Ein stórur partur av børnum og ungum hava tað gott, men hóast hetta, so hava øll børn í Føroyum ikki líka góðar fyritreytir fyri trivnaði og menning.
Sambært tølunum, so hava umleið 20% av okkara børnum onkra avbjóðing, minni og størri, sum ger, at tey hava tað torførari í gerandisdegnum. Tað svarar til áleið 2.500 børn og ung undir 18 ár!
Nýggja barnaheimið má byggjast
Ein partur av hesum børnum eru tey, sum búgva á Barnaheiminum ella “stovnum undir landinum”, sum tað verður nevnt.
í mars í ár kunngjørdi umboðsmaðurin eina frágreiðing eftir at hann hevði verið eftirlitsvitjanir á Barnaheiminum.
Tað vísti seg, at umstøðurnar hjá hesum børnunum vóru alt annað enn góðar.
Serliga bústaðarumstøðurnar vóru vánaligar og gjørdu, at børnini fluttu í millum tær ymisku eindirnar. Hetta skapar ótryggleika og óstøðugleika hjá teimum børnunum í Føroyum, sum hava mest brúk fyri at kenna seg trygg og, sum hava mest brúk fyri at umstøðurnar eru støðugar rundan um tey.
Bústaðarumstøðurnar hava eisini við sær, at samansetingin av børnum ikki altíð er gagnlig fyri tað viðgerð sum einstaka barnið hevur brúk fyri. Harumframt ávirkar hetta arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkinum, sum arbeiða á økinum.
Hetta er ikki gott nokk og tí má nýggja Barnaheimið byggjast sum skjótast eftir løgtingsvalið.
Uppskotið er klárt og var eisini borið í løgtingið, men sum við so nógvum øðrum, so bar hetta heldur ikki á mál hjá núverandi samgongu.
Fólkaflokkurin hevur víst í verki, at tá vit vilja nakað so gera vit tað.
Avbjóðingar í barnaárunum hava ofta stórar avleiðingar fyri menniskja alt lívið. Tí er alneyðugt, at hesi børnini ikki bíða meira.
Børn og ung eiga at verða loftaði og fáa málrættaða hjálp so skjótt sum møguligt
Bústaðarumstøðurnar er eitt, men børn við serligum tørvi og teirra familjur hava brúk fyri at føroyska samfelagið eisini rúmar tey og skapar umstøður og tilboð, sum hjálpa.
Neyðugt er við loysnum, sum fevna um øll økir, har børn og ung eru, eisini tvørtur um ráð og stovnar. Samstarv millum fakbólkar, stovnar og embætisráð er tí alneyðugt skula vit bøta um hetta.
Tann góða tilgongdin eigur at fevna um fleiri børn og familjur.
Børn við seinheilaskaða eiga at hava rætt til endurmenning og viðlíkahaldsmenning.
Familjan skal raðfestast.
Gott val!
Ingvør Justinussen – Valevnið fyri Fólkaflokkin