
Les eisini: Verið hjartaliga VÆLKOMIN til Kunoyar Kommunu!
Tá tey vóru mest – í 2008 – vóru tey 161 fólk, meðan støðan í dag er hon, at tað búgva 138 fólk í kommununi og her er also talan um eina rættiliga stóra minking.
Les eisini: Betra um umstøðurnar hjá Kunoyar Kommunu!
Tí krevst tað eisini, at ein nýhugsan kemur á gátt hjá Kunoyar Kommunu, har talan eru um broytingar, sum koma at vera til frama hjá borgaranum í Haraldsundi og Kunoy. Um eg verið valdur inn, so fari eg at arbeiða fyri at meiri OPINLEIKI er í kommunini, SAMANSJÓVING av bygdunum, NÝHUGSAN og einari BJARTARI framtíð til okkum øll.
Les eisini: Samansjóva bygdirnar betri!
Vit eiga allatíðina streymba eftir, at vera betri og longri frammi enn hinar kommununar í Føroyum. Eg síggji stórar møguleikar fyri framman og trúgvi eg veruliga uppá, at eg megni at seta Kunoynna á heimskorti aftur.
Hví velja tað sama ..`? Vel okkurt nýtt ..!
X við Jógvan á Høvdanum