NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Sjálvboðin úr mongum londum til arbeiðis á Klakki

17/4/2019

Comments

 
Billede
15 útlendsk sjálvboðin ferðafólk fara í døgunum 26. og 27. apríl at arbeiða við at gera eina gøtu niðan á Klakk.

Tey sjálvbodnu koma til Føroya í sambandi við menningar og marknaðarátakið Preserve Faroe Islands. Átakið byggir á sokallaða Voluntourism, har sjálvboðið arbeiði og ferðavinna verða samantvinna, og er eitt samstarv ímillum Visit Faroe Islands, kommunur og kunningarstovur í Føroyum.

Klakkur er ein av best umtøktu gongutúrunum í Norðoyggjum – bæði hjá ferðafólki og ímillum Norðoyingar, og dagligi streymurin av gongufólki hevur sett síni spor í lendið. Tísskil er stórur tørvur á at byrja arbeiðið við at gera eina gøtu. Í samráð við hagan verður gøtan leidd frá byrgingini, og so langt niðan, sum náast kann uppá tveir dagar. Eisini verður eitt skeltið sett upp, sum lýsir túrin og minnir ferðafólk á góðan atburð í haganum – eitt nú at lata portrið aftur, og at fylgja gøtuni.

Úr heimsins herðashornum niðan á Klakk
Olivia Døgg Fríðfinsdóttir, samskipari á Norðoya Kunningarstovu, greiðir frá, at talan er um ein samansettan hóp, sum fer til arbeiðis á Klakki. Yngsti luttakarin er 18 ára gamal, og hin elsti er 58, og hevur drúgvar royndir við náttúruvarðveitan. Hartil eru luttakarar úr Meksiko, Bulgaria, Lettlandi, Noregi og Finnlandi, og eisini føroysk sjálvboðin vera við í toyminum. Tey sjálvbodnu fara at arbeiða saman við Hans Hjalta Skaale, býargartnara, sum hevur drúgvar royndir við at gera gøtur í føroyskum lendi. Fyrireikingarnar til arbeiðið eru longu í gongd, og ein partur av tilfarinum verður flogið niðan við tyrlu seinni í dag. Hartil verða veitir gravaðar frammanundan, so lendið er drenað og klárt at arbeiða við.

Klaksvíkar kommuna stuðlar átakinum
Í Norðoyggjum er tað Klaksvíkar kommuna, sum stuðlar verkætlanini m.a. við tilfari og arbeiðsmegi. Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini, fegnast um at Klaksvíkar kommuna er við í átakinum.

– Hetta er eitt átak, har privat, land og kommuna taka eitt felags tak fyri at styrkja ferðavinnuna í Føroyum. Tí eru vit væl nøgd við, at ein týdningarmikil partur av hesum átaki fer fram í Norðoyggjum, har vit sum kommuna sjálvandi geva okkara íkast, sigur Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini.

At arbeitt verður á Klakki 26. og 27. apríl merkir at leiðin niðan á Klakk verður stongd fyri vanligum ferðafólki hesar dagar, men longu 28. apríl verður latið uppaftur, og um alt gongur sum ætlað, so verður longu tá gangandi eftir fyrsta parti av gøtuni niðan á Klakk.

Kelda: klaksvík.fo

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.