Tað má ómøguliga henda. Tí eru tað sera týdningarmikið, at tit velja fólk í Klaksvíkar Býráð, sum torir at berjast ímóti yvirmaktini suðuri í Tórshavn og har meini eg eisini innanflokka, har man í stevnuskránni hjá ymsu flokkunum setur á prent, at tað skulu vera trý sjúkrahús í Føroyum og tey skulu varðveitast og við trimum leiðslum og so er einki at tosað meira um.
Eg skal lova tykkum, at eg vil berjast við høvd og fót fyri Klaksvíkar Sjúkrahúsið. Klaksvíkar Sjúkrahús eigur lívið í fleiri av okkara borgarum og tí er tað lívsneyðugt, at vit hava eitt vælvirkandi Sjúkrhús í Klaksvík og við allari útgerð, sum kann bjarga mannalívum.
Tað draga seg um minuttir at bjarga einum mannalívið og tí er tað sera langt úti, at tosað um at niðurleggja Klaksvíkar Sjúkrahús.
Farið á val týsdagin 8. november og veljið Símun á Høvdanum inn, eg skal lova tykkum, at eg ætli mær at vera ein nýggjur Ásbjørn Joensen og Jógvan við Keldu.
Símun á Høvdanum