upprunin hjá Jólamanninum

25/12/2018

Comments

 
Billede
Nú er annar Jóladagur og jólini eru skjótt av - men áðrenn tey eru heilt av, so er tað kanska stuttligt, at tú í kvøld kanst reypa fyri tínum vinum við eitt sindur av fakta um okkara kæra góða Jólamann ...

Visti tú f. eks av, at Santa Claus (Jólamaðurin) er sterkt ávirkaður av St. Nicholas ein biskuppur frá 4. øld, sum bleiv ein fyrimynd fyri tey fátøku, børn og horir ..?

At summir søgufrøðingar samanbera reinsdjóri hjá Jólamanninum, Rudolf við hestin hjá Óðin - Sleipnir ..?

At søgan stammar frá hálendingum - við at teir settu ein skógv uttanfyri hjá sær - við tí vón, at St. Nicholas fór at koyra onkra gávu í skógvin ..?

Les meira um Jólamannin HER

JáH (y) 26.12.2018

Comments

14 ting sum tú ynskti at tú visti áðrenn um tína teldu (Video)

25/12/2018

Comments

 
Billede
Her er ein listi yvir 14 ting, sum tú ivaleyst ikki visti um hvat tú kanst gera við tína teldu og aðrir snildleikar, sum tín telda hevur at bjóða uppá og harvið sparar tú eina rúgvu av tíð við at gera júst tað.

Sjá video niðanfyri - Enjoy!

JáH (y) 25.12.2018

PS: Og ikki spyrja meg - hví ein sexutt kvinna er á myndini omanfyr ... kanska tí, at eg dámi sexuttar kvinnur ..? Hvør ger nú ikki tað ..?

Comments

Tey bestu spølini í 2018 (Video)

24/12/2018

Comments

 
Billede
Spøl hava veruliga tikið uppá seg og tað eru ikki einans børn, sum elska at spæla hesu telduspøl.

Ja, tað eru enntá vaksin fólk, sum spæla og oftað so galið - at skylnaðurin ímillum mann og kvinnu er endabresturin.

Anyway's - her fortelur Mojo frá hvørji spøl vóru tey bestu í 2018:

JáH (y) 25.12.2018

Comments

Et til tú brestur, hin galle !!!

24/12/2018

Comments

 
Billede
Um tú hugsar um desember mánað - so riggar tað ivaleyst ikki, at seta sær nakrar sum helst vónir um, at tað er í desember - at tú fer at tapa tær nøkur kilo.

Jolaaftan er jú dagurin - har dunna skal uppá borðið og har skal simpulten etast til ein brestur. Men 1. Jóladag er jú eisini ein dagur - har tað verður bjóða í eystur & vestur av familjuni, at nú skal aftur etast og tað skal etast nógv. Síðan 2. Jóladagur - sum stendur uppá át og drukk og beint nú, so passar also ikki nógv meira í búkin hjá tær.

Men hey - í ár er eitt lítið sindur øðrvísi enn síðsta ár. Tí í ár fellur heila lortið uppá vikuskiftið og 3. Jóladagur er ein hósdagin (øl dagur) og tá skal also ballast fyri allar pengarnir aftur. Síðan er tað vikuskiftið og eftir fríggjadag og leygardag - hví steðga har ..? Sunnudagurin er feitur, at javna í og eftir tað so er tað Nýggjár: 

Hurrá, nú skal aftur drekkast og etast fyri allar pengarnir ... er lívið ikki herligt, tit ..?

JáH (y) 25.12.2018

Comments

Kevin Spacey aftur ákærdir fyri seksuellan ágang

24/12/2018

Comments

 
Billede
Sjónleikarin Kevin Spacey er aftur blivin ákærdir fyri seksuellan ágang og skal hetta hava verið hent í 2016.

Tá ið tað varð vorðið kent útyvir fjølmiðlarnir, so deildi sjónleikarin eina video á Twitter - har hann sær út til at geva viðmerkingar til hendingina, sum sín figurir í House of Cards, Frank Underwood.

Fjølmiðlarnir í Amerika eru á gosið enn eina ferð av Spacey - tí seinast maðurin bleiv ákærdur, so brúkti hann eina umbering á Twitter - fyri einans at fortelja frá, at hann visti ikki betur og varð av hinum slagnum. Hesaferð roynir Spacey, at fortelja frá sum Underwood - at hann gott nokk er sekur í summum tingum, men ikki í øllum og nú er hann also ikki bangin fyri at fortelja sannleikan, sum hann er - tó tað merkiliga í hesari video er, at Spacey spælir Frank Underwood, ímeðan søgan verður fortald.

Sjá video niðanfyri:

JáH (y) 25.12.2018

Comments
<<Previous

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.